Porkeri

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Porkeri, sum er nevnt í Hundabrævinum, búgva 319 fólk. Har eru 37 merkur. Av teimum eru 14 merkur og 10 gyllin festijørð, íroknað jørð, sum fyrr var prestjørð, býtt millum átta festarar. Óðalsjørðin er 22 merkur og 6 gyllin. Áseyðatalið er 1.050.

Navnið Porkeri bendir á, at har hevur verið grísahald í gomlum døgum, og plássið ber eisini orð fyri at hava verið gott kornpláss. Av djórahaldi nú er tiltikið at hava veðrar, og tað er vorðin ein serstakur siður við árligari veðrasýning.

Fiskiskapur og sigling hava havt stóran týdning í bygdini. Per í Gjørðum bóndi var ein av teimum, sum smíðaðu føroya fyrsta skip, Royndina Fríðu, í Vági í 1804. Longu um ár 1900 var privatur sjómansskúli í bygdini, og hagar komu fiskimenn úr øllum Føroyum at læra til skipara. Nógvir skiparar vóru í bygdini, og tað sæst aftur í byggistílinum í bygdini í einari røð av stórum glæsiligum húsum fram við Skiparavegi. Húsini eru landskend sum skipararekkjan í Porkeri.

A/S Kambur úr Porkeri sjósetti í 1961 línuskipið Porkening, fyrsta stálskip bygt í Føroyum, á Tórshavnar skipasmiðju.

Kirkja hevur verið í Porkeri síðan siðaskiftið. Núverandi kirkja, ein siðbundin flagtakt timburkirkja, er frá 1847.

Brøðrasamkoman hevur havt salin Betania síðan 1907. Salurin, sum nú er, varð vígdur í 1975.

Fyrsti skúli í bygdini kom í 1888. Nýggi skúlin er frá 1984; her ganga børnini frá fyrsta til sjeynda flokk og halda síðan fram í Vágs skúla. Gamli skúlin er nú bygdarsavn við matstovu. Tann gamli handilin, Skemmukrambúðin, er umvældur við sjálvbodnum arbeiði og stuðli. Kommunan keypti í 2003 møblahandilin Húsið við Á, og tað varð gjørt til virkishús. Búsetingarnar í Eystrum og í Skálanum, sum ganga aftur til 16. øld, eru eisini umvældar.

Eitt lítið havnarlag við mola varð gjørt í Porkeri í 1964. Tað er bygt út fleiri ferðir, seinast í 1976. Í 2020 bygdi SEV vindmyllulund í haganum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.