Norðragøta

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Ráðhúsið í Eysturkommunu í Norðragøtu er dømi um nýggjan byggisið, sum hugsar um lendið rundan um bygningin, tá ið bygt verður. Henning Larsen Architects A/S hevur teknað.
NIC LEHOUX/HENNING LARSEN ARCHITECTS, 2018

Í markatalsbygdini Norðragøtu búgva 655 fólk, og har eru 32 merkur, av teimum eru tríggir fjórðingar festijørð og ein fjórðingur óðalsjør, festini eru seks í tali. Tann størsti festigarðurin er 9 merkur og 5 gyllin, og hann er ein av teimum fáa stóru mjólkarbøndrunum. Seyðatalið er 995 áseyðir.

Norðaragøta fekk sína fyrstu havn í 1945, og hon er síðani tá vorðin útbygd fleiri ferðir. Í dag er sostatt ein rættiliga stór fiskaríhavn, við til tað stórum keiøki. Her er størsta virki í bygdini, Fiskavirkið í Gøtu, sum hevur umleið 100 arbeiðspláss og arbeiðir saltfisk til marknaðir í Spania, Grikkalandi og Portugal. Tað eru eisini fleiri smærri virki á havnarlagnum, sum m.a. hava samband við laksaling. Á Gøtuvík er laksaling.

Í Norðragøtu varð fyri langari tíð síðani gjørdur ítróttarvøllur, sum seinni er útbygdur og nýmótansgjørdur, so at í dag er ein fótbóltsvøllur, Sørpugerði, sum er heimavøllur hjá ítróttarfelagnum Víkingi (2008), sum eisini hevur eitt nýtt felagshús. Víkingur, sum vann Føroyameistaraheitið bæði í 2016 og 2017, er samanlagt felag av ítróttarfeløgum í Gøtu og Leirvík.

Ráðhúsið í Eysturkommunu er í Norðragøtu og varð vígt í 2018. Bygningurin er 750 m2, og flagtakið ger, at tað sær út sum húsið veksur upp úr jørðini.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum