Tjørnuvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Tjørnuvík norðast á Streymoynni er randað við brøttum líðum á trimum síðum, men er opin eystureftir og er eitt yndisferðamál hjá ferðafólki. Hóast vegirnir eru smalir, ferðast fólk higar til tess at njóta tað frálíka útsýnið við Risanum og Kellingini í miðjuni. Tjørnuvík er eitt av fáum plássum í Føroyum, har tað ber til at standa á brimfjøl.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2009

Í Tjørnuvík, nevnd í Hundabrævinum, búgva 46 fólk, og hon er 24 merkur. Av teimum eru 4 merkur festijørð, sum er eitt festi, og 20 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 768 seyðir. Bygdin varð grundað í víkingaøld umleið ár 1000, og hetta varð prógvað við fornfrøðiligum útgrevstri í 1956. Her varð funnin m.a. ein ringprónur, sum ein vaksin kvinna hevur átt, og sum er tíðarfest til umleið 900-talið.

Tjørnuvík og Haldórsvík vóru til samanleggingina við Sunda kommunu í 2005 ein sjálvstøðug kommuna. Sandurin í Tjørnuvík liggur opin fyri havinum, og bygdin er brimpláss. Tjørnuvík er umgird av høgum fjøllum, summi teirra hava urðar og góð fuglabjørg. Norðast í oynni er dalurin Sjeyndir. Norðan fyri bygdina er stakkurin, Tjørnuvíksstakkur, har tey hava veðrar um summarið: ein rennistrongur er lagdur út í Stakkin. Av sandinum í bygdini er gott útsýni til Risan og Kellingina uttan fyri víkina.

Nógvar stórar áir eyðkenna líðina í Tjørnuvík, tá ið nógv avfall er.
BJARNE JAKOBSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2013

Ein á rennur gjøgnum Tjørnuvík, sum hevur verið góð vatnveiting, og har eru enn nógv gomul hús, sum eru sloppin at standa næstan óbroytt. Bygdin fekk vegasamband í 1966, og síðani tá hevur hon verið eitt tað best dámda ferðamannamálið í landinum.

Í 1857 varð gjørt av at flyta kirkjuna í Tjørnuvík til Saksunar. Sostatt var eingin kirkja í mong ár, og tey gingu í kirkju í grannabygdini Haldórsvík, men hagar var torført at ganga. Í 1937 fekk Tjørnuvík kirkju aftur, sum H. C. W. Tórgarð teknaði.

Skúli varð bygdur í 1950, men er seinni niðurlagdur. Í dag nýtir Listafólkasambandið LISA bygningin til listafólk, sum kunnu søkja um eitt uppihald har.

Tjørnuvík er kend fyri at hava varðveitt Kingosangin.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.