Tað vóru fólk av Toftum, sum settu seg niður í Rituvík 1873. Har búgva í dag 317 fólk. Bygdin er í eini vík út ímóti opnum havi, og har er brimpláss. Har er lending, og neyst standa báðumegin víkina. Í góðum veðri er gott at kava úti fyri Rituvík, har eru taraskógur og sandeygu á botninum og undirsjóvarhelli. Glyvrafjall norðan fyri Rituvík er 303 m. Í fjøruni er eitt sjáldsamt jarðfrøðiligt fyribrigdi, sum er íkomið, tá ið ein tunnil av grótbræðing fyltist, meðan grótbræðingin enn var heit. Við ta gomlu bygdargøtuna til Lamba stendur havið (220 kg), sum sagnarhetjan Sterki Óli sigst hava lyft.
Skúli kom fyrstu ferð í Rituvík í 1892, og ein nýggjur bleiv bygdur í 1965, tað var Lamhauge & Waagstein, sum bygdu. Skúlin er nú partur av frítiðarskúlaskipanini í kommununi.
Rituvíkingar gingu í kirkju á Nesi til 1955, tá ið Rituvík fekk kirkju. Trækirkjan er tann síðsta av teimum átta kirkjunum, sum arkitekturin H.C.W. Tórgarð teknaði. Kirkjuklokkan er ein klokka av teirri portugisisku skonnartini Florentine, sum sakk í Grønlandi í 1947. Í 1995 fekk kirkjan størri klokku.
Í 1975 bleiv ein standmynd eftir Fridtjof Joensen sett upp við kirkjuna til minnist um fyrstu niðursetufólkini í bygdini. Standmyndin er ein maður við haka og kona við stokkum. Við elsta hús í bygdini er eisini ein minnisvarði um skiparan Anton Olsen, sum var úr Rituvík. Hann bjargaði í 1975 4.004 vjetnamesiskum flóttafólkum við skipi sínum Clara Mærsk, eftir at Saigon var fallin. Minnistalvan varð sett upp uttan fyri hansara barndómsheim í 2015.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes bygd og Nes kommuna
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Søldarfjørður
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum