Niðursetubygdin Tvøroyri tók seg upp í 1836, tá ið fyrsti úthandil hjá kongliga einahandlinum læt upp á sandoyrini við ósan á Tvørá í haganum hjá markatalsbygdini Froðba. Á Tvøroyri búgva nú 871 fólk.
Umframt øki til byggigrundir varð ein trøð innhegnað, sum tey, ið arbeiddu við handilin, kundu velta til egna nýtslu. Til fyritøkuna hoyrdu í einahandilstíðini sethúsini hjá faktori og hjálparmanni, pakkhús, lossijakt (breið og opin skúta), neyst, bryggja og gestahús til viðskiftafólk, sum høvdu tørv á at gista.
Fyrstu árini var fólkavøksturin lítil. Tá ið Suðuroyggin fekk fyrsta lækna sín í 1852, fekk hann embætishús á Tvøroyri, og sýslumaðurin flutti úr Hvalba til Tvøroyrar í 1854. Sóknarkirkjan varð flutt úr Froðba til Tvøroyrar í 1856. Fyrsta posthús uttan fyri Havnina varð stovnað á Tvøroyri í 1884. Suðuroyartingið varð flutt úr Ørðavík til Tvøroyrar í 1895. Samstundis varð stovnað politistøð og varðhald. Fyrsta sjúkrahúsið varð bygt í 1904, og tað var bygt út í 1953 og 1995. Føroya Banki læt upp deild í 1922. Fyrsta apotekið varð stovnað í 1931 og fekk nýggj høli í 1964. Ellisheim varð bygt í 1930-árunum, og seinni komu toll- og skattstovan ella TAKS og Almannaverkið til Tvøroyrar. Strandferðslan hevur nú høvuðsskrivstovu á Tvøroyri, og Føroya Tele hevur eisini sæti í býnum. Tvøroyri er soleiðis vorðin umsitingarligur miðdepil í oynni.
Fleiri keypmenn búsettu seg í bygdini, eftir at einahandilin helt uppat. Tá ið skipsfiskiskapurin byrjaði í 1870-árunum, gjørdust keypmenninir eisini reiðarar. Fiskimenn og arbeiðarar – bæði menn og kvinnur – fingu arbeiði í klippfiskaídnaðinum, og tey vóru mong, sum settu seg niður á Tvøroyri.
Framburðurin helt fram til fyrst í 1920-árunum. Fíggjarkreppan í 1929 hevði eisini her við sær gjaldstrot og fíggjarstíg í 1930-árunum, og fakfeløgini á Tvøroyri tóku stig til samvinnuvirki: Ísvirkið í 1929 og AT í 1936. Í 1953 varð eitt flakavirki stovnað, sum N.J. Mortensen A/S hevði um hendur í tíðarskeiðinum 1955-75. Samvinnufelagið Tvøroyrar Flakavirki bygdi nýtt flakavirki á havnarlagnum í 1975.
Eftir bankakreppuna í 1992, bakkastið í fiskivinnugeiranum og endurskipanina undir Føroya Fiskavirking eru nýggj virki komin, eitt nú Delta Seafood, sum síðan 1995 hevur framleitt saltaðan og frystan fisk. Varðin Pelagic fór til verka á Tvøroyri í 2012 og hevur bygt stór virkishús á gamla havnarlagnum har.
Atløgubryggjur vóru einfaldar og smáar, tá ið fyrsta rættiliga betonghavnarlagið varð bygt á Tvøroyri í 1924. Tað varð longt í 1953 og útbygt við mola. Í einari víðfevndari útbygging av øllum havnarøkinum í 2014 varð bryggjan longd 300 m til djúpvatnshavn.
Tann gamla kirkjan varð flutt higar úr Froðba í 1856, og hon varð tikin niður aftur í 1908 og flutt, hesa ferð til Sandvíkar. Sama ár fekk Tvøroyri nýggja stóra kirkju, sum rúmaði 500-600 fólkum. Dánjal Mortensen kirkjuverji læt grundstykkið, Viggo Bertram teknaði hana, og hon var smíðað á Strømmen Trævarefabrik í Noregi, og haðani kom hon sum byggisett av timbri, seinni klædd við jarni; tekjan var eisini av jarni. Kirkjan stendur á sterkari steingrund. Í 1953 vórðu kórsvindeyguni prýdd við glasmálningum eftir Ernst Trier uttan málningurin í ovasta vindeyga, sum bróðirin Holmer Trier málaði í 1988. Tá ið kirkjan varð umvæld í 1980, fekk hon nýggjan timburklædning og varð málað av nýggjum bæði uttan og innan. Í 2017 fekk hon nýggja stáltekju. Kirkjuurið og kirkjuklokkurnar eru frá 1908. Kirkjan fekk eitt flygil í 1980 og nýtt orgul frá Marcussen & Søn við 18 røddum í 1986. Skírnarfuntur, altartalvur og ljósakrúnur eru gávur til kirkjuna, sum eisini hevur fingið fleiri olmussur. Bygdirnar í sóknini høvdu fyrr hvør sín skúla. Tvøroyri fekk skúla í 1884, ið virkaði sum felagsskúli í tíðarskeiðinum 1884-1905. Hann varð bygdur út í 1915 og 1927, seinnu ferð við S.J. Hofgaard sum arkitekti. Í 1978 fekk skúlin fimleikarhøll og í 1964 svimjihøll.
Tvøroyri var fyrsta stað uttan fyri Havnina, har tað bar til at taka millumskúlaprógv í 1924, og árið eftir Tvøroyri var fyrsta stað uttan fyri Havnina, har tað bar til at taka millumskúlaprógv í 1924, og árið eftirbar eisini til at taka preliminerprógv. Tekniskur skúli varð stovnaður í 1932 og handilsskúli í 1935. Teir báðir seinnu eru teir fyrstu av sínum slag í Føroyum. Kommunuskúlin varð seinast bygdur út í 1974, og har varð tá eisini stovnað hægri fyrireikingarnám (HF), sum nú eitur Fyrireikingarbreyt og er flutt til miðnámsskúlan í Hovi. Aftrat koma nýstovnaður eftirskúli og frítíðarskúli umframt vøggustova og barnagarður.
Fyrsta fótbóltsfelagið, Tvøroyrar Bóltfelag, TB, varð stovnað longu í 1892 og var í fleiri ár einasta fótbóltsfelag í landinum. Ár 1900 varð fótbóltsvøllur gjørdur á Sevmýri, sum tó ikki verður nýttur longur. Nú fer meginparturin av ítróttaíðkanini fram á teimum nýggju ítróttaøkjunum og í ítróttahøllini í Trongisvági.
Tvøroyrar Hornorkestur (upprunaliga stovnað í 1904) spælir á teimum flestu stóru tiltøkunum í Suðuroy.
Tvøroyrar Bio læt upp í 1922 og varð niðurlagur um 1990.
Politikarin og skaldið Rasmus Effersøe er føddur á Tvøroyri, og minnismerki er reist um hann við føðingarstað hansara í Heiðunum í 1957. Richard B. Thomsen, keypmaður og rithøvundur, sum skrivaði skaldsøgur á donskum, var føddur og búði á Tvøroyri. Eilif Mortansson, sum var føddur og vaks upp á Tvøroyri, skrivaði undir dulnevninum Gretha Stevns m.a. tær væl umtóktu gentubøkurnar um Susy og Pernille.
Frá handilsvirkjum til arbeiðarasamtøk
Tá ið fríhandil kom í 1856, keypti danski handilsmaðurin T.F. Thomsen bygningar og tilhoyrandi hjá einahandlinum á Tvøroyri, og har byrjaði hann handilsvirksemi sítt. T.F. Thomsen fekk í 1858 ein kappingarneyta í Johan Mortensen, ið eisini setti seg niður sum keypmaður á staðnum. Hann var føddur í Ørðavík og hevði arbeitt við útideild einahandilsins í Klaksvík og á Tvøroyri. Teir báðir keypmenninir fóru í holt við klippfiskaframleiðslu og gjørdu íløgur í fiskiskip. Úrslitið var, at eftir aldarskiftið hoyrdu 35 %, 40-45 skip, av føroyska fiskiflotanum heima á Tvøroyri.
Keypmenninir á Tvøroyri fingu í lag samstarv við keypmenn í øllum Føroyum sum vøruútvegarar og fiskakeyparar. A/S J. Mortensen Eftf. hevði eitt skifti 31 fiskiskip, tvey farmadampskip og umleið 30 úthandlar í øllum Føroyum. Teir róku eisini bankavirksemi.
Skipsfiskiskapurin og klippfiskaframleiðslan fingu arbeiðsfólk at tysja til Tvøroyrar, sum afturfyri vaks bæði skjótt og nógv, tí her bar til hjá mongum at skapa sær eitt lív uttan um fyritreytirnar í tí gamla bóndasamfelagnum.
Keypmansfamiljurnar og starvsfólk teirra taldu ein lítlan, kraftagóðan borgaraskap við lívsstíli, ið líktist tí í sambæriligum umhvørvum aðrastaðni í Norðurlondum um somu tíð. Tey búðu í stórum húsum og høvdu egnan klubba, Tvøroyrar Klubba, har tey hittust, meðan arbeiðs- og fiskafólk hittust í dansistovuni Tvørátungu.
Vikublaðið Føroyatíðindi kom í tíðarskeiðinum 1915-61 og var málgagn hjá eitt nú Edward Mortensen (frá 1923 Mitens), sjálvstýrispolitikara og fólkatingsmanni. Útgevari var A/S Ásdal.
Stóra tilflytingin gjørdi, at ein serligur arbeiðara- og fiskafólkabýlingur, Valurin, vaks fram. Menninir skipaðu seg í arbeiðarafelagið Fylking (1915), og kvinnurnar í Fiskepigernes Fagforening (1922). Tann nýggi føroyski Javnaðarflokkurin fekk stóra undirtøku á Tvøroyri, var umboðaður í kommunustýrinum í 1926 og fekk meirilutan og borgmeistarasessin í 1935. Tá ið flokkurin kom í løgtingið í 1928, var annar løgtingsmaðurin, Petur Mohr Dam, av Tvøroyri.
Búskaparliga afturgongdin í 1920- og 1930-árunum, sum rakti botnin, tá ið Wall Street fór á húsagang í 1929, rámti Tvøroyri við gjaldtrotum og búskaparligum stígi. Men tá tók arbeiðararørslan ymiss vinnulig stig. Ísvirkið, eitt framúr og nýmótans virki við køli- og frystihúsi, varð stovnað í 1929 við tí ætlan at flyta út feskan og frystan fisk sum ískoyti til tann siðbundna klippfiskin. Eitt nýtt farmaskip og níggju fiskiskip hoyrdu til virkið. Umframt heimskreppuna høvdu aðrar samanfallandi umstøður við sær, at virkið fór í gjaldtrot í 1932. Kommunan yvirtók bygningin hjá Ísvirkinum og leigaði hann út. Fiskiskip, t.d. sluppir og trolarar, komu til Tvøroyrar at keypa ís at køla fisk við. Hetta hevði samvirkandi árin og skapti jørðildi fyri aðrar vinnur, t.d. kola-, salt. og seinni oljusølu.
J. Mortensen Eftf. fór á húsagang í 1936. Hereftir keypti arbeiðararfelagið virkið. Tað fekk navnið Arbejdernes Trawlerdrift (AT) og rak handil, hýsti keypssamtøku, reiðaríi og fiskatilvirking. Aftrat kom ein lítil skipasmiðja. AT, sum legði árar inn í 1954, var eitt skifti við teimum meira enn 400 starvsfólkunum næststørsta virki í Føroyum.
Í tíðarskeiðinum 1941-71 stóð Arbeiðaranna Kolavirki fyri kolagrevstrinum í námunum í Rangabotni og hevði okkurt skifti væl oman fyri 100 arbeiðarar.
Les meira
- Akrar
- Fámjin
- Froðba
- Hov
- Hvalba
- Lopra
- Nes
- Ørðavík og Ørðavíkslíð
- Porkeri
- Sandvík
- Sumba og Sumbiar kommuna
- Trongisvágur
- Tvøroyar kommuna
- Vágur
- Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
- Suðuroy
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum