Vestmanna og Vestmanna kommuna

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Vestmanna, nevnd í Hundabrævinum, búgva 1.248 fólk, og har eru 56 merkur, av teimum eru 34 merkur og 12 gyllin festijørð, og 21 merkur og 4 gyllin óðalsjørð. Festini eru 9 í tali. Seyðatalið er 1.820 áseyðir.

Hagin í Vestmanna fevnir víða. Í haganum eru smá vøtn á Mýrunum, Frammi á Vatni og Gásavatn millum Vestmanna og Saksun. Fornfrøðiligur útgrevstur vísir, at elsta búseting er frá seint í miðøld. Bygdin er seinni býtt í býlingar, sum í dag eru samanvaksnir.

Vatnorkuverk i Vestmanna. Í økinum verður steymur eisini vunnin úr vindi og streymi, og ætlanir eru um eitt pumped storage system.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2017

Tá ið ein úthandil av kongliga einahandlinum bleiv stovnaður í 1838, kom ferð á menningina í bygdini, og hon helt fram, eftir at fríhandilin kom í 1856. Fleiri keypmenn komu í bygdini, bæði sum fiskakeyparar og teir, sum virkaðu klippfisk, og einstakir eisini sum reiðarar; skjótt komu fleiri fiskiskip, m.a. Føroya fyrsti trolari í 1906.

Bedingin P/F Vestmanna Skipasmiðja bleiv stovnað í 1897. Hon bleiv í 1986 yvirtikin av Tórshavnar Skipasmiðju og er í dag partur av MEST shipyard samtakinum. Virkið VestPack, stovnað 1984, framleiðir pakkitilfar og aðrar plastvørur. Har er harafturat eitt fiskavirki og fleiri smá virki; men nógv av fólkinum í Vestmanna arbeiðir aðrastaðni.

Størsta og virknasta bókarforlag í landinum SPROTIN, stovnað 1992, er í Vestmanna.

Áðrenn Vágatunnilin bleiv tikin í brúk í 2002, var Vestmanna ferðsludepil fyri bilferjusamband til flogvøllin og Vágar. Bæði kirkja og bønhús hava verið í bygdini í øldir. Núverandi kirkja varð bygd við pussaðum høgdum gróti í 1895, byggimeistari var Petur í Mattalág. Í 1986 fekk Vestmanna á fyrsta sinni prest, sum býr í bygdini.

Gongdin í fólkatalinum í Vestmanna 1966‑2021.
HAGSTOVA FØROYA

Fyrsti skúlin bleiv bygdur í 1879. Nýggjur skúli við fimleikarhøll og svimjihøll varð bygdur í 1950 eftir tekningum hjá Eyolfi á Heygum, og í 1955 kom preliminerskúli. Skúlin varð útbygdur í 1965-66 við Lamhauge og Waagstein og aftur í 1986.

Í 1988 varð avgjørt, at fiskivinnuskúli skuldi setast á stovn. Fiskivinnuskúlin skuldi vera í Vestmanna. Skúlin, nú Miðnám í Vestmanna, hevur gymnasialt miðnám á tilfeingisbreyt umframt yrkisútbúgvingar innan alivinnu og ferðavinnu, og har verða hildin nógv faklig skeið.

Ellis-og røktarheimið Heimið á Grønanesi var liðugt í 2012. Í eldrarøktini arbeiðir Vestmanna kommuna saman við Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu (VEKS-samstarvið).

Í 1985 læt bygdarsavnið Vestmanna bygdarsavn upp. Ferðavinnan hevur stóran týdning í bygdini við dagligum bátatúrum undir Vestmannabjørgini um summarið. Bátar eru eisini, sum bjóða ferðafólki at fiska, og har er hotell og stórt kampingpláss.

Jack Kampmann, danskur-føroyskur málari, er grivin í Vestmanna, har hann hevði familju og arbeiddi í mong ár.

Ólavur á Heygum og orkuverkið í Vestmanna

Kongsbóndin, keypmaðurin og politikarin Olav Johannes Olsen, kallaður Ólavur á Heygum, var upphavsmaður til mong tiltøk, sum t.d. at leggja fyrstu telefonlinju í Føroyum í 1905 og stovna Føroya banka í 1906. Hann hevði eisini ætlanir um at gagnýta vatnorku í Vestmann til eitt vatnorkuverk, men fekk mótstøðu, og tað eydnaðist ikki, meðan hann var á lívi. Tað varð seinni gjørt við interkommunala felagsskapinum SEV í 1946, og tann fyrsta turbinan fór at gera streym í 1953 í orkuverkinum í Vestmanna.

Gálgin í Vestmanna

Havnin í Vestmanna liggur í lívd av Vágum og hevur eins og fleiri bygdir verið plágað av sjórænarum í gamlari tíð, og nógvar søgur eru um, at fólkið flýddi og krógvaði seg í fjøllunum, og tað kundi hindrað heystingini. Neyt, seyður og flogfenaður vórðu stolin, og kirkja og ognir rændar.

Sendimaðurin hjá kongi, Jørgen Daa, hevði á vári 1615 fingið fráboðan um, at írskir sjórænarar vóru á veg til Føroya. Tann 22. maj kom hann við tveimum herskipum Jupiter og Vagter til Vestmanna, har tvey sjórænaraskip høvdu hildið til í fleiri dagar. Tað eydnaðist at vinna á sjórænarunum, og Jørgen Daa skipaði fyri, at ein gálgi varð reistur, har átta av teimum tignarligastu sjórænarunum vórðu hongdir. Hinar lat hann sleppa avstað í øðrum skipinum, meðan hitt skipið varð ført til Keypmannahavnar sum herfongur.

Í 1616 komu sjórænararnir aftur at taka gálgan niður. Hetta kunnu fýra bøndur vitna um. Sum søguligt minni – og til æru fyri ferðavinnuna – var ein nýggjur gálgi reistur á sama staði í 2021.

Vestmanna, 2021. Inntil 1860 var mest sum øll búseting uppi í brøttu fjallasíðunum. Orsøkin var, at so var lættari hjá bygdarfólkinum at síggja sjórænaraskip, og tey kundu skjótari krógva seg í fjøllunum norðanfyri bygdina. Handil og fiskivinnan fingu fólk at búseta seg niiðri við fjøruna. Havnavirðurskiftini eru nógv útbygd við kei og bátahyli. Kvívíkar kommuna eigur bátahylin niðast í høgra horni.
GJØRT ÚT FRÁ UMHVØRVISSTOVUNI

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Helgi Jacobsen

    (f. 1954) Journalistur. Fríyrkisjournalistur og rithøvundur.