Í skeiðinum frá 1920 til 1970 varð tað føroyska nútíðarsamfelagið skapt. Tær demokratisku ábøturnar, sum knæsettu løgtingið sum ein demokratiskan stovn burturav, vórðu samtyktar, tann nútímans politiska flokkaskipanin varð fingin í lag, og løgtingið fekk lóggevandi myndugleika í føroyskum viðurskiftum. Løgtingið fekk harafturat ræðisrætt yvir føroyska búskapinum, og tey flestu mentanarligu málini, teirra millum málsins støða í skúla og kirkju og eisini spurningurin um viðurkenningina av flagginum, vórðu greidd í tíðarskeiðinum. Viðurskiftini við Danmark vóru við hvørt torfør, men loysingin kom ikki.
Støða í ríkinum og fyrisiting
Føroya støða í ríkinum varð verandi óbroytt alt skeiðið, men fleiri kreppur høvdu í veruleikanum grundleggjandi broytingar millum Danmark og Føroyar við sær. Ein av teim minni stórslignu broytingunum var nýggja løgtingslógin frá 1923, sum sló fast, at løgtingið var eitt ráðgevandi ting, men áherðsla varð løgd á rættin at leggja fram álit fyri donsku ríkismyndugleikarnar. Ein týðandi broyting var, at amtmaðurin ikki longur skuldi vera fastur formaður á tingi. Tað skuldi nú sjálvt velja formann millum sínar fólkavaldu limir at leiða tingingarnar; amtmaðurin eins og próstin vóru bara limir, um teir vóru valdir inn av veljarunum. Amtmaðurin hevði tó sess á tingi og kundi (við ongum atkvøðurætti) vera við í samráðingunum javnbjóðis valdu tingmonnunum.
Løgtingsins støða sum ráðgevandi stovnur hevði kortini tað við sær, at amtmansins støða mótvegis løgtinginum var sterk. Hann hevði m.a. rætt at útseta verksetingar av løgtingsviðtøkum, til hann hevði fingið staðfest, at tær vóru í samsvari við galdandi lóggávu. Harafturat hevði kongur, t.e. í veruleikanum danska stjórnin, rætt at slíta løgtingið og skriva út løgtingsval. Ein onnur týðandi broyting var í valskipanini til løgtingið, sum til tá fleiri ferðir hevði havt við sær, at tann politiski flokkur, sum hevði fingið flestar atkvøður, ikki fekk meirilutan av løgtingsmonnum.
Talan var sostatt um demokratiskar ábøtur, sum báðir flokkar á løgtingi samdust um, men løgtingsins støða sum ráðgevandi ting var óbroytt, og lóggávuvaldið varð verandi á ríkisdegnum.
Ein fyrisitingarligur bati á løgtingi, sum vanliga bara var saman í seks vikur eftir ólavsøku, kom í 1928: ein landsnevnd sett saman av umboðum úr øllum politiskum flokkum, sum skuldi koma saman millum løgtingsseturnar, varð stovnsett.
Samstundis fekk løgtingið egna fyrisiting við skrivstovustjóra. Við hesum var løgtingið í fyrisitingarligum høpi vorðið nakað leysari av amtmansfyrisitingini, men tað var framvegis undir amtmansins eftirliti og løgfrøðiligu umsjón.
Heimastýrislógin
Við heimastýrislógini frá hinum 1. apríl 1948 fekk løgtingið lóggávumyndugleika í serligum føroyskum viðurskiftum, sum vórðu sett á lista A, og sum løgtingið beinanvegin kundi yvirtaka ábyrgdina av. Eftir samráðingar og semju við donsku myndugleikarnar kundi løgtingið eisini yvirtaka onnur felagsøki, sum stóðu á lista B. Serøkini á lista A vóru m.a. beinleiðis og óbeinleiðis skattir, stýrisskipanin, heilsuverkið, almannamál, skúlamál, kommunal viðurskifti v.m., og økini á lista B fevndu m.a. um fólkakirkjuna, ráevni í undirgrundini, løgregluna og jarðargrunnin.
Enn ein listi nevndi øki, sum ikki kundu verða latin føroyskum myndugleikum, teirra millum vóru m.a. uttanríkispolitikkur, verja, hægstirættur og pengamál.
Umframt løgtingið, sum hevði lóggávuvald í yvirtiknum málum, varð eitt landsstýri, ein føroysk stjórn, stovnsett. Tað skuldi sita fyri málunum, sum heimastýrið hevði tikið við.
Heimastýrislógin ásetti í § 2, at vildi heimastýrið yvirtaka eitt málsøki á lista A ella lista B, tók heimastýrið samstundis fulla ábyrgd og búskaparligu rættindini og skyldurnar, sum fylgja við teimum. Í § 9 var kortini eitt undantak frá hesi høvuðsreglu: sambært henni kundu heimastýrið og stjórnin við samráðingum semjast um, í »hvørjum vavi« eitt felags málsøki (t.e. eitt ikki yvirtikið málsøki á lista A ella B) kundi flytast til heimastýrið. Sostatt bar til at yvirtaka partar av einum málsøki, men fortreytin var semja millum heimastýrið og stjórnina.
Ein yvirtøka eftir § 9 hevði sostatt ikki somu (tignar)støðu sum ein yvirtøka eftir § 2, av tí at tað í fyrra førinum bara var kunngerðarmyndugleikin, ið varð yvirtikin, og í seinna førinum var tað eisini lóggávumyndugleikin.
Eitt málsøki kundi sostatt verða yvirtikið tvær reisir, fyrru ferð lutvíst eftir § 9 og síðan heilt eftir § 2, men tað kundi eisini verða yvirtikið í einum eftir § 2.
Amtmansembætið varð eisini avtikið, og í staðin kom ríkisumboðsmaðurin. Ríkisumboðsmaðurin hevði rætt til við ongum atkvøðurætti at vera við í samráðingum á løgtingi, men hevði mótsettur amtmanninum eingi rættindi mótvegis løgtinginum. Í førum við ósemju um tulking av heimastýrislógini skuldi sjeymannanevnd verða sett at taka avgerð í ósemjuni: tveir limir settir av heimastýrinum, tveir limir settir av stjórnini og eisini tríggir limir settir av hægstarætti. Vóru teir limirnir, sum heimastýrið og stjórnin høvdu sett, samdir um tulkingina, var málið avgreitt.
Beinleiðis ella óbeinleiðis skattir vórðu ikki óvæntað yvirtiknir beinanvegin, og tað sama var við stýrisviðurskiftum, bæði málini eftir § 2. Heimastýrislógin staðfesti, at løgtingið skuldi velja Føroya landsstýri. Landsstýrið skuldi verða leitt av landsstýrisformanni, sum fekk tað gamla heitið løgmaður. Løgtingið valdi løgmann og hini landsstýrisfólkini, men landsstýrið kundi bara verða sett frá í sambandi við løgtingsval, sum skuldi vera fjórða hvørt ár. Landsstýrið varð skipað sum ein fyrisitingarlig nevnd undir løgtinginum, og tinglimir kundu sita í landsstýrinum, samstundis sum teir sótu á tingi. Landsstýrið var harumframt skipað sum eitt kollegium, har allar avgerðir vórðu tiknar í felag, og limirnir ábyrgdust saman í felag fyri øllum avgerðum. Heimastýrislógin viðurkendi eisini føroyska flaggið og føroyskt sum høvuðsmál.
Kommunur, vælferð og fólkakirkja
Vøksturin í talinum á kommunum, sum var øktur eftir ár 1900, helt á. Í 1920 vóru 33 kommunur, og talið var hægst í 1970 við 51 ofta rættiliga smáum og fámentum kommunum. Hetta gjørdi tað trupult at leggja tey týdningarmestu vælferðarøkini, sum heimastýrið hevði yvirtikið ella hevði ætlanir um at yvirtaka, til fyrisiting í kommununum, av tí at nógvar teirra vóru so smáar, at har var als einki fólkagrundarlag.
Við sjúkrahúslógini frá 1939 yvirtóku løgtingið og ríkið ábyrgdina av øllum sjúkrahúsunum, sum áður høvdu verið staðbundin viðurskifti. Aðrar ríkisfíggjaðar vælferðarábøtur vórðu eisini settar í gildi í 1950- og 1960-árunum; danska fólkapensiónin frá 1957 varð sett í verk í Føroyum í 1959 við stuðli frá øllum flokkum.
Føroyska fólkakirkjan, sum síðan 1923 hevði ligið undir Keypmannahavnar stifti, varð í 1963 stovnsett sum sjálvstøðugt varabiskupsdømi, og varabiskupur kom í staðin fyri próstin. Í 1990 vórðu Føroyar skildar frá Keypmannahavnar stifti og gjørdust sjálvstøðugt biskupsdømi við egnum biskupi, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja.
Vinnulív og fólk
Í 1920 var føroyska samfelagið broytt frá landbúnaðarsamfelagi til eitt handils- og fiskivinnusamfelag. Stórar fólkafrøðiligar flytingar fóru fram millum ymsu økini. Fólkið flutti úr teim vanabundnu landbúnaðarbygdunum til teir nýggju handilsstaðirnar, har reiðarar og skiparar savnaðu sítt virksemi.
Sluppirnar komu undan Íslandi við fiski, sum skuldi turkast og saltast, og tað gav bæði kvinnum og monnum arbeiði. Í 1920-árunum royndu sluppirnar fyri tað mesta við snøri undir Íslandi, men í 1930-árunum byrjaði línuveiðan við teimum størru skonnart unum undir Grønlandi av álvara. Longu í 1925 var ein føroysk havn latin upp í Grønlandi, ið skipini kundu hava sum útgerðarhavn.
Fiskiskapurin undir Føroyum gekk ikki væl, tí bretskir trolarar ofta lógu tætt undir landi og trolaðu, men undir fyrra heimsbardaga var nógv at fáa á leiðunum kring Føroyar, av tí at bretsku trolararnir komu ikki hesa tíðina. Teir komu aftur eftir kríggið, og føroyingar máttu finna sær aðrar fiskileiðir.
Tær longu ferðirnar við sluppum og skonnartum til Íslands ella Grønlands vóru hættisligar í ringum veðri, og nógvu skipbrotini í 1920- og 1930-árunum settu djúp spor í føroyska samfelagið. Búskaparliga vóru tíðirnar heldur ikki góðar, og serliga vóru 1930-árini ring. Búskaparliga heimskreppan í 1929 rakti eisini Føroyar meint. Føroyingar fluttu meginpartin av fiskiveiðuni (serliga saltfiskin) út til marknaðirnar í Suðurevropa, men teir vóru ógviliga skiftandi. Í Spania var borgarakríggj í 1930-árunum, tað var politiskur ófriður og búskaparlig kreppa í Grikkalandi, og Fólkasamgongan útihýsti tí fasistiska Italia fyri innrásina í Abessinia (Etiopia) í 1935. Hesir týdningamiklu marknaðirnir vóru sostatt næstan afturlatnir fyri føroyskum útflutningi.
Seinni heimsbardagi skapti kortini framúr góðar møguleikar fyri føroyskt vinnulív og búskap. Føroyar, sum í 1930-árunum næstan høvdu verið útilokaðar frá at selja á úrtøkugóðu bretsku fiskamarknaðunum, fingu nú so at siga fría atgongd til henda 1930-árunum, men undir bardaganum var fiskivinnan so at kalla øll løgd um frá saltfiskavirking til festfiskaveiðu og flutning av feskum fiski á bretska marknaðin. Fiskaprísirnir vóru góðir, men kostnaðurin í mannalívum var høgur: Umleið 200 føroyingar sjófórust undir krígnum. Samstundis var eisini arbeiðsloysi, av tí at sluppir og skonnartir undir Íslandi og Grønlandi høvdu 15-20 menn við, men til feskfisk og flutning var ikki brúk fyri meira enn seks-átta monnum. Mett verður, at føroyski útflutningurin var 20 % av fiskinum, sum Bretland fekk undir seinna heimsbardaga.
Eftir kríggið fekk saltfiskavirkingin endurreisn eina tíð og helt á minkandi, tá ið feskfiskavinna og flakavirki í 1960-árunum fingu undandragið. Í 1950-árunum kom ein búskaparlig kreppa, av tí at fiskiflotin í fyrsta umfari varð endurreistur við at seta krígsuppsparingina í gamlar koltrolarar, sum bretar skiftu um við oljuriknar trolarar. Henda íløgan royndist illa, tí koltrolararnir vóru tungir at reka, bóru seg ikki og kundu ikki standa seg í kapping við nýggjaru trolararnar. Stórur partur av fiskiflotanum fór á heysin, og bankarnir, serliga Sjóvinnubankin, sum føroyingar áttu, máttu endurreisast tríggjar ferðir í 1950-árunum við hjálp frá stjórnini og Tjóðbankanum.
Har var stór búskaparlig afturgongd í fiskivinnuni, og nógvir fiskimenn fóru annaðhvørt við útlendskum skipum ella til Grønlands. Eitt sindur hjálpti tað tó, at sildafiskiskapur við gørnum royndist rættiliga væl í 1950-árunum, tí øll fiskifør kundu brúkast at veiða sild við, eisini trolarar. Í 1962 fekk sildafiskiskapurin við teim nýggju kraftblokkaskipunum enn størri týdning og legði grund undir fiskamjølsvirkið Havsbrún, sum varð bygt í Fuglafirði í 1966. Úrtøkan hjá manningunum á hesum nýggju kraftblokka- og rækjuskipum í Grønlandi, har fiskiskapurin byrjaði í 1969, var ógviliga góð.
Endurreisingin í 1950-árunum fór fram við hjálp úr nýstovnaða reallánsstovninum, sum fekk fíggjarmegi burtur av danska partinum av Marshallhjálpini. Hesa ferð settu føroyingar pengar í nýggj stálbygd línuskip og trolarar, sum útvegaðu teim nýggju flakavirkjunum rávøruna. Endurreisingin av fiskivinnuni var at kalla fullførd í 1960-árunum, og fyrst og fremst tey mongu nýggju flakavirkini broyttu føroyska fiskivinnu. Sum heild var fiskiflotin vorðin meira framkomin og fjølbroyttari.
Íbúgvatalið vaks frá umleið 21.000 í 1920 til um 32.000 í 1950, og í 1970 lá tað um 38.000. Fólkavøksturin var serliga í Havn og í fleiri av størru fiskivinnubygdunum. Í 1920 búði t.d. 24,1 % av øllum fólkinum í landinum í Havn (11,7 %), Klaksvík (4,8 %) og á Tvøroyri (7,5 %), og í 1970 búðu ikki minni enn 44,5 % av øllum føroyingum í Havn (27,8 %), Klaksvík (11,5 %) og á Tvøroyri (5,2 %). Norðoyggjar eru dømi um flyting í íbúgvatali, sum fór beint øvutan veg í hesum tíðarskeiði; í 1920 búðu 6,6 % av fólkinum í Norðoyggjum (Klaksvík undantikin), men í 1970 var parturin farin niður í 2,6 %.
Tær stóru samfelagsbroytingarnar, fólkavøkstur og fólkafrøðiligar flytingar skaptu gróðrarlíkindi fyri røringi í andligari mentan. Vekingarrørslurnar vóru komnar til Føroya longu í seinnu helvt av 1800-talinum, men ikki fyrr enn fyrst í 1900-talinum fingu tær ávirkan. Heimamissiónin fekk góða undirtøku í 1920-árunum og 1930-árunum, men varð verandi partur av fólkakirkjuni hóast ymsar ósemjur. Øðrvísi var við gongdini í hinari vekingarrørsluni, brøðrasamkomuni ella Plymouth Brethren, ið kom til Føroya um Skotland við einum trúboðara í 1865. Brøðrasamkoman fekk eisini stóra undirtøku í 1920-árunum og 1930-árunum, serliga í stóru nýggju tilflytarabygdunum, men fólkakirkjan stóð sterk í mongum av teimum siðbundnu landbúnaðarbygdunum.
Undirstøðukervi – vegir, havnir og samferðsla
Í 1920 vóru hvørki vegir ella brýr av týdningi bygdanna millum, men her kom stór broyting í hesa tíðina. Í 1907 kom Hoydalsvegurin ella Sanatoriivegurin norðan fyri Havnina, sum verður sagdur at vera fyrsti uttanbíggjarvegur í Føroyum, og vegurin millum Skopun og Sand frá 1916 verður roknaður at vera fyrsti vegurin millum bygdir. Síðan kom ferð á útbyggingina. Í 1921 játtaði danska stjórnin 80 % av kostnaðinum til fimm vegir millum Sørvág, Miðvág og Sandavág, millum Havn, Velbastað og Kirkjubø, millum Søldarfjørð, Gøtu og Fuglafjørð, millum Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna, og eisini millum Sand, Skálavík og Húsavík. Í 1955 var vegasamband við flestu størru bygdirnar, men enn var eingin vegur til nakrar av teim smærru bygdunum og um fjøllini, har tað var næstan ógjørligt at byggja veg og ikki bora tunnil gjøgnum fjallið. Havnin hevði bara vegasamband til Velbastaðar og Kirkjubøar, og í Norðoyggjum vóru bara fáir vegir.
Í 1965 varð Oyggjarvegurin latin upp, vegurin um fjøllini millum Havn og Kollafjørð, og í 1965 og 1967 komu tunlarnir, sum knýttu Klaksvík og bygdirnar norðanfyri saman. Í Suðuroy fekk Hvalba tunnil til sunnara partin av oynni.
Sjógvurin var tó enn einasta leiðin millum oyggjarnar, men havnarløgini vórðu ógviliga nógv útbygd og nútíðargjørd. Fyrst í tíðarskeiðinum høvdu reiðarar bygt privatar bryggjur til síni skip, men í 1913 samtykti danska ríkið at fíggja meginpartin av teim stóru havnargerðunum í størri føroyskum bygdum. Fyrri heimsbardagi gjørdi, at verklagsarbeiðini vórðu seinkað, men í 1920-árunum kom ferð á. Tað stóra havnarlagið í Havn stóð liðugt í 1927, og tíggju ár seinni, í 1937, stóð seinasta nýggja havnarlagið í hesum umfarinum liðugt í Klaksvík. Havnarløgini fóru í 1930-árunum av privatum hondum og gjørdust kommunal virkisøki.
Í 1921 kom tað fyrsta elverkið í Botni í Suðuroy. Í 1931 kom eitt tílíkt kommunalt elverk í Ánunum, sum Klaksvíkar kommuna átti. Í 1950-árunum vórðu øll tey kommunalu elverkini savnað í eitt felags kommunalt felag, SEV. Stóra elverkið í Vestmanna læt upp í 1953, og í 1974 varð Sundsverkið bygt. Soleiðis fekst útbyggingin av elsambandinum til allar bygdir og oyggjar í lag. í 1970 fekk seinasta bygdin, Múli, á Borðoynni ravmagn.
Fyrsta telefonlinjan millum tvær bygdir var løgd av privatum í 1905, men longu í 1930-árunum vóru allar bygdir knýttar til eina av teimum handvirkandi telefonstøðunum. Í fleiri bygdum var bara ein einasta telefon. Eitt stórt framstig kom í 1953, tá ið tað gjørdist møguligt í Havn at ringja beinleiðis til eina ávísa telefon uttan um umstillingarstøðina hjá almenna telefonfelagnum. Tað var tó ikki fyrr enn í 1978, at tær seinastu handvirkandi umstillingarstøðirnar vórðu avloystar av beinleiðis telefonsambandi. Í 1954 varð telefonsambandið til Danmarkar latið upp, og í 1971 bar til at ringja beinleiðis til Danmarkar.
Skúli, útbúgving og mentanarstovnar
Realskúli kom á Tvøroyri í 1923, í Vági í 1933 og í Klaksvík í 1935. Í 1950-árunum vórðu stovnsettir millum- og realskúlar í fleiri av teim størru bygdunum: í Vestmanna og Fuglafirði, á Glyvrum, í Sørvági og eisini í Miðvágs- Sandavágsskúla. Í 1962 fingu fleiri skúlar henda møguleika, men nú snúði tað seg um tvey spor: eitt realprógv, sum gav atgongd til studentaskúlarnar, og eitt 8., 9. og 10. floks prógv, ið ikki gav atgongd. Í 1971 kundu 14 fólkaskúlar bjóða skúlagongd, sum miðaði ímóti real- ella 10. floks prógv.
Í 1937 varð eitt tvey ára langt studentaskeið stovnsett í Havn. Tey fyrstu árini helt skúlin til í realskúlanum, men í 1946 flutti hann yvir í VBV-húsini við Skansan. Her húsaðist hann til 1962, tá ið hann flutti í nýggjan skúlabygning uppi í Hoydølum. Í fyrstuni bar bara til at fáa málsligt prógv, men í 1947 bar til at fáa støddfrøðiligt-náttúruvísindaligt prógv. Í 1959 varð skeiðið økt til trý ára langt skeið, og í 1962 broytti studentaskeiðið navn til studentaskúli og flutti samstundis inn í nýggju hølini.
Í 1960 varð sjúkrasystraskúli stovnsettur. Tey fyrstu árini var neyðugt at fara til Danmarkar at taka part av útbúgvingini, men síðan 1979 hevur borið til at fáa alla útbúgvingina í Føroyum.
Umframt teir vanligu kvøldskúlarnar, ið lýstu við skeiðum í rættiliga nógvum evnum, vórðu tekniskir skúlar fyri lærlingar og handilsskúlar fyri tey, sum starvaðust í handlum, skipaðir sum kvøldskúlar í fleiri størri bygdum longu í 1930-árunum. Í 1949 bar til at taka eitt serligt handilsprógv, handilshjálparaprógv. Síðan 1960 hava bara verið tekniskir skúlar í Havn og Klaksvík. Handilsskúlar vórðu skipaðir í 1960-árunum, og í 1967 varð Føroya Handilsskúli í Havn stovnsettur.
Longu í 1892, stutt eftir at slupptíðin byrjaði í 1872, gjørdist møguligt at fáa skiparaprógv í Føroyum. Royndir skiparar løgdu um vetrarnar av sínum eintingum undirvísing til rættis fyri ungar fiskimenn, sum gav teimum møguleika at fáa skiparaprógv. Yvirmenn á donskum sjóverjuskipum undir Føroyum vóru próvhoyrarar á skeiðunum. Í 1906 varð við ríkisstuðli roynt at stovna sjómansskúla, sum skuldi kunna veita næmingunum stýrimansprógv, men orsakað av ov fáum næmingum varð skúlin, sum hevði egnan bygning, latin aftur í 1909. Teir privatu skúlarnir við ríkisstuðli hildu kortini á, men í 1928 varð sjómansskúlin í Havn stovnsettur. Heimastýrið yvirtók longu í 1949 sjómansskúlan undir navninum Tórshavnar Sjómansskúli. Skúlin, ið fekk innivist í gamla sjómansskúlanum frá 1906, flutti í 1962 inn í nýggj og seinni um- og uppíbygd høli, har hann framvegis heldur til. Í 1947 var harafturat eisini stovnaður skipara- og fjarritaraskúli í Klaksvík. Í 1964 varð Føroya Maskinskúli stovnsettur. Maskinskúlin varð í 2008 lagdur saman við sjómansskúlanum í Havn undir tí nýggja navninum Vinnuháskúlin.
Færø Amts Arkiv varð stovnsett sum ríkisstovnur í 1932, men varð yvirtikið av løgtinginum í 1952 og hevur síðan verið landsskjalasavn, nú undir navninum Tjóðskjalasavnið. Í 1952 stovnaði løgtingið Føroya Fornminnissavn, og í 1955 Føroya Náttúrugripasavn. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2011 undir navninum Tjóðsavnið.
Útvarp Føroya, sum fór undir at varpa út í 1957, varð í 2005 lagt saman við Sjónvarpi Føroya, sum fór at senda í 1984. Hesin nú samanlagdi stovnurin eitur Kringvarp Føroya, stytt KVF.
Í 1970 varð Listasavn Føroya stovnsett í Havn.
Politikkur
Í 1918 fekk Sjálvstýrisflokkurin fyri fyrstu ferð meiriluta á løgtingi og varðveitti hann til 1923. Flokkurin ætlaði at nýta meirilutan til at fremja nøkur av sínum týdningarmestu málum, og í hesum skeiði samtykti løgtingið fleiri ferðir, at føroyskt skuldi verða undirvísingar- og kirkjumál. Løgtingið samtykti í sambandi við grundlógarbroytingina í 1920 at broyta § 2 – at lóggevandi myndugleikin er í felag hjá kongi og Ríkisdegi – soleiðis, at løgtinginum kundi veitast myndugleiki at lóggeva í serligum føroyskum viðurskiftum. Ríkismyndugleikarnir góðkendu kortini ongar av samtyktunum. Hesi viðurskifti, saman við ákærunum frá landstingsnevndini í 1919 um ríkisskaðiligan atburð, elvdu, at viðurskiftini millum Sjálvstýrisflokkin og donsku vinstrastjórnina gjørdust ísakøld.
Tá ið ósemjan millum Noreg og Danmark um tær norðuratlantisku oyggjarnar í 1923 fekk norskan professara í fólkarætti at mæla til at hava fólkaatkvøðu í Føroyum, hvørt oyggjarnar skuldu hoyra til Noregs ella Danmarkar, festi í. Føroyski landstingmaðurin Oliver Effersøe úr Sambandsflokkinum segði í tí viðfangi við donsk bløð, at Føroyar vóru væl viðfarnar av Danmark, og at eingin vilji var í Føroyum at koma saman við Noregi. Formaður Sjálvstýrisfloksins, Jóannes Patursson, ið júst tá var í Noregi, svaraði við fjarriti: sambært honum kundi útsøgn landstingmansins bara skiljast soleiðis, at har var einki ynski í Føroyum at koma saman við Noregi undir somu harðhentu kor, sum Danmark í løtuni handhevjaði ímóti Føroyum.
Sambandsflokkurin reisti málið á løgtingi, har sjálvstýrismenninir stuðlaðu Jóannesi Paturssyni, og í fólkatinginum, har forsætisráðharrin Niels Neergaard í oktober 1923 hevði á munni, at danska stjórnin fór treytaleyst at stuðla teimum kreftum í Føroyum, sum vildu virka fyri at varðveita stjórnarrættarligu støðuna, sum nú var. Hann strikaði eisini undir, at ein treyt fyri donskum stuðli til føroyskt mál og mentan var, at grundlógin framvegis skuldi vera galdandi fyri alt ríkið, eins og danskt skuldi verða varðveitt sum felags mál í øllum ríkinum. Henda rættiliga avgjørda danska støðutøka til føroyskan politikk østi Sjálvstýrisflokkin so mikið upp, at flokkurin í 1924 samtykti at broyta stevnuskránna. Tískil vórðu allar tilvísingar til Danmarkar og danskt burturbeindar, her uppií orðingin um, at virkað fór at vera fyri so nógvum sjálvstýri, sum kundi fáast »í sátt og semju við stjórn og ríkisdag«.
Samstarv kom síðan í staðin fyri stríð, men tað hoyrir við til søguna, at Sjálvstýrisflokkurin hevði ongantíð havt meirilutan av veljarunum í sínum parti. Tað vóru serligar ásetingar í vallógini til løgting og próstin, ið var sjálvstýrismaður, sum í tíðarskeiðinum høvdu tryggjað Sjálvstýrisflokkinum meiriluta á løgtingi. Tá ið nýggja løgtingslógin, sum innihelt eina rættvísari vallóg, kom í gildi í 1923, endurvann Sambandsflokkurin longu sama ár stóran meiriluta á løgtingi. Tá ið kenslumálaráðharrin Nina Bang setti fram semingsuppskot, sum við einum undantaki hevði viðurkent føroyskt sum undirvísingarmál, varð tað tískil vrakað av meirilutanum á løgtingi.
Málið varð ikki loyst fyrr enn í 1939, tá ið stjórnin gjørdi eftir ynski frá stórum løgtingsmeiriluta frá 1936 um at javnseta føroyskt og danskt í skúla og kirkju. Um hetta mundið høvdu tveir nýggir politiskir flokkar, Javnaðarflokkurin (1925) og Vinnuflokkurin (1935), sum báðir vóru meira tjóskaparsinnaðir enn Sambandsflokkurin, fingið umboð á Løgtingi, og Sambandsflokkurin hevði mist meirilutan í Løgtinginum. Í 1939 syndraðist Sjálvstýrisflokkurin, og formaðurin, Jóannes Patursson, stovnaði Fólkaflokkin saman við fólkunum aftanfyri Vinnuflokkin, sum eisini var ein sjálvstýrsisinnaður flokkur.
Tíðin undir og eftir seinna heimsbardaga
Tá ið Danmark undir seinna heimsbardaga varð hersett av týskarum, og Føroyar av bretum, ávikavist hin 9. og 13. apríl 1940, hevði Sambandsflokkurin átta tingmenn, Javnaðarflokkurin seks, Sjálvstýrisflokkurin fýra og Fólkaflokkurin seks. Fólkaflokkurin skeyt longu hin 9. apríl upp, at løgtingið tók við øllum myndugleika í Føroyum, men meirilutin (18) samtykti saman við amtmanninum hin 9. mai eina fyribils stýrisskipan, har løgtingið saman við amtmanninum fekk lóggevandi vald í teim serligu føroysku viðurskiftunum.
Bretska hersetingarvaldið viðurkendi føroyska flaggið, sum nógv rok hevði staðist av í 1930-árunum, til nýtslu á sjónum. Longu frá byrjanini høvdu bretar, sum eina tíðina høvdu 8.000 hermenn í Føroyum, tó gjørt greitt, at teir fóru at lata Føroyar aftur til Danmarkar eftir bardagan. Teir kunngjørdu samstundis, at teir fóru ikki at viðurkenna eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki, sum var lýst uttan undanfarandi samráðingar við ta frælsu Danmørk. Fólkaflokkurin, sum í 1943 tvífaldaði tingmannatalið úr seks upp í tólv og bara restaði ein lim í at hava reinan meiriluta, fekk sostatt einki burtur úr framgongdini.
Eftir kríggið var tó greitt fyri teimum flestu, at tað var ógjørligt at venda aftur til støðuna undan bardagaárunum. Føroyski búskapurin stóð sterkur. Løgtingið hevði saman við amtmanninum havt lóggevandi myndugleika, flaggið varð viðurkent at flagga við á sjónum, og føroyingar høvdu av teim tøttu búskaparligu viðurskiftunum við bretar brúkt sínar egnu peningaseðlar, ið høvdu verið knýttir at sterlingpundinum, ikki at donsku krónuni; sjálvstýrisrørslan hevði ongantíð fyrr verið so sterk.
Eitt løgtingsval í november 1945 gjørdi ikki politisku støðuna greiðari, men tá ið teir føroysku politisku flokkarnir í samráðingum í Keypmannahavn fyrst í 1946 ikki kundu semjast um eina nýggja skipan, setti danska stjórnin fram eitt uppskot, sum minti um kravboð. Eingin av teim politisku flokkunum var fegin um uppskotið, sum meddaði móti onkrum mitt millum ynski Javnaðarfloksins og Sambandsfloksins. Ætlanin mundi vera, at javnaðarmenn og sambandsmenn, sum høvdu tepran meiriluta á løgtingi, skuldu samtykkja uppskotið, men tá ið ein javnaðarmaður segði seg vera sjálvstýrissinnaðan, bar henda ætlan ikki á mál. Í staðin setti Fólkaflokkurin, sum vildi hava einar sjálvstøðugar Føroyar í samveldi við Danmark, fram uppskot um føroyska fólkaatkvøðu fyri ella ímóti stjórnaruppskotinum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin samtyktu kortini í staðin eitt uppskot um fólkaatkvøðu, har valið stóð millum stjórnaruppskotið og loysing. Fólkaatkvøðan var 14. september 1946, og úrslitið gjørdist tepur meiriluti fyri loysing. Men tá ið Fólkafloksins tingmenn saman við rýminginum úr Javnaðarflokkinum vildu fremja loysingina, sleit kongur løgtingið og skrivaði út nýval, sum var í november í 1946. Teir tríggir samhoyringar-flokkarnir (Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) fingu nú trivaligan meiriluta á Løgtingi og fóru undir nýggjar samráðingar við stjórnina; semja fekst um heimastýrislógina frá 1. apríl 1948, eina skipan, sum javnaðarfólkini mundu vera mest nøgd við.
Heimastýrið
Tað fyrsta heimastýrisstýrið í 1948 var samgonga millum Sjálvstýrisflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin við formanni Sambandsfloksins, Andrass Samuelsen, sum fyrsta løgmanni. Men landsstýrið sat bara tvey ár, til 1950, tá ið eitt annað tók við.
Hóast grundleggjandi ójavnar undanfarnu árini um viðurskiftini við Danmark elvdi kreppan í 1950-árunum, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum væl kundu semjast um búskaparliga politikkin, longu í 1950 gjørdu avtalu um landsstýrissamgongu, ið varð sitandi meginpartin av 1950-árunum. Samstarvið við Sambandsflokkin um búskaparliga politikkin og við donsku stjórnina um endurreising av føroyska búskapinum og fiskivinnuni gjørdist kortini dýrt fyri Fólkaflokkin. Flokkurin hevði í 1943 havt 13 menn á tingi, og seinast í 1950-árunum vóru teir bara fimm. Tað var serliga hin nýstovnaði Tjóðveldisflokkurin (1948), sum gjørdi sær dælt við afturgongd Fólkafloksins.
Fiskimenn, sum í 1950-árunum fóru í verkfall fyri at fáa frægari kor, vendu sær frá Fólkaflokkinum, sum m.a. varð stuðlaður av reiðarum. Í staðin fyri atkvøddu nógvir teirra fyri tí vinstrahalla Tjóðveldisflokkinum, har sum formaðurin eisini var formaður í Fiskimannafelagnum.
Harafturat kundi Tjóðveldisflokkurin beint í hølunum á fólkaatkvøðuni í 1946, ið Fólkaflokkurin eftir teirra hugsan hevði svikið, vísa á, at heimastýrislógin loyvdi Danmark at seta NATO-sáttmálan frá 1949 í gildi í Føroyum og ikki spyrja løgtingið. Síðst, men ikki minst, fekk Tjóðveldisflokkurin gagn av læknastríðnum í Klaksvík 1952-56.
Í 1958 var Tjóðveldisflokkurin vorðin ein av teim fýra stóru flokkunum saman við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Hesir flokkar eyðkenna enn ta politisku skipanina. Tjóðveldisflokkurin kom í 1963 fyri fyrstu ferð í landsstýrið saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum; eitt landsstýri, ið hevði stórar ætlanir á politiska sjálvstýrisleið. Tað var tó ikki fyrr enn í 1970-árunum, at nakað munandi hendi tann vegin.
Læknastríðið 1952-56
Í 1952 byrjaði tað sonevnda klaksvíksstríðið. Hetta fløkjaliga mál var í veruleikanum sett saman av trimum ósemjum: í fyrsta lagi ein ósemja millum heimastýrishøvuðsstaðin í Havn og fiskivinnuhøvuðsstaðin í Klaksvík; í øðrum lagi ein ósemja millum fiskimenn í Klaksvík og hin alráðandi reiðaran har, Jógvan Frederik Kjølbro, sum teir sótu illa um sátt við, og í triðja lagi ein ósemja millum Danmark og Føroyar, serliga Klaksvík, har meira enn 70 % av veljarunum høvdu atkvøtt fyri loysing í september 1946.
Olaf Halvorsen og hansara stuðlar
Í fyrstu syftu var orsøkin til stríðið, at leiðslan fyri alt føroyska sjúkrahúsverkið í 1952 hevði sett ein føroyskan sjúkrahúslækna á sjúkrahúsið í Klaksvík í staðin fyri setta danska læknan Olaf Halvorsen, sum meginparturin av fólkinum í læknadøminum vildi hava. Setanin elvdu til ógvislig mótmæli frá meirilutanum av borgarum í læknadøminum, sum fevndi um Norðuroyggjar og eisini ein part av Eysturoynni.
Í eygum myndugleikanna hevði Olaf Halvorsen tann trupulleika, at hann hevði verið limur í DNSAP – Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti – frá 1938 til 1941, og hann fekk í tí sambandi í 1948 álvarsama atfinslu í eini gerðarrættarsemju fyriskipað av DADL, danska læknafelagnum, sum føroyska læknafelagið eisini var partur av, fyri sín hugburð undir krígnum. Gerðarrættarsemjan segði eisini, at Olaf Halvorsen skuldi rinda 601,50 kr. í sakarmálskostnaði. Men tá ið Halvorsen sýtti fyri at gjalda, varð hann rikin burtur úr læknafelagnum. Tað elvdi til, at hann sambært semjuni millum heilsustýrið og DADL ikki kundi vera settur í sjúkrahúslæknastarv við sjúkrakassayrki, sum tað var í hesum førinum. Tískil varð ikki lurtað eftir borgaramótmælunum. Tað bar neyvan til at ógilda eina lógliga starvseting av tí føroyska læknanum, Eivindi Rubek Nielsen. Sterka læknafelagið setti seg eisini upp ímóti øllum burturrakstri av einum lógliga starvsettum felagslimi og sýtti fyri at seta í starv ein lækna, sum hvørki var limur í felagnum ella sambært semjuni leyk treytirnar fyri at verða settur í starvið.
Í hesi naggatódnini versnaði skilið. Olaf Halvorsen varð verandi á sjúkrahúsinum í Klaksvík, har hann fekk løn úr einum sjúkrakassa, ið varð stovnaður av stuðlum hansara har. Samstundis forðaðu somu borgarar við valdi Eivindi Rubek Nielsen at stíga á land av skipinum, hann kom til býar við. Tá ið teir hægstu myndugleikarnir (ríkisumboðsmaðurin, landslæknin, fútin og landsstýrismenn) royndu at reka Olaf Halvorsen úr starvinum, vórðu teir forðaðir í tiltakinum ella beinleiðis riknir úr býnum.
Danska uppíleggingin
Eftir meira enn tvey ár við ongum útliti fyri eini loysn av ósemjuni góvu myndugleikarnir í Havn skarvin yvir. Tað hjálparleysa føroyska landsstýrið heitti í apríl 1955 á donsku stjórnina um løgregluhjálp til tess at fáa lógligt landaskil aftur í Klaksvík.
Eftir at danska stjórnin hevði sent Parkestone, eitt skip hjá DFDS, til Føroya við 120 løgreglumonnum og hundum, eydnaðist danska fíggjarmálaráðharranum Viggo Kampmann at fáa góðkent eina semju. Tó so at Parkestone kom ikki til Klaksvíkar, tí havnin har var avbyrgd. Semjan hevði við sær, at Olaf Halvorsen fyribils skuldi fara av sjúkrahúsinum, meðan tveir danskir læknar vórðu fyribilssettir í hálvt ár. Tíðin skuldi verða nýtt at broyta reglurnar fyri starvsetan av læknum, soleiðis at Olaf Halvorsen kundi verða settur í starv sum sjúkrahúslækni í Klaksvík.
Friður fall á í Klaksvík, men tá ið myndugleikarnir í september framvegis ikki høvdu verið førir fyri at seta í verk týðandi partar av semjuni, gjørdist neyðugt hjá sjúkrahússtýrinum fyribils at seta nýggjar læknar, og tað hendi á einum fundi hin 27. september 1955. Longu undan hesum fundinum høvdu nakrir av Halvorsens stuðlum kortini fingið frænir av, at ætlanin í veruleikanum var ikki, at Halvorsen, sum í mai var farin úr Føroyum, skuldi koma aftur. Tá ið limirnir í sjúkrahússtýrinum, m.a. ríkisumboðsmaðurin og landslæknin, eftir fundin skuldu fara við skipi til Havnar, vórðu teir á havnarlagnum kringsettir av óðum borgarum, sum noyddu teir at søkja sær skjól á løgreglustøðini. Úrslitið gjørdist, at ríkisumboðsmaðurin ringdi til forsætisráðharran H. C. Hansen og greiddi honum frá, at hann var tikin sum gísli í Klaksvík.
Sjúkrahússtýrið fekk morgunin eftir loyvi at fara av løgreglustøðini, men tá hevði stjórnin gjørt av at senda fregattina Rolf Krake til Føroya við 164 sjóhermonnum og løgreglumonnum. Rolf Krake kom á Klaksvík hin 1. oktober 1955. Hetta elvdi til ógvisligan ófrið, men tað eydnaðist eftir nøkrum mánaðum teirri donsku yvirmaktini at fáa lóglig viðurskifti aftur í býin, kortini ikki uttan mótstøðu. Í oktober og november var regluliga streymslit orsakað av herverki, bumbur vórðu sprongdar í húsum, og í november varð ein bumba sprongd við løgreglustøðina, har fýra løgreglumenn vóru innanfyri. Eingin fekk tó álvarsligt mein. Eingin varð funnin at leggja undir morðroyndirnar, men í 2021 hevur ein av bumbumonnunum sagt, hvør hann var. Tó vórðu nógvir tiknir og ákærdir fyri onnur mál. Harðasta dómin, 12 mánaða fongsul, fekk Fischer Heinesen, sum hevði verið oddamaður hjá teimum, ið stuðlaðu Olaf Halvorsen, í 1955. Fyrst í februar 1956 kundu teir seinastu donsku løgreglumenninir og m.a. fregattin Holger Danske kvitta við Klaksvík.
Tað sum veruliga lá aftan fyri stríðið
Beinleiðis orsøkin til stríðið var starvsetanin av einum lækna, men orsøkirnar, ið lógu aftanfyri, vóru djúpari. Læknastríðið hevði bakstøði í sosialpolitiskum viðurskiftum í Klaksvík, ein tvídráttur millum miðdepil og útjaðara í Føroyum, og ein politisk ósemja við Danmark, sum kom til skarpskeringar, tá ið donsk herskip vórðu send til Klaksvíkar.
Í fyrsta lagi høvdu føroyingar við teprum meiriluta á fólkaatkvøðuni í 1946 valt loysing frá Danmark. Mong vóru vónbrotin, tá ið úrslitið bara gjørdist heimastýri, men í Klaksvík, har meirilutin hevði verið rættiliga sannførandi (70,6 %), var vónsvikið størst. Harafturat hildu nógv, at við heimastýrislógini í 1948 var tað politiska og fyrisitingarliga valdið vorðið miðsavnað í Havn. Tá ið júst sjúkrahúsið kom í brennidepilin, skal tað síggjast við tí í huga, at fyrsta sjúkrahúsið í býnum varð stovnsett í 1898 av staðbundnum framtakssemi og ábyrgd. Tá ið tað nýggja sjúkrahúsið varð bygt í 1928, fekst fíggingin frá løgtinginum og ríkinum. Við sjúkrahúslógini í 1939 tóku landsstýrið og ríkið tí við ábyrgdini av sjúkrahúsinum har á staðnum, sum nógvir klaksvíkingar hildu vera misrøkt, og at meginsjúkrahúsið í Havn var vorðið raðfest fremri.
Umframt møguleikan fyri ósemjum millum Klaksvík og ávikavist Havn og Danmark var ein staðbundin ósemja í Klaksvík. Størsti arbeiðsgevari, Jógvan Frederik Kjølbro, bæði í býnum og landinum, var í 1950-árunum drigin upp í fleiri stórar arbeiðsmarknaðarósemjur við Fiskimannafelagið, og formaður har var Erlendur Patursson. Hann var eisini formaður í Tjóðveldisflokkinum, sum stóð seg serstakliga væl í Klaksvík. Kjølbro hevði ikki stuðlað Halvorsen og hansara viðhaldsfólki, tvørturímóti. Og ófriðurin var ofta vendur beinleiðis móti Kjølbrofamiljuni. Tað hoyrir við til søguna, at læknin Eivind Rubek Nielsen og Evald Kjølbro, sonur Jógvan Frederik Kjølbro, vóru svágrar. Bæði á tí persónliga og vinnupolitiska stignum var læknastríðið ein partur av uppreistri móti Kjølbrofamiljuni.
Eftirleikur
Olaf Halvorsen kom ongantíð aftur til Føroya, men í Klaksvík kundu tey frøast um, at Eivind Rubek Nielsen at enda heldur ikki hevði hug at taka við læknastarvinum. Sjúkrahúsið fekk eisini egið sjúkrahússtýri, sum tað bara lutvíst hepnaðist at taka av í 2018. Læknastríðið gjørdi sítt til at styrkja tann sterka staðbundna táttin í føroyskum politikki. Tað menti eisini nertingaróttan, sum donsku stjórnirnar høvdu fyri føroyskum viðurskiftum, og stríðið styrkti – ið hvussu er eina tíð – tann loysingarvenda táttin í føroyskum politikki.
Les meira
- Ærgisbrekka og summarbeiti
- Fornøld
- Gongdin í føroyska fólkatalinum 1327-2022
- Miðøld
- Tíðarskeiðið 1536-1850
- Tíðarskeiðið 1850-1920
- Tíðarskeiðið 1970-2007
- Víkingatíð
Les meira um Føroya søgu