Sandvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Niðursetubygdin Sandvík var bygd í landnámsøld. Føroyingasøga sigur, at Sigmundur, tá hann hevði svomið tann langa vegin úr Skúgvoy til Sandvíkar saman við fostbróður sínum Tórði, sum læt lív á sjónum, umsíðir stríddi seg upp á land, so útlúgvaður, at hann legði seg niður í taran. Staðið, har hann lá, eitur Sigmundargjógv. Har hálshøgdi Torgrímur Illi hann við buløks og stjól klæði og gullring hansara.

Kring bygdina eru tey bæði fjøllini Skálafjall og Borgin, ávikavist 374 og 430 m høg. Í tíðini 1300-1800 búði eingin í Sandvík, ella Hvalvík, sum var navnið, bygdin fekk. Umleið 1815 settist fólk úr Hvalba aftur niður í Sandvík.

Fyrsta kirkja kom í Sandvík í 1908. Tá varð tann gamla kirkjan á Tvøroyri tikin niður og flutt hagar, og fyrsti skúli varð bygdur í 1890. Hann varð niðurlagdur í 2010, og nú ganga børnini í skúla í Hvalba. Í Sandvík búgva nú 68 fólk.

Eitt lítið havnarlag varð bygt fyrst í 20. øld.

Rithøvundurin Martin Joensen er føddur og jarðaður í Sandvík. Eisini Johan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður, er føddur har.

Skaðagrindin

Ein tann størsti sorgarleikurin í sambandi við grindadráp í Føroyum hendi í Sandsvík hin 13. februar 1915. Veðrið var vánaligt, og í drápinum hvølvdust tveir bátar. Manningarnar vóru 15 menn tilsamans, og allir druknaðu uttan ein, tíggju úr Hvalba og fýra úr Sandvík.

Henda grindin hevur síðan verið umrødd sum Skaðagrindin.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jens Hákun Leo

    (f. 1987) MA í altjóða politikki og hjágrein í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Lærari á Skúlanum við Streymin.