Velbastaður

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Fingurringur av Velbastað av forgyltum silvuri, prýddur við kristnu teknunum, dúgvum og krossi. Hann varð funnin í sambandi við kanningina av lítlu kirkjutoftini í rundleitta kirkjugarðinum har.
FINNUR JUSTINUSSEN, 2016

Velbastaður er 32 merkur av festijørð, festini eru sjey. Í bygdini búgva 242 fólk, og hon er búnaðarbygd burturav, og tveir garðar hava mjólkineyt. Seyðatalið er 830 áseyðir.

Velbastaður hevur kirkju og kirkjugarð saman við Kirkjubø, og tær báðar bygdirnar vóru fyrr ein kommuna. Bygdin er vaksin nógv tey seinnu árini, tí at nógv fólk, sum arbeiða aðrastaðni, hava búsett seg har.

Føroya elsta livandi ungmannafelag, Sólarmagn, stovnað í 1895, er á Velbastað, og tað fekk í 1951 sítt felagshús, ið eitur sum felagið, og sum er felags fyri Velbastað og Kirkjubø.

Bygdin fekk sín fyrsta skúla í 1905 og ein nýggjan í 2000. Skúlin hevur børn úr báðum bygdum, og har er undirvísing fyri teir yngstu flokkarnar. Í bygdini er eisini ein frískúli, Frískúlin í Havn.

Í 1986 læt viðgerðarstovnurin fyri alkohol- og rúsevnismisnýtslu, Heilbrigdið, upp.

Ferjulegan Gamlarætt kom í 1992, hon er millum Kirkjubø og Velbastað. Hiðani siglir ferja til Skopunar og Hest. Komandi undirsjóvartunnilin millum Streymoy og Sandoy byrjar eisini her.

Sangarin og lagsmiðurin Teitur Lassen býr á Velbastað.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.