Tær skrivligu keldurnar til Føroya elstu søgu eru fáar. Sambært Føroyingasøgu, sum íslendskur høvundur hevur skrivað um 1215, fór norrøna búsetingin í Føroyum fram í 800-talinum í tveimum umførum. Fornsøgan greiðir frá, at Grímur Kamban var fyrstur, men seinni komu fleiri, sum flýggjaðu undan Haraldi Hárfagra, kongi í Noregi, og somuleiðis komu fólk, sum frammanundan høvdu búð í norrønu búsetingunum í Írlandi ella oyggjunum við Skotland. Í hesum sambandi nevnir søgan ta íslendsku landnámskvinnuna Eyð hina Djúphugaðu, sum hevði verið gift víkingakongi í norrøna niðursetrinum í Dublin. Kanningar av arvafrøðiligu samansetingini í føroyingum hava víst, at meginparturin av mannligu landnámsfólkunum var av skandinaviskum uppruna, men landnámskvinnurnar vóru í heilt stóran mun úr bretsku oyggjunum. Hesar kanningar vátta sostatt tað flytingarmynstur, sum Føroyingasøga greiðir frá.
Føroyingasøga sigur annars frá valdsstríði millum tvær tær mætastu høvdingaættirnar í Føroyum í tíðini frá um 960 til um 1040, gøtuskeggjarnar við brøðrunum Bresti og Beini á odda og hovsættina, har Havgrímur í Hovi var høvdingi. Fornsøgan greiðir frá, at Sigmundur Brestisson arvaði høvdingadømi eftir teir báðar brøðurnar og var hirðmaður hjá Ólavi Trygvasyni, Noregs kongi, og kongsins vegna stóð hann á odda fyri at fáa føroyingar at taka við kristnari trúgv á tingi í 999. Søgan sigur eisini frá royndunum hjá norskum kongum at innlima Føroyar í eitt norskt oyggjaríki í Norðuratlantshavi, har høvdingarnir vóru skattskyldigir til norsku valdsharrarnar, og at tað eydnaðist, meðan Magnus Góði var kongur, tá ið arvtakin til bæði høvdingadømini, Leivur Øssursson, fekk Føroyar í len frá honum.
Frásøgnin í íslendsku fornsøguni um føroyingar tykist lutvíst at byggja á munnliga traditión, mannasøgn, úr Føroyum um ár 1200, lutvíst at vera bókmentalig framleiðsla við tíðarvillum. Hon kann tí heldur fatast sum ein endurgeving av samfelagnum tá viðvíkjandi rættarviðurskiftum og viðurskiftum við norska kongsveldið enn av søguliga veruleikanum í víkingatíðini.
Tær fornfrøðiligu leivdirnar úr víkingatíðini vísa, at fólkið búði í langhúsum av sama slagi sum í øðrum norrønum samfeløgum her fyri norðan. Fyrsta fornfrøðiliga kanningin av einum langhúsi úr víkingatíðini var í Kvívík í 1940-árunum og seinni eisini í Fuglafirði og øðrum bygdum. Tær fyrstu lonirnar vórðu vanliga bygdar við eina á ella høgliga strond. Seinni í víkingatíðini og miðøldini spjaddust garðarnir, býlingarnir, burtur frá upprunaliga garðinum. Hetta sæst enn í onkrari bygd, t.d. í Koltri.
Víðfevndasta fornfrøðiliga kanningin av einum garði úr víkingatíðini var á Toftanesi í Leirvík árini 1982-87. Garðurin, tíðarfestur til 900-talið, fataði um 20 m langt langhús og tríggjar smærri bygningar. Langhúsið var bygt av tjúkkum bogaðum veggjum av gróti og flag um eitt grindarlag av timbri við beinkjum fram við veggjunum inni í húsinum og javnfjarum berandi stólpum tveir og tveir. Á miðum gólvi var 5 m langur steinsettur eldstaður.
Í eystara enda var helst løða. Undan byggingini var økið væl turkað við steinsettum veitum ella rennum, men kanska eisini fyri at fáa rennandi vatn innandura til fólk og fæ.
Tá ið legstaðurin í Tjørnuvík varð útgrivin í 1956, lá ein sonevndur ringprónur á bringuni á kvinnu. Kolevni-14 tíðarfesting av beinagrindini og úr aðrari grøv har á legstaðnum tíðarfestu tær til 900-talið. Staðið, har legstaðurin er, skapið á gravunum, og so sum tær venda og eisini gravgóðsið og myndevnið á ringpróninum, nevnt valknútur, knýtir gravleggingarnar til eitt heiðið umhvørvi.
Enn eru veruligir gravheyggjar úr víkingatíðini ikki funnir, men nøvn á ávísum plássum eru sett í samband við gravir og gravheyggjar sum Tormansgrøv í Vági, Havgrímsgrøv í Hovi og Øtisheyggjur á Giljanesi.
Funnir eru lutir við kristnum teknum úr tíðini, áðrenn kristindómurin var formliga knæsettur. Tveir smáir kristnir trækrossar úr 900-talinum í býlinginum á Toftanesi í Leirvík. Tað síggjast smáar kirkjutoftir við umliggjandi rundleittum kirkjugørðum, har nøvn sum bønhús ella kirkjugarður eru í staðarnavninum, og sum minna um líknandi kirkjutoftir og -garðar úr víkingatíðini í Íslandi og Grønlandi.
Í nýliga gjørdum kanningum á Velbastað er í einum rundum kirkjugarði komin undan ein lítil kirkjutoft. Millum tað, ið funnið varð, var ein gyltur fingurringur, sum er silvurprýddur við krossi og drúvum. Hann kann tí setast í samband við kristiligt umhvørvi í yngri víkingatíð ella eldri miðøld. Í sama kirkjugarði varð eisini funnin ein sjáldsamur enskur silvurpengi, sum er tíðarfestur til 910-15. Kolevni-14 tíðarfestingar av kolaðum byggkornum haðani hava ávíst virksemi millum 765 og 905. Í bakkanum oman móti sjónum síggjast leivdir eftir búseting, sum benda á, at ein partur av búsetingini er skolaður út á sjógv.
Á Bønhúsfløtu í Nesi í Hvalba eru partar av tí, sum hildið verður at hava verið kirkjugarður, varðveittir. Í brattanum í sjálvum kirkjugarðinum eru mannabein funnin, sum eru tíðarfest til 1000-talið. Fáar metrar frá hesum kirkjugarði liggja toftirnar av garði/býlingi.
Sambært Føroyingasøgu varð fyrsta kirkjan í Føroyum bygd í Skúgvoy. Í sambandi við endurnýtslu av niðurløgdum kirkjugarði í Skúgvoy komu arbeiðararnir fram á kistuvið og nakrar legsteinar við ristum hjólkrossum og latínskum krossum. Kolevni-14 tíðarfestingar av kistuviðinum vísa, at kirkjugarðurin hevur verið í nýtslu longu í 800-900 talinum og tíðliga í miðøld. Uppruni legsteinanna og tíðarfesting er kortini nógv umrøtt. Nakrir granskarar halda, at steinarnir eru írskir úr 600-700 talinum, aðrir vísa á, at líknandi krossar finnast í Noregi og í kirkjugarðinum á Herjólfsnesi í Grønlandi, har teir eru tíðarfestir til 1200-talið, og at steinarnir tí sannlíkast eru úr fyrstu tíðini í kristnari miðøld. Onnur lík dømi finnast í Hebridunum. Eitt petti av einum tílíkum steini varð seinni funnið í fjøruni í Skúgvoy. Tað hevði rúnir, sum vórðu tulkaðar at vera nøvnini Gísli og Ísleifr og tíðarfest til um ár 1000/1050-1150.
Í fleiri oyggjum síggjast smáar vakhústoftir, har regluligt vaktarhald var við kagmanni at hava eyguni eftir sjórænarum. Vakhúsini vóru liðir í ávaringarskipan, so at fólkið kundi krógva seg burtur í fjøllunum, tá ið frættist um sjórænarar.
Í haganum sæst nógvastaðni farvegur eftir mannaverk úr ymsum tíðarskeiðum. Tað sjónskasta eru varðarnir, ið enn standa og vísa veg í eini skipan av gøtum, sum bundu saman býlingar og bygdir og vístu veg til týdningarmikil støð í haganum. Har afturat finnast gamlir flag- og grótgarðar og smærri toftir og eisini farvegur eftir eldri slag av landbúnaði. Saman við staðarnøvnum gevur hetta eina fatan av landbúnaðinum í fortíðini, m.a. at mjólka óm og av svínahaldi.
Skattfundir, fimm kirkjur og innlit í gerandisdagin í víkingatíðini heima á Sandi
Tað slætta og opna landslagið heima á Sandi við góðari veltingarjørð hevur verið lokkandi lendi fyri fyrstu bøndurnar, sum numu land. Her hava fornfrøðiligar kanningar í mong ár avdúkað rík og mong fortíðarminni.
Í 1863 var til tá einasti kendi føroyski skattfundur funnin í kirkjugarðinum. Gravarin har kom fram á silvurskatt, samanrullaðan í pjøka og við petti av silvurarmbandi og 98 silvurmyntum úr Evropa og Skandinavia frá tíðarskeiðinum um ár 1000-1100. Gjøllari kanningar í 1972 vístu, at skatturin var vorðin goymdur undir gólvi av stórum hellum í størri bygningi, sum hevur staðið sunnan fyri kirkjuna, áðrenn kirkjugarðurin varð gjørdur.
Standandi kirkja er frá 1836 og er ein av teim tíggju varðveittu og siðbundnu timburkirkjunum. 1969-70 avdúkaðu fornfrøðiligar kanningar undir kirkjugólvinum, at fimm kirkjur høvdu verið frammanundan. Fyrsta var ein eyðkend skandinavisk stavkirkja frá 1000-talinum við holum til stólparnar. Í seinnu kirkjunum vórðu stavirnir settir á syllargrót, og viðurin innan var vardur av grót- og flagveggi. Tvær tær fyrstu kirkjurnar høvdu romanska grundætlan við kvadratiskum skipi og smalari kóri suðureftir, og tær seinnu vóru rætthyrntar og høvdu gotiskt skap.
Beint uttan fyri kirkjugarðsgrindina varð í 1889 legstaður við 11 gravum funnin. Tey deyðu høvdu fingið gravargávur við sær: fingurringar av bronsu og silvuri, hálsbond við glasperlum, ravi og beini saman við smúkkum, jarnknívum, skaftið umvundið við fínum silvurtráði, kambi helst av beini. Eitt av líkunum hevði pung við blýloddum í belti, sum merkir, at hann var keypmaður. Eisini varð funnin ein kliptur kufiskur silvurmyntum, tíðarfestur til 800-talið.
Á tí 3.000 m2 stóra økinum vórðu eisini funnin spor eftir bygningar, langar steinsettar gongir, taktar við hellum, øska, kolað korn, ilska og dungar av eldmoyrknaðum gróti, sum samb. kolevni-14 tíðarfesting eru frá tíðliga í víkingatíð. Farslóð av smiðju- og øðrum handverki úr víkingatíðini ella tíðliga í miðøld er eisini funnin har.
Tann tilhoyrandi búsetingin er í Junkarinsfløtti, sum er um 100 m norðan fyri kirkjuna. Her eru berkað meturtjúkk løg frá búseting og bygging av húsum tætt við ein burturmáaðan bakka. Býlingurin, sum er frá eldri víkingatíð, varð avtoftaður um 1200-talið, og flytingin komst ætlandi av, at sandurin flutti seg nógv í 1200-1300-talinum. Kanningar í Junkarinsfløtti geva innlit í føroyska gerandisdagin og búskapin frá víkingatíðini til hámiðøld. Í burturkastinum frá húshaldi vóru funnar stórar mongdir av væl varðveittum beinum av dýrum og fiski og eisini skeljar. Tað var serliga svartfuglur sum lundi, álka, lomvigi og teisti saman við nógvum leivdum av toski, flatfiski og skeljafiski. Har funnust eisini leivdir av seyði, neyti og svíni. Millum Junkarinsfløtt og kirkjuna vórðu funnar leivdirnar av einum 33 m longum og 5 m breiðum langhúsi og aðrari bygging m.a. sum petti av einari steinsettari gøtu o.a., tíðarfest til millum 1020 og 1145.
Sigmundur Brestisson
Sigmundur Brestisson er ein víkingahøvdingi nevndur í Føroyingasøgu. Høvdingin Tróndur í Gøtu, sum drap faðir hansara, Brestir Sigmundarson, fostraði Sigmund og sendi hann síðan til Noregs. Tilkomin vendi Sigmundur saman við frænda sínum, Tóri, heim aftur til Føroya, har hann sambært søguni boðaði ta kristnu læruna í 999. Hetta fór tó ikki friðarliga fram, og m.a. var Tróndur í Gøtu noyddur at lata seg doypa og lata sær lynda Sigmundar ræði í Føroyum.
Tróndur í Gøtu hevndi seg seinni við at leypa á Sigmund, sum búði í Skúgvoy. Sigmundur, Tóri og húskallurin Einar flýggjaðu og lupu á sjógv. Tórir og Einar druknaðu, men Sigmundi eydnaðist at svimja til Sandvíkar í Suðuroy. Meðan hann lá útlúgvaður í fjøruni, var hann kortini dripin av bóndanum Torgrími Illa. Síðan tá hava Sigmundur og Tróndur staðið sum mótsetningar, og serliga tey, sum taka undir við sjálvstýri, hava tikið Trónd til sín.
Framman fyri Vesturkirkjuni er reist standmynd av Sigmundi.
Les meira
- Ærgisbrekka og summarbeiti
- Fornøld
- Gongdin í føroyska fólkatalinum 1327-2022
- Miðøld
- Tíðarskeiðið 1536-1850
- Tíðarskeiðið 1850-1920
- Tíðarskeiðið 1920-70
- Tíðarskeiðið 1970-2007
Les meira um Føroya søgu