Frá gamlari tíð hevur torv verið skorið. Tað varð turkað og brúkt sum brenni til upphiting og matgerð. Eisini rekaviður varð brúktur til sama endamál, og lýsi frá hvali og seinni petrolium varð nýtt til lampur. Torv varð skorið til langt upp í 1900-talið, tá ið kol, koks og olja – serliga petrolium – var vorðið vanligt brenni.
Ein munandi partur av kolaveitingini kom einaferð beinleiðis úr kolanáminum á norðara parti av Suðuroy, har tað í størri ella minni mun hevur verið námsvinna síðan uml. 1770. At bróta kol hevur serliga verið í námunum í Prestfjalli og Rókhaga í Hvalba, har kol enn verður brotið í avmarkaðum nøgdum. Haraftrat hava kolanám verið í Fámjin og í Rangabotni við Trongisvág. Kolavinnan í Suðuroy hevði serligan týdning undir seinna heimskríggi. Kolalindir eru eisini í Mykinesi og Vágum, men har hevur tað ikki loyst seg at vunnið kol.
Menningin av eløkinum, bæði við vatnturbinum og veiting til fjarskotin støð, hevði í útlondum funnið sær leið bæði til ídnað og heimið seinast í 1800-talinum. Tað gjørdist eisini íblástur hjá fólki í Føroyum. Handils- og undangongumaðurin Ólavur á Heygum gjørdi fyrstu royndir við vatnorku í Fossá í Vestmanna í 1907. Hann stríddist fyri vatnorkuverkætlanini, sum skuldi framleiða el til Vestmanna, men fekk ikki fíggjað hana, áðrenn hann doyði í 1923.
FAKTA UM ELSKIPANINA Vatnorka: 40 MW Vindorka: 24 MW (60 MW í 2022) Oljuverk: 100 MW Sól: 0,25 MW Biogass: 1,5 MW Há- og miðspenningsnetið er yvir 1.000 km langt. Síðst í 2020 vóru 26.175 elmálarar í landinum; harav vóru 20.570 settir upp í húsarhaldum.
Tey fyrstu elverkini
Eftir royndirnar hjá Ólavi á Heygum við vatnorku í Vestmanna vórðu eisini stig tikin at nýta vatnorkuna í Suðuroy. Fyrsta orkuverkið í Føroyum varð soleiðis bygt í Botni vestan fyri Vág í Suðuroy. Vatnverkið í Botni varð tikið í nýtslu 18. juli 1921 og er virkið enn. Sama ár fór eitt oljuverk at framleiða elorku í Havn. 10 ár seinni, í 1931, byrjaði annað vatnorkuverkið í Klaksvík. Í fyrru helvt av 1900-talinum vórðu eisini tikin privat stig til smá elverk, bæði oljuverk og smærri vatnorkuverk við smáum turbinum. Tey megnaðu at framleiða elorku til einstøk húsarhald, smærri bygningar ella grannaløg. So hvørt sum elorkan fekk størri týdning, tóku 19 kommunur fyrstu stig til eitt kommunalt elfelag, sum skuldi veita elorku til tær størstu oyggjarnar, Streymoy, Eysturoy og Vágar – tí navnið SEV – við vatnorku frá byrgingum í Vestmanna. Elfelagið varð stovnað 1. oktober 1946, og í desember 1953 byrjaði vatnorkuverkið Fossáverkið framleiðslu. Komandi árini fóru allar kommunur upp í SEV, sum yvirtók tey gomlu elverkini og framvegis hevur ábyrgdina av elveitingini. Soleiðis eiga kommunurnar felagið.
Oljufeløg í Føroyum
Oljufeløgini Shell og Esso komu á føroyska marknaðin í fyrru helvt av 1900-talinum. Tey seldu olju sum týdningarmestu orkuveiting til upphiting og flutning umframt til vinnulívið. Danska Shell var sum partur av altjóða Shell Group langt tíðarskeið einsamallur partaeigari í Føroya Shell. Somuleiðis átti amerikanska oljufelagið Esso ígjøgnum virksemi sítt í Skandinavia eisini Esso Føroyar, sum norska Statoil seinni keypti. Eitt minni føroyskt felag, Oljufelagið Føroyar, varð sett á stovn í 1980-árunum sum mótvág til tey stóru oljufeløgini, men seinni keypti Statoil eisini tað.
Í 2007 broyttust eigaraviðurskiftini á føroyska oljumarknaðinum aftur. Íslendska orkufelagið, Skeljungur, keypti Føroya Shell, sum broytti navn til Magn. Skeljungur eigur í dag 48 % av partafelagspeninginum. Samstundis gavst Statoil við sínum virksemi í landinum og varð yvirtikið av nýstovnaða, 100 % føroyska felagnum, Effo.
Síðan fyrra helming av 1900-talinum hevur tað soleiðis rátt duopol á føroyska oljumarknaðinum. Tey bæði stóru oljufeløgini eru nú farin at laga seg til nýggjar tíðir við denti á grøna orku og hava hug at luttaka sum orkuframleiðarar úr vindorku og øðrum varandi orkuloysnum.
Visjón 2030
Í 2009 samtykti løgtingið fyri fyrstu ferð ein veðurlagspolitikk, sum legði dent á at minka um CO2-útlátið og at fáa ferð á skiftið til elorku í samfelagnum, har tað er gjørligt, umframt at økja elframleiðslunavið varandi orku. Í 2011 gjørdi Vinnumálaráðið eina orkupolitiska frágreiðing, har eitt av høvuðsendamálunum var, at øll elorka á landi skuldi koma úr varandi orku. Evnið varð viðgjørt víðari í virkisætlan frá januar 2015 um framtíðar elskipan í Føroyum.
Í framhaldi av m.a. veðurlagspolitikkinum og orkupolitisku frágreiðingini almannakunngjørdi SEV í 2014 sína visión um, at alt el á landi skal koma frá grønum orkukeldunum í 2030, kallað Visión 2030. Visiónin varð seinni stuðlað av Landsstýrinum í samgonguskjalinum eftir løgtingsvalið í 2015, og síðani tá hava allir partar – SEV, myndugleikar, politikarar og vinnulív – arbeitt fram ímóti grønu umleggingini í Visión 2030. Tó eru teir ikki altíð samdir um, hvussu málið skal røkkast, og hvussu skjótt øll elnýtsla kann leggjast um til grøna orku.
Øll grøna umstillingin fer soleiðis so líðandi at fevna um minni enn helvtina av orkunýtsluni, tí umlegging av skipa- og flogferðslu til grøna orku er spurningur fyri seg, sum granskarar um allan heim stríðast við. Myndugleikarnir fylgja tó væl við á maritima økinum við vón um, at altjóða menningin fer at hava við sær, at stórur partur av orkuni her sum frá líður fer at koma frá varandi orkukeldum.
Sambært útrokningum hjá SEV fer tørvurin eftir elorku á landi at vera uml. 700 GWh í 2030, tá ið stórur partur av flutningi og upphiting er vorðin umlagdur til grønar orkuloysnir, sum skulu fáa veiting úr elektrisiteti. Uppi í hesum útrokningum er ikki grøna skiftið í ídnaðinum. Soleiðis verður talan um 133 % vøkstur í elnýtsluni tíðarskeiðið 2015-2030 – frá 300 GWh í 2015 til 700 GWh í 2030. Tølini eru tó treytað av samfelagsmenningini sum heild.
Síðst í 2020 vóru tilsamans 321 elbilar skrásettir, sum er ein vøkstur upp á 302 bilar síðan 2016, tá ið tilsamans vóru 19 elbilar skrásettir. Talið á hitapumpum til hús og bygningar varð mett at vera oman fyri 1000 við endan á árinum 2020. Talið á umsóknum til loyvi til jarðhita vaks frá tveimum um árið í 2012 til 235 í 2020. Tilsamans 803 umsóknir.
Orkuveitingin 2020
Øll orkunýtslan tilsamans í Føroyum á landi og á sjógvi er fyri tað mesta frá skipum, flutningi, ídnaði, upphiting og elnýtslu. Tilsamans uml. 3.800 GWh í 2020. Tað allarmesta stavaði frá olju, 92 %, og 8 % vóru frá grønum orkukeldum á landi, fyri tað mesta vatn- og vindorku, men eisini orku frá ruskbrenning. Skipaferðslan brúkti 41,3 % av allari orkunýtsluni.
407 GWh í elnýtslu var 10 % av allari orkunýtsluni í 2020, og uml. 38,5 % av elframleiðsluni kemur frá varandi orkukeldum, fyri tað mesta vatn- og vindorku – men eitt sindur kemur frá biogassi (0,34 %) og sólorku (0,04 %). Hini 61,3 % koma frá oljuriknum verkum. Til samanbering komu uml. 40 % av elorku í 2015 úr olju, og 60 % av elorkuni vórðu framleidd úr vatn- og vindorku, sum var met í grønari orku á eløkinum.
Í tíðarskeiðinum 2016-20 var soleiðis talan um afturgongd við grønu elframleiðsluni, har býtið ímillum olju og grøna orku kom niður á 2005-støðið. Í 2005 var samlaða elframleiðslan 245 GWh, uml. 45 % varandi orka og 55 % olja.
Tað hoyrir tó til roknistykkið, at Føroyar í tíðarskeiðnum eru mentar ómetaligt innan fyri fiski– og laksaídnað, og at stórt virksemi í byggi og verklagsarbeiði umframt stórur fólkavøkstur hava tilsamans havt við sær óvanliga stóran eftirspurning eftir elorku. Tann sokallaði vanligi vøksturin í elnýtslu var í nógv ár 2-3 % um árið, men elnýtslan er í tíðarskeiðinum 2017- 2020 økt 5 % um árið – tó við serligum vøkstri upp á 9,7 % í 2019. Samstundis hevur tað ikki eydnast at útbyggja grønu orkukeldurnar til elorku svarandi til øktu elnýtsluna.
Sjálvt um grønu framleiðslutølini hava verið fallandi, vóru 5 grønar orkukeldur partur av føroysku elframleiðsluni í 2020 – vatnorka, vindorka, biogass, umframt sólorka og sjóvarfalsorka á royndarstigi.
Grønu orkukeldurnar
Tá ið SEV varð sett á stovn í 1946, var høvuðsmálið at framleiða el við vatnorku. Samfelagsmenningin í 1970-árunum gjørdi tað tó neyðugt at byggja út við oljuriknum verkum. Felagið bygdi aftur vatnorkuna út í einum 30 ára tíðarskeiði, frá fyrst í 1980-árunum til 2013.
Í hesum tíðarskeiði hevði vindorka eisini áhuga í Føroyum, og SEV gjørdi fyrstu royndir við vindkorku í Neshaga í Eysturoy í 1993. Í 2003 fór felagið í samstarv við privata felagið Sp/f Røkt. Tey settu 3 vindmyllur upp í Vestmanna. Í 2005 setti SEV 3 vindmyllur upp í Neshaga, sum vórðu skiftar út við 5 nýggjar í 2012.
Í 2014 gjørdi SEV eina rættiliga stóra vindmyllulund, 11,7 MW stóra, í Húsahaga nærindis Havnini við tilhoyrandi battarískipan, sum kann fáa javnvág í óstøðugu vindorkuna á føroyska elnetinum eftir sekund ella minutt. Battarískipanin varð ment serliga til elskipanina í oyggjunum í samstarvi við týska vindmylluframleiðaran ENERCON og franska Saft Batteries.
Royndirnar við battarískipanini í Havn eru grundarlag fyri nýggju 6,3 MW stóru vindmyllulundini í Porkeri, har framleiðslan byrjaði í november 2020. Soleiðis ber til at goyma ójøvnu vindmegina upp til hálvan tíma og broyta hana til støðuga orku til brúkaran, og tað er stórt framstig.
Í 2020 vóru soleiðis fýra vindmyllulundir í Føroyum, har SEV átti tríggjar og Sp/f Vindrøkt eina. Oljufelagið Effo eigur helvtina av partafelagspeninginum í Sp/f Vindrøkt. SEV ger enn eina vindmyllulund 18 MW stóra við Eiði. Oljufelagið Magn ger eina 18 MW í Flatnahaga oman fyri Havnina, og Sp/f Vindrøkt skal gera eina 22,5 MW vindmyllulund í Hoyvíkshaga. Tær verða eftir ætlan tiknar í brúk 2022. Sambært elveitingarlógini hevur SEV ábyrgdina av elskipanini, men elframleiðslan – serliga vindorkan – verður alment boðin út, og høvuðsendamálið er at halda framleiðsluprísin so lágan sum gjørligt.
Orkumyndugleikarnir hava eftir kanningar í langa tíð lagt grundarlag undir framleiðslu av biogassi í Føroyum. Tað størsta laksaalivirkið, Bakkafrost, er sum framhald av hesum eisini farið upp í grøna orku við biogassverkinum FÖRKA á Hjalla, sum varð sett í gongd í 2020. FÖRKA brúkar slógv frá laksaídnaðinum, fiskavirkjum og landbúnaðinum til framleiðsluna. Nýggja biogassverkið byrjaði at lata el til SEV í september 2020, og í tíðarskeiðinum september-desember 2020 framleiddi FÖRKA 1.357 MWt – svarandi til elnýtsluna hjá 1.200 húsarhaldum.
Í desember 2019 fór SEV undir royndarætlan við sólorku í Sumba, sum í 2020 framleiddi 170.000 KWt – svarandi til elnýtsluna hjá 35 húsarhaldum – og royndirnar samsvaraðu tí, sum væntað varð. Framleiðslan er uml. 80 % av henni í Danmark.
Í 2020 fór SEV eisini í holt við royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi saman við svensku fyritøkuni Minesto. Tveir av Deep Green drekunum hjá Minesto eru leinkjaðir í havbotnin og sveima í eitt 8-tal í sjónum og framleiða soleiðis el. Tað var søgulig hending, tá ið tað fyrstu ferð í november 2020 eydnaðist at framleiða el úr sjóvarfalsorku.
Javnvágin í elskipani
Av tí at Føroyar liggja so fjart frá øðrum londum, kunnu tær ikki keypa elorku frá grannunum. Tí eru egnar trygdarskipanir neyðugar.
Vatnmegin er í hesum sambandi støðug orka, um nóg mikið av vatni er í goymslunum. Til samanberingar er vindorkan óstøðug orka, sum í ávísan mun kann gerast støðug við battarískipanum. Biogass verður ískoyti, og sólorkan, sum eisini er óstøðug orka, verður somuleiðis ískoyti, serliga um summarið, tá ið tað í tíðarskeiðum er lítið av vatn- og vindorku. Um sjóvarfalsorkan mennist til burðardygga orkuframleiðslu, ber til við 100 % vissu at vita, hvat framleiðslan verður í framtíðini.
Stóra avbjóðingin í Føroyum í skiftinum til grøna orku liggur í tí veruleika, at finnast má avloysari til oljuna, sum er sjálv trygdin hjá elskipanini við oljuriknu elverkunum, Vágsverkinum í Suðuroy og Sundsverkinum í Streymoy, sum eru virkin hvønn dag. Í framtíðini skal vatnorkan í Vestmanna saman við einari pumpuskipan ímillum tvær byrgingar har megna at lyfta uppgávuna sum grøn trygdarskipan. Skipanin fer at pumpa vatn upp til endurnýtslu í elframleiðsluni, sum skal rekast við avlopsorku frá vindorkuni. Tað er enn avmarkað, hvussu nógvari vindorku Føroyska elskipanin kann taka ímóti í senn, og tí kann avlopið í vindorkuni eisini gerast til vatnorku.
Við pumpuskipanini sum parti av vatnorkuni fer oljan so líðandi at minka til bara at vera trygdarnet, um eingin grøn orka skuldi verið tøk í elskipanini. Tá ið Føroyar eru komnar hagar, kunnu oljuriknu elverkini samanberast við kaðalsambandið, sum td. Danmark hevur til Týsklands og Svøríkis, umfrant restina av evropeiska elnetinum, har londini virka sum trygdarnet hvørt hjá øðrum.
Føroyska elnetið er býtt upp í eitt høvuðsnet, sum bindur miðstaðarøkið í landinum saman og eina skipan fyri seg í Suðuroy. Haraftrat eru smærri elskipanir úti á teimum smáu oyggjunum. Meginparturin av føoyska elnetinum er grivin niður sum kaðalsamband, sum ikki verður ávirkað av veðrinum, eins og háspenningslinjur verða. Hetta hevur gjørt, at brek á há- og miðspenningsnetið eru minkað munandi.
Fjarhiti í høvuðsstaðnum
Fyrsta almenna ætlanin um fjarhita í Havn varð orðað í 1980, og síðst í 1980-árunum gjørdu SEV og Havnar kommuna samstarv um fjarhita. Fjarhitafelagið rekur hetta samstarvið, sum veitir hita til kundar í høvuðsstaðnum, fyri tað mesta við avlopshita frá tí oljurikna Sundsverkinum og frá brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu. Meginparturin er húsarhald, tvey hotell, Tórsvøllur, Glasir, og fleiri stórir bygningar eru eisini bundnir í fjarhitaskipanina. Talið á brúkarum er hækkað úr 814 í 2010 upp í 1.469 síðst í 2020, sum svarar til 80,5 % vøkstur í 10 ár.
Fjarhitafelagið hevur sum høvuðsmál at halda fram at breiða fjarhita í Havn. Ætlanin er at leggja fleiri grønar orkukeldur inn í hitaskipanina fyri at gerast heilt leys av olju. Umframt avlopshita ætlar Fjarhitafelagið at fáa hita frá øðrum keldum, har biogassverkið, FÖRKA, sum tað fyrsta verður sett upp í fjarhitaskipanina seinast í 2020. Málið er, at FÖRKA skal lata 1,3 MWt til Fjarhitafelagið um árið, svarandi til 400 húsarhald.
Avlopsorkan frá vindmyllulundunum oman fyri Havnina til upphiting av stórum vatntangum og ein elrikin havhitapumpa til Fjarhitafelagið, sum SEV og Havnin eiga líka nógv í, hoyra upp í framtíðarætlanirnar hjá Fjarhitafelagnum.
Les meira
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Landbúnaður
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Veltan
- Vindmyllir
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið