Við Gøtugjógv búgva 44 fólk og har eru 6 merkur av festijørð, festini eru 2. Seyðatalið er 100 áseyðir.
Bygdin hevur navn eftir gjónni, sum har er. Ein bóndasonur av Húsagarði í Syðrugøtu flutti higar í 1600-talinum, og umleið 1800 varð garðurin býttur í helvt. Seinni búsettust fleiri í økinum. Tá ið ein brúgv varð bygd um gjónna í 1852, gjørdist Gøtugjógv miðdepilin í Gøtu, og har varð fyrsti skúli bygdur í 1890. Ein nýggjur skúli bleiv bygdur í 1929 og seinni útbygdur í fleiri umførum, seinast í 2010.
Í 1924 varð missiónshúsið Betania bygt; tað er nú niðurrivið, men eitt nýtt er í gerð. Í 1930-árunum bygdi avhaldsfelagið N.I.O.G.T. (Nordic Independent Order og Good Templars) Glottin felagshús. Eisini brøðrasamkoman hevur sal í bygdini, Filadelfia.
Bankar, posthús og handil hava eisini verið við Gøtugjógv, men framtíðarumskipanir í postverkinum kunna broyta hetta.
Tann nýggja Gøtu kirkja, sum kom fyri ta gomlu í Norðragøtu, var liðug í 1995. Kirkjan, sum varð vígd 25. juni, meðan Margreta 2. drotning og norðurlendskir bispar vóru hjá, er prýdd við stórum glasmálningum eftir Trónd Patursson.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes kommuna og Nes bygd (Eysturoy)
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum