Víkarbyrgi og Hamrabyrgi

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Víkarbyrgi og Hamrabyrgi eru hvør sínumegin Víkará. Har var bygd í gomlum døgum við bæði kirkju og kirkjugarði. Plássini avtoftaðust, men gjørdust seinni niðursetubygd. Vegasamband kom í 1977. Frá fyrst í 1990-árunum var laksasmoltstøð har, men hon er niðurløgd. Nú er eingin føst búseting, bara frítíðarhús.

Søgnin sigur, at svartideyði var orsøkin til, at plássið avtoftaðist, og at ein kvinna, Sneppan í Hamrabyrgi, var tann einasta, sum livdi eftir.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.