Hellurnar

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Ein motorbátur er komin inn á Hellunum við saltaðum toski úr Fuglafirði, sum verður skipaður upp her til at verða vaskaður og turkaður til klippfisk, sum seinni verður tikin umborð aftur. Sildagørnini fremst í myndini vísa, at har var eisini sildafiskarí við gørnum út fyri bygdini.
SIGRID LÜTZEN

Niðursetubygdin Hellurnar, har ið tað búgva 12 fólk í dag, varð grundað í 1849 við Oyndarfjørð, har sum møguleiki var at leggja jørð inn, og har stuttur vegur var á fiskimið á Norðhavinum. Her eru leivdir av fornum bústøðum, sum eisini staðarnavnið Havnarbøur bendir á. Fyrr høvdu seyðamenninir eitt hús har, Topphús, har teir fingu ligið nátt.

Í 1907 stovnaði keypmaðurin S.P. Petersen úr Fuglafirði ein úthandil, og til tess at skapa arbeiðspláss fekk hann saltaðan tosk førdan til bygdina til at turka til klippfisk í sólini.

Á fjørðinum út fyri bygdini hevur Marine Harvest laksaaling.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum