Tjóðsavnið

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Í 2002 læt framsýningin Úr útlegd upp á Tjóðsavninum. Á sýningini vóru teir nýheimkomnu Kirkjubøstólarnir og aðrir fornlutir, sum áður høvdu verið í varðveitslu á danska tjóðsavninum í Keypmannahavn, Nationalmuseet. Kirkjubøstólarnir eru 16 stólar ella bonkargalvar, tveir biði- ella lesipultsgalvar og ein skriftastólur. Hildið verður, at teir eru útskornir á einum vesturnorskum verkstaði og eru millum tað fremsta, sum vitað er um í norðurlendskari træskurðarlist. Stólarnir vóru ætlaðir til dómkirkjuna, Magnuskirkjuna, í Kirkjubø, men vórðu seinni settir upp í sóknarkirkjuni, Ólavskirkjuni. Í sambandi við umvælingararbeiði í sóknarkirkjuni vórðu stólarnir í 1875 sendir til Keypmannahavnar.
THOMAS BILLE, 2021

Tjóðsavnið varð stovnað í 2018, tá ið tey ymsu meginsøvnini vórðu løgd saman. Tjóðsavnið er skift sundur í deildir, eina fornfrøðideild, eina fólkalívsdeild, eina bygningsdeild og eina náttúrudeild. Fyrisitingin heldur til niðri í Hoyvík, og har er eisini útisavn. Í Brekkutúni 6 hevur savnið sýningar- og goymsluhøli og eina fasta sýning sum viðger føroyska náttúru og siðsøgu.

Náttúrusøguligi parturin fevnir um jarðfrøðiliga uppruna Føroya, fugl, fisk, hval, lívið á havbotninum, djór á landi, plantur og skónir. Siðsøguligi parturin er ein fornfrøðilig sýning um víkingatíðina og miðøldina, søguligar hendingar og lutir, gongdina í fiskivinnuni, grindadráp, føroyska bátin og føroysk klæði.

Á myndini sæst ein av Kirkjubøstólunum við mynd av Eiriki av Pommern og skjaldramerkinum hjá Filippu drotning. Tey vóru gift árini 1406 til 1430, og stólurin er tískil tíðarfestur til tey árini. Undir skjaldrarmerkinum síggjast Maria og Elisabeth úr Nýggja Testamenti.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Føroya Forngripagoymsla gjørdist partur av savninum, ið fekk álagt at tryggja og umsita føroyskan mentanararv í fornminnislógini frá 1948. Aftur at framsýningini á loftinum í bókasavnsbygninginum á Debesartrøð fekk savnið í 1952 rúmligari høli í Bátahøllini beint omanfyri. Í Bátahøllini var rúm fyri siðsøgusavninum og somuleiðis náttúrusavninum, sum tá var nýtt. Í 1996 flutti siðsøgusavnið við síni framsýning í síni núverandi høli í Brekkutúni í Hoyvík

Siðsøguligu parturin av savninum er grundaður á Føroya Forngripagoymslu. Forngripagoymslan varð stovnað í 1898 við tí fyri eyga at savna lutir um alt landið. Forngripagoymslan var ætlað at viga upp ímóti teirri innsavning, sum kongliga danska fornminnanevndin (Den kongelige Commission til Oldsagers Opbevaring) var farin undir í 1817 og helt á gjøgnum alla 19. øld. Innsavnaðir lutir vórðu sendir Norrøna savninum (Oldnordisk Museum), Danska fólkalívssavninum og seinni Danska tjóðsavninum til varðveitslu. Forngripagoymslan flutti í 1931 inn í nýggja bókasavnsbygningin á Debesartrøð, Gróthúsið, og helt til á loftinum har í mong ár. Føroya Fornminnissavn varð sett á stovn við løgtingslóg í 1952. Føroya Forngripagoymsla gjørdist partur av tí nýggja savninum, sum fyrisitingarliga var álagt at varðveita føroyska mentanararvin sambært fornminnalógini frá 1948. Aftur at framsýningini í bókasavnsbygninginum fekk savnið í 1952 onnur og rúmligari høli á Debesartrøð, Bátahøllina. Í Bátahøllini var rúm fyri bæði siðsøgusavninum og náttúrusavninum. Í 1996 flutti siðsøgusavnið sína sýning í hølini við Brekkutún, og har hevur hon verið síðan.

Tjóðsavnið hevur fyrisitingina av mentanararvinum um hendi og tekur sær av at varðveita og kunna um fornminni og bygningar. Ímillum friðað fortíðarminni og bygningar eru eitt nú Skansin í Havn, Múrurin í Kirkjubø og onnur fornminni har, býlingar og búseturslandslag úti í Koltri, Dúvugarður í Saksun, prestagarðurin í Sandagerði, húsini í Koytu á Sandi, Húsið uttan Ánna í Sandvík og bóndahúsini í Depli.

Størstu friðaðu bygningarnir eru húsini hjá kongliga einahandlinum ávikavist í Klaksvík, á Tvøroyri og úti í Tinganesi í Havn. 17 av 64 kirkjum eru friðaðar, tær flestu timburkirkjur frá um miðja 19. øld. Í 2009 komu fornminni frá seinna heimsbardaga undir fornminnalógina. Hvalastøðin við Áir verður varðveitt sum dømi um vinnuligan mentanararv úr fyrru helvt av 20. øld.

Savnið umsitur stuðulsskipanir, sum lata pening til bygdarsøvn og varðveitingarverd skip. Summi bygdarsøvn savna harumframt lokal skjøl. 25 siðsøgulig bygdarsøvn, eitt sjósavn og trý listasøvn fáa stuðul.

Flestu søvnini dúva upp á sjálvboðið arbeiði og eru sjálvsognarstovnar, summi tó kommunal. Gjøgnum stuðulskipanir verða pengar játtaðir til at varðveita og halda siðsøgulig skip í havførum standi. Føroyar hava staðfest fleiri av samtyktunum hjá UNESCO á mentanarøkinum, eitt nú samtyktina um varðveitslu av arvmentum frá 2003, hana stafesti løgtingið í 2018. Í 2021 kom føroyski báturin á listan hjá UNESCO yvir arvmentir heimsins. Tjóðsavninum er álagt at umsita samtyktina.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Herleif Hammer

    (f. 1970) Cand.phil. í søgu og mentanarsøgu. Stjóri á Tjóðsavninum.

  • Armgarð Weihe

    (f. 1964) MA í savnsfrøði og sniðgevi. Fulltrúi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.