Vágur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Bygdin fram við norðaru síðu á Vágsfirði. Her síggjast eisini Vatnið, Vágseiði og Eggjarnar. Ein partur av ítróttahentleikunum sæst eisini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2008

Vágur, nevndur í Hundabrævinum, er 49 merkur og 11 gyllin. Av teimum eru 16 merkur og 8 gyllin festijørð, ið er býtt millum átta festarar, og 33 merkur og 3 gyllin eru óðalsjørð. Í Vági búgva 1.392 fólk. Áseyðatalið er 1.722.

Vágs kommuna hevur síðan 1907 fevnt um Vág og Nes.

Bygdin hevur tvírøddan sjógv. Eystarumegin er innsiglingin gjøgnum Vágsfjørð, og vestarumegin, við Vágseiði, ber til at draga smærri bátar. Vestanfyri eru høg forberg, drangar og stakkar, og í norðara parti eru djypri og grynri botnar. Í einum teirra liggur Ryskivatn, og haðani vórðu í 1921 lagdir rørleidningar til eitt vatnorkuverk í Botni, sum er longri niðri. Í 1967 var ein røð av jarðskjálvtum, sum máldu 2 stig á Richterstiganum og vardu í tríggjar vikur, í undirgrundini við Vágseiði.

Kort av sýslum og kommunum.
KF.FO OG PEDER DAM, 2022.

Vágur fevndi frá gamlari tíð um teir átta býlingarnar við Kráir, við Gjógvará, við Misá, í Smillum, á Oyri, á Skála, við Hvanndalsá og í Toftum.

Tað hoyrir til Føroya siglingarsøgu, at Nólsoyar-Páll læt smíða fyrsta føroyska deksfar á Fløtuni Fríðu í Vági, og skonnartin Royndin Fríða fór úr bakkastokki 6. august í 1804. Ein minnisvarði um hendingina varð reistur á Fløtuni Fríðu í 1962.

Tá ið fríhandil kom í 1856, varð ovurstórur og skjótur vøkstur í Vági eins og á Tvøroyri. Fyrstu handilsvirkini í bygdini vórðu stovnað sum úthandil hjá øðrum størri virkjum í Havn og á Tvøroyri, men tey gjørdust skjótt sjálvstøðug. Tey størstu vóru J. Mortensen á Marknoyri, Nap. Nolsøe á Marknoyri, Peter H. Dahl á Tjørn, Thomas J. Vilhelm (Tummas við Kráir), Jaspur Hjelm á Løðhamri, J.A. Godtfred (Hjá Diasi), A/S J. Dahl á Gørðum (Garðahandilin) og F/A D.J Vilhelm við Misá. A/S J. Dahl keypti fyrsta havskipið, sluppina Johonnu, sum er varðveitt og endurbygd, í 1894. Vágur gjørdist eins og Tvøroyri miðdepil fyri fiskiskap og klippfiskaframleiðslu í fyrru helvt av 20. øld.

Í Botni, í ein útnyrðing úr bygdini, varð í 1921 stovnað vatnorkuverk, og sama ár fekk Vágur sum fyrsta bygdin elektriskt ljós. Fyrsta havnarlagið varð vígt í 1925 og útbygt í 1952. Havnin varð bygd enn meira út í 1970 og 1976, tá við einum flakavirki. Seinni hevur havnarútbyggingin hildið fram við meiri bryggjuplássi umframt bátabrúgvum og ídnaðarøki sunnarumegin. Partar av havnini vórðu í 2012 uppstigaðir til oljuhavn, sum gav skipum, ið kravdu minst 10 m dýpi, atgongd.

Í seinna heimsbardaga varð ein Loran C peilistøð bygd við Eggjarnar í Vági. Hon virkaði frá 1943, bretski herurin umsat hana til 1946, og hareftir hevði Danmark hana um hendur, til hon varð stongd í 1977. Eggjarnar eru í dag eitt væl umtókt ferðamál, og haðani síggjast fuglabjørgini á vestursíðuni á Suðuroynni.

Kreppan í 1930-árunum hevði her eins og aðrastaðni við sær gjaldstrot, og at stígur kom í. Eftir sildafiskiskap í eitt tíðarskeið í 1950-árunum varð flakavirkið Suðurfisk stovnað í 1967 við Ova Mikkelsen sum stjóra. Jákup Joensen, Jákup í Lopra, stovnaði í 1977 flakavirkið Polarfrost, størsta arbeiðspláss í bygdini í 1970- og 1980-árunum. Fleiri trolarar hoyrdu til Polarfrost.

Bankakreppan í 1992 sveið illa í Vági, fleiri virki máttu steingja, og nógv fólk gjørdust arbeiðsleys. Síðan tá hevur vinnulívið á staðnum tikið stig til nýggj framtøk. Rock Trawl-doors er eitt nýskapandi virki, sum síðan 2004 hevur framleitt trollemmar, sum byggja á innspræningarprinsippið. Uppfinnari var Helgi Larsen og umsitari Hans Joensen, kallaður Hans í Líðini. P/F Bakkafrost, sum hevur laksaaling har um leið, hevur yvirtikið bygningarnar hjá Polarfrosti.

Um túsundáraskiftið stovnaðu hjúnini Karin og Árni Brattaberg Sirri, sum í nógv ár virkaði tógv av føroyskari ull. Av hesum fór binding og føroysk bindisniðgeving at blóma, eitt nú sniðgevaravirkið Guðrun & Guðrun.

Kirkjan, sum nú er, bygd árini 1927-39, er í gotiskum stíli, hon er úr betongi og hevur jarntekju. Føroya fyrsti lærdi arkitektur, Johan Hofgaard, teknaði hana. Í 1958 prýddi Ernst Trier úr Vallekilde kórið við glasmálningum.

Fyrsti skúli í bygdini er frá 1875, og hann er nú havdur til listasýningar og mentanarsøguligar framsýningar. Frá 1933 til 1946 varð undirvíst á millumskúla- og preliminerskúlastigi við próvtøkum í Tvøroyrar skúla. Nýggi Vágs skúli varð vígdur í 1951, og hann er síðan bygdur út og fekk svimjihøll í 1975. Í okkara tíð tekur skúlin eisini ímóti næmingum úr Hovi, av Nesi og Økrum, úr Lopra og Sumba.

Í tíðarskeiðinum 1974-2013 bar til at taka HF-prógv bæði á Tvøroyri og í Vági, men tá varð miðnámsundirvísingin savnað í nýggjum skúla í Hovi. Síðan 2016 hevur ítróttarháskúli verið í Vági, sum m.a. hevur eina adventurebreyt. Skúlin hevur pláss fyri 48 næmingum og heldur til í teimum gomlu pakkhúsunum í bygdini, men nýtir annars hentleikarnar, sum eru bæði innandura og í náttúruni. Í 2020 bygdi byggifelagið Bústaðir eitt næmingaheim, sum kann hava 72 búgvandi, og sum er knýtt at háskúlanum. At hesin skúlin er staðsettur í Vági, hevur samband við teir mongu ítróttahentleikarnar í bygdini, sum t.d. Marghøllina við klintriveggjum umframt plássi til innandura fótbólt, hondbólt og parkour.

Haraftrat eru fótbóltsvøllur og hentleikar hjá Vágs Bóltfelag, eitt nú VB-Høllin og VB-húsið. Stór innandura svimjihøll, Pálshøll, varð bygd í 2015. Hon er nevnd eftir Pál Joensen, sum í 2012 og 2016 svam á Olympisku Leikunum. Høllin er upphitað við avlopsvarma frá orkuverkinum har nærindis. Tá ið SEV í 2015 vann náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, læt elfelagið Pálshøll tær 350.000 kr. sum viðurkenning av hesum umhvørvisdygga upphitingarmátanum.

Marita S. Petersen, fyrsti og higartil einasti kvinnuligi løgmaður í Føroyum, varð fødd í Vági. Sjálvlærdi havlívfrøðigranskarin Jørgen M. Olsen, rithøvundur og biografeigari, búði í bygdini.

Eisini verður at nevna myndlistakvinnuna Ruth Smith, sum var fødd og uppvaksin í Vági, har eitt savn er við hennara verkum.

Fleiri stig hava verið tikin, í høvuðsheitum við sjálvbodnum arbeiði, at varðveita mentanarsøguna á staðnum. Eitt nú er sluppin Johanna TG 326 umvæld; hon verður nýtt til frítíðarlív og ferðavinnu og hevur tikið lut í fleiri regattastevnum bæði í Føroyum og aðrastaðni. Tíggju gamlir grindabátar eru eisini umvældir: fimm tíggjumannafør og fimm áttamannafør, har tann elsti er frá 1873. Har um leiðir eru tiltiknir siðir fyri nýggjárshaldi. Tá verður gingin kyndlagonga, og ein gamal bátur brendur.

Vatnorkuverkið í Botni

Fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum, sum framleiddi elektrisitet, varð tikið í nýtslu í 1921.

Kommunan rak verkið, og norski verkfrøðingurin Haakon Blaauw stóð fyri verkætlanini. Frá Ryskivatni vórðu rørleidningar lagdir oman til sjálvt orkuverkið í Botni. Frá 18. juli 1921 var elektriskt ljós. Í 1960 yvirtók tað interkommunala felagið SEV-verkið. Í 1982 varð sett upp eitt dieselrikið orkuverk, sum hevur fingið økta framleiðsluorku ávikavist í 2003 og 2016.

Vágs kirkjusøga

Søgnin sigur, at ein norsk frúa, sum hevði mist mann sín á sjónum, setti eina heila kirkju á sjógvin á einum timburflaka. Ynski hennara var, at kirkjan skuldi reka til eitt stað, har tørvur var á henni. Kirkjan, sum kom rekandi úr Noregi, gjørdist fyrsta kirkja í Vági, og gávan uttan av havi hevur síðan verið olmussukirkja.

Fyrstu luthersku prædiku í Føroyum helt bróðir Andreas í 1538 í Vágs Kirkju. Tað hava til samans verið fimm kirkjur í bygdini. Tann fjórða varð bygd á Kirkjukletti í 1862. Smiðurin var Guðbrandur Sigurðsson úr Íslandi, sum búði í Vági. Í 1942 varð henda kirkja tikin niður og sett upp aftur í Hovi

Kirkjurnar í Vági hava havt orgul síðan 1873. Til vígsluna av núverandi kirkju í 1939 stovnaði Edith Dahl sangkórið Ljóm, sum er elsta virkna kirkjukór í landinum. Operusangarin Rúni Brattaberg, sum m.a. hevur sungið í Metropolitan Opera New York og Cincinnati Opera og hevur síðan 2014 verið knýttur at operuni í Leipzig og fekk føroysku mentanarvirðislønina í 2016, var sum ungur limur í Ljómi.

Føroya próstur í tíðarkeiðinum 1918- 44, Jákup Dahl, var føddur í Vági. Hann týddi Nýggja Testamenti (1937) og kirkjuritualini til føroyskt og skrivaði føroyska mállæru til skúlabrúks í 1908. Standmynd av Jákupi Dahl prósti eftir Janus Kamban myndahøggara stendur framman fyri kirkjuna.

Sildafiskiskapur við gørnum var í hæddini í 1950-árunum og gav nógv arbeiði, til flakavirkini komu í 1960-árunum. Her hevur Ellen Dahl skjalfest, hvussu sild varð skild og løgd í tunnur á bryggjuni í Vági í 1955. ELLEN DAHL

Fotografurin Ellen Dahl

Ellen Dahl (1907-90), ið var fødd og uppvaksin í Vági, fór í fotograflæru hjá Johan Harald G. Kaiser í Køge í Danmark 1924-29, og fór síðan heim aftur og stovnaði fotoatelier í 1930. Hon tók portrett, seldi fotoútgerð, framkallaði filmar fyri viðskiftafólkini og litlegði myndir. Størsta varandi týdning hevur hennara neyva fotografiska skjalfesting av lívinum í bygdini, sum hon soleiðis hevur varðveitt á skipaðan hátt í myndum gjøgnum 60 ár. Hon læt eftir seg umleið 150.000 ljósmyndir, glasplátur og negativ, sum ommusonur hennara Rógvi Johansen hevur talgilt og harvið gjørt atkomulig fyri øll, sum hava áhuga.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.