Í Søldarfirði, nevnd í Hundabrævinum, búgva 374 fólk, hon er gomul markatalsbygd og er 12 merkur av festijørð javnt býtt á tvey festi. Eingin óðalsjørð er í bygdini. Seyðatalið er 235 áseyðir.
Brøðrasamkoman hevur salin Elim, og Heimamissiónin hevur somuleiðis eitt samkomuhús í bygdini. Fyrsti skúlin í bygdini bleiv bygdur í 1892, og ein nýggjur bleiv bygdur í 1956, teknaður og bygdur av Niels Paula Hansen. Hesin skúli er seinni vorðin umbygdur og útbygdur við m.a. svimjihyli.
Undir seinna heimsbardaga bygdi bretski herurin eina oljugoymslu í Søldarfirði. Føroysku myndugleikarnir keyptu eftir kríggið grundina og goymsluna, og stutt eftir plantaðu tey trø í økinum, sum í dag er ein plantasja við spæliplássi. Havnin er vorðin útbygd og er enn undir útbygging.
Nógvir av manningini á sluppini Immanuel, sum gekk burtur í Íslandi í 1932, vóru úr Søldarfirði. Teimum varð í 1983 reistur ein minnisvarði í bygdini.
Les meira
- Eysturoy
- Æðuvík
- Eiði og Eiðis kommuna
- Elduvík
- Fuglafjørður og Fuglafjarða kommuna
- Funningur
- Gjógv
- Gøta
- Gøtugjógv
- Hellurnar
- Kambsdalur
- Lamba
- Lambareiði
- Leirvík
- Ljósá
- Nes bygd og Nes kommuna
- Norðragøta
- Norðskáli
- Oyndarfjørður
- Oyrarbakki
- Oyri
- Rituvík
- Runavík og Runavíkar kommuna
- Saltnes
- Selatrað
- Sjóar kommuna
- Skálafjørður
- Skáli
- Skipanes
- Strendur
- Sunda Kommuna
- Svínáir
- Syðrugøta
- Toftir
- Undir Gøtueiði
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum