Skipanes

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Á Skipanesi, sum er niðursetubygd frá 1839, búgva 49 fólk, bygdin liggur við eitt lítið nes við sama navni. Søgnin sigur, at Tróndur í Gøtu, umrøddur í Føroyingasøgu, skal hava havt Skipanes sum vetrarhavn.

Bygdin hevur eina lítla bátahavn. Skipanes og Undir Gøtueiði, sum hoyrir til Gøtu kommunu, eru í dag samanhangandi bygdir.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum