Botndýrini

Trælsrassur (Cucumana frondora) er millum vanligastu botndýr, sum liva við Føroyar, serliga har sum botnurin er harður.
RIGHTS MANAGED/RITZAU SCANPIX, 2007

Havbotnurin kring Føroyar verður í høvuðsheitum skiftur skiftur í trý høvuðsøki: Fjøran, firðir og sund og tað djúpa vatnið. Í hvørjum av hesum økjunum er djóralívið skipað í serstøk djórasamfeløg, sum eru eyðkend av nøkrum fáum ráðandi sløgum.

Í fjøruni møtast land og hav. Her er umhvørvið rættuliga skiftandi, har botnurin legst berur á fjøru og fløðir undir á flóð. Hóast Føroyar eru lutfalsliga smáar, er munurin millum flóð og fjøru rættiliga ymiskur kring landið. Í vestri er munurin millum flóð og fjøru umleið 1,5 m, og á hægstu flóð í harðastu mysing uppaftur hægri, men í Havn er munurin millum flóð og fjøru bara umleið 20 cm. Harumframt hevur tað ávirkan á munin millum flóð og fjøru, hvussu ábært tað er. Á teimum ábæru klettastrondunum síggjast gjar (Semibalanus balanoides) og fliða (Patelle vulgata) og fjørukúving (Littorina saxatilis), sum leggur ungar, og kubbutur fjørukúvingur (Litturina obtusata), sum tó bara sæst í væl vardum økjum. Í fjøruni inni í firðunum, har sjógvurin ofta er feskari, eru ofta øki við nógvum kræklingi. Í millum kræklingin livir ein ørgrynna av smáum dýrum og undir steinunum eru fjørukrabbar (Carsinus menas) og eitt ótal av marflugum.

Føroyskir firðir og sund eru sjáldan meira enn 100 m djúpir og streymferðin í teimum er umleið 5-10 cm/s. Streymurin er tó ójavnur og er avgerandi fyri botnviðurskiftini í firðunum. Har, sum streymurin er sterkur, er botnurin harður, tí legugrýtið verður skolað burtur. Har, sum streymurin er veikur, verður fjarðarbotnurin bleytari. Har heldur eitt nú tann 10-15 cm langi trælsrassurin til (Cucumaria frondosa) og tað bleyta koralldýrið, kallað náhond (Alcyonium digitatum), saman við stórum igulkeri (Echinus esculentus) og grønum igulkeri (Strongylocentrotus droebachiensis). Har er eisini krossfiskur í stórum tali. Tey vanligastu sløgini eru vanligur krossfiskur (Asterias rubens) og brandgul sjósól (Crossaster papposus). Har, sum streymurin er sterkari, síggjast eisini slangukrossfiskarnir skør slangukrossfiskur (Ophiothrix fragilis) og svartur slangukrossfiskur (Ophiocomina nigra). Teir vanligastu krabbarnir á hørðum botni eru hærdur gággukrabbi (Pagurus pubescens) og lúsakrabbi (Hyas araneus). Á grunnum vatni liva ymiskar sjónotur, men sandbotnurin, har sum firðirnir eru djúpari, er bústaður hjá eitt nú streymgággu (Neptunea antiqua), jákupskel (Aequipecten opercularis), smyrslingi (Mya truncata) og langskel (Ensis ensis). Á sundum og firðum eru steinar og hellur nógvastaðni avvaksin við tara, sum ofta myndar stórar, víðlendar taraskógir. Í taranum liva nóg ymisk smádýr. Á bløðunum vaksa trunkar av mosadýrum, og her finnur tú eisini smáar litfagrar nakinsniglar saman við kubbutum fjørukúvingi (Littorina obtusata) og ymiskum sløgum av taralús og marflugu. Á tarabløðunum síggjast ofta uml. 5 mm breið snyrilsskapað kálklør. Í hesum húsinum býr bustmaðkurin (Spirorbis spirorbis).

So hvørt sum tú flytur frá strondini út á djúpari vatn, broytist botnurin fyrst til sandbotn og so til bleytari mórubotn. Á sandbotni búgva sløg sum fjørumaðkur (Arenicola marina), gágga (Buccinum undatum) og streymgágga, lúsakrabbi, ymisk sløg av gággukrabba, kúfiskur (Arctica islandica) og rípuskel (Acanthocardia echinata). Tann bleytari mórubotnurin er í høvuðsheitum bústaður hjá ymiskum bustmaðkum og skeljadýrum, og her er tað, at hummarin (Nephrops norvegius) grevur holur sínar í mórubotnin. Har sum streymurin er eitt sindur harðari, finnur tú økir við øðu (Modiolus modiolus), ið minnir um sera stóran krækling. Longur úti eru stór øki við jákupskel. Á djúpum vatni eru ymisk sløg av svampum, og á uml. 500 metra dýpi, har heitt og kalt vatn møtast, vaksa kaltvatnskorallir (Desmophyllum pertusum).

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum