Myndlist

Aftur av jarðarferð (1937) eftir Sámal Joensen-Mikines er eitt høvuðsverk í føroyskari myndlist. LISTASAVN FØROYA

Føroysk myndlist er serliga síðan seinasta aldarskifti farin í gjøgnum eitt hamskifti. Myndlistin tók seg til tað seint upp í Føroyum, og síðan fyrst í 20. øld var vanligt at skilgreina føroyska list sum modernistiska og náttúrusøkna í síni framseting, sum ofta eyðkendist av litríkum landslagsmyndum. Kortini hevur myndlistin fingið eitt meira samansett yvirbragd og skiftir seg í fleiri spor. Enn hevur landslagið týðandi leiklut, ikki einans í teirri siðbundu myndlistini, men eisini í eksperimenterandi list.

Niels Kruse, Jógvan Waagstein og Kristin í Geil vóru sjálvlærdir myndlistamenn og løgdu støði undir landslagsmálningin í Føroyum.

Ymiskt bendir á, at tað var amerikanski ferðabókahøvundurin Elisabeth Taylor, ið kveikti hugin hjá Niels Kruse at mála, meðan hon eitt skifti búði í Føroyum. Her lærdi hon donsku myndlistakvinnuna Floru Heilmann og eisini rithøvundin Mikkjal á Ryggi at kenna. Niels Kruse er tann mest romantiski av teimum trimum slóðbrótarunum. Hann málar javnan heimbygdina í friðsælum sólsetursmálningum. Málningarnir hjá Jógvani Waagstein vísa ein naturalistiskan hugburð til staðarlýsingar, og Kristin í Geil leggur hinvegin dent á siðvenju. Flora Heilmann var prestakona á Viðareiði í tíggju ár, og hon kom síðan fleiri ferðir aftur til Føroya og málaði 57 vatnlitsmyndir, har myndevnið var gomul hús, kirkjur og onnur siðsøgulig fyribrigdi. Myndirnar vórðu latnar Landsbókasavninum. Fyrsti føroyingur, ið fekk sær hægri listaliga útbúgving, var Bergithe Johannessen, hon lærdi í London og Keypmannahavn og málaði ljósríkar vatnlitsmyndir av landsløgum og arbeiddi annars sum postalínsmálari á Kongligu Postalínsverksmiðjuni í Keypmannahavn.

Myndlist sum yrki

Rithøvundurin og myndlistamaðurin William Heinesen gjørdist rímiliga kendur uttanlands og var ógviliga virkin í føroyskum mentanarlívi miðskeiðis í farnu øld. PER PEJSTRUP/RITZAU SCANPIX, 1970

Sámal Joensen-Mikines fór fyrstur at arbeiða við myndlist burturav, og hann verður tískil mettur at verða faðir at føroyskari myndlist. Í fyrstuni er ein myrkur, ekspressivur dámur yvir verkum hansara, ið enn sæst aftur hjá listafólkum í okkara samtíð, eitt nú Øssuri Johannesen o.ø. Mikines gekk á Akademinum í Keypmannahavn árini 1928 til 1934 hjá professarunum Ejnar Nielsen og Aksel Jørgensen. Fyrrnevndi fekk stóran týdning fyri Mikines, bæði sum vegleiðari og vinur. Í 1930-árunum er meginmyndevnið í listini hjá Mikines sjúka og deyði,

partvíst var íleiðingin persónligar royndir, men í líka stóran mun helst ávirkan frá norska listamanninum Edvard Munch og hansara symbolskt ekspressionistisku málningum. Í meginverkinum Aftur av jarðarferð (1937), sum er framsýnt á Listasavni Føroya, tekur Mikines saman um arbeiði sítt við tí dapra og myrka í málningum, har lívið altíð er upp á deyðans kor og tískil merkt av missi og sorg. Seinni verk eru ljósari og leysari málað við myndevnum úr grindadrápi, føroyskum dansi, av sjógvi og landslagi, sum hann málaði partvíst við dramatiskum og ótamdum strokum, partvíst meðan aðrar myndir eru meira greiðar við modernistiskum aga.

Ein týðandi persónur í tí nýsprotna listaumhvørvinum í Føroyum var William Heinesen, ið umframt at vera rithøvundur eisini skipaði fyri framsýningum, skrivaði um list, ummælti og var myndlistamaður. Á eldri árum fekst hann nógv við pappírsklipp og menti klippið og fínkaði tað í eini røð av litføgrum verkum, ið mong nú eru ogn hjá Listasavni Føroya. Saman við Janusi Kamban og Zacharias Heinesen myndsprýddi hann Kommunuskúlan í Havn í 1956. Myndprýðingin er varðveitt, hóast skúlin ikki longur er skúli, men umbygdur til lestraríbúðir og eitur Finsen.

Málningurin Dansurin (1944) eftir Sámal Joensen-Mikines’. Olja á lørift. Myndin endurgevur rørslurnar innlivingina í innihaldið í kvænum, sum fer fram í dansinum. Dansurin gongur ikki í runding, men heldur sum ein villiniborg í rørslu. Og hann er ofta best, um tað er eitt sindur trongt.
LISTASAVN FØROYA

Sementstoypta relieffið á eysturgalvinum, Søgumaðurin (1957) eftir Janus Kamban, hevur sama einfalda og greiða yvirbragdið, sum sæst aftur í standmyndum hansara ymsastaðni um landið og hava myndevni úr gerandisdegnum og arbeiðslívi. Grafisku myndirnar hjá honum eru somuleiðis einfaldar eins og formfastar vignettir.

William Heinesen sigur onkustaðni frá, hvussu torført tað kundi vera at fáa verk frá Ruth Smith til framsýningar, tí hon ivaðist altíð í sær sjálvari og helt lítið um síni avrik. Hjá henni galt mest um at eygleiða og gera eftir ráðunum hjá Aksel Jørgensen »at síggja litirnar fram«, og tað gjørdi hon hegnisliga í sínum impressionistisku og ljósríku landslagsskitsum. Framsetingin er hinvegin heldur ekspressionistisk í koloristisku sjálvsmyndum hennara frá 1950-árunum, har hon ger sær serligan ómak at mála eyguni og økið uttanum við fjøllittum, knøppum strokum, ið fáa myndflatan at darra av lívi.

Landslagið sum myndevni

Fyrsta ættarliðið av útbúnum myndlistarfólki kom heim úr Keypmannahavn eftir kríggið. Teirra millum var Ingálvur av Reyni. Verk hansara eru tað næsta modernistiska frambrotið í føroyskari list. Hann legði fyri við figurativum, ógvuliga litsterkum málningum við denti á komplementerlitir, soleiðis sum hann var lærdur á Akademinum, men við vegleiðing frá danska listamanninum Jack Kampmann lærdi hann so líðandi at temja litirnar í sínum alsamt abstraktari málningum. Í 1960 málaði Ingálvur av Reyni nakrar heilt nonfigurativar málningar, men leitaði so aftur til landslagið og tulkaði tað í stórum, abstraktum verkum við sum uttan figurar. Ikki minst á eldri árum eydnaðist honum at finna seg av nýggjum í litríkum og samansetingarligum frælsi og málaði stórfingin, ekspressiv meginverk. Eitt av hesum verkum hongur so ásýniligt á vegginum aftan fyri talarastólin í Løgtinginum.

Steffan Danielsen var ein sjálvlærdur úrmælingur, bæði myndevnisvali og kompositión eru frábregðandi og merkt av óumberligum einsemi. Hinvegin eru bæði huglag og litir ljósari og lættari í teimum naivistisku málningunum hjá Frimodi Joensen av fólki, djórum og umhvørvi, sum hann viðhvørt málaði við sniðfundigum kæti. Thomas Arge hevði serligt lag á at lofta føroyskum landslagi, sum hann lýsti í nærmyndum við einum næstan holdsligum ansi fyri jørðildinum, fyri mosa, steinum og grasi.

Rannvá Kunoy er ein av teimum sjey listafólkunum, sum myndprýddu Glasir – Tórshavn College í 2018. Hennara málningar hava ein loftbornan dám og skifta lit alt eftir, hvaðani tú hyggur at teimum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Abstrakti málningurin

Í skiftandi avbrigdum hevur abstrakt, ekspressiv tulking av náttúruni enn frágera góð umboð í føroyskari list, eitt nú Bárð Jákupsson; málningar og vatnlitamyndir hansara eru ymiskt kraftmiklar, lýriskar ella bera at tí skreytiliga. Bárður hevur gjørt fleiri myndprýðingar og er harumframt ein týðandi listmiðlari. Í fleiri ártíggju hevur Zacharias Heinesen verið frammarlaga í føroyskari myndlist. Hansara kompositiónir við geometriskt kantutum klárlittum fjøllum og húsum hava mest sum gjørt ein skúla fyri seg og eru vorðnar sjálv ímyndin av føroyskari myndlist. Zacharias hevur eitt impressionistiskt støði og serligan áhuga fyri ljósinum og tí evnisliga í náttúruni.

Við Anker Mortensen heldur tann abstrakta siðvenjan fram, sum byrjaði við Ingálvi av Reyni. Anker Mortensen hevur eisini fingist við at gera pappírsverk í einum avantgardekendum stíli. Hann ger javnan myndarøðir við skaldsligum heitum, sum undirstrika ta andligu víddina í myndunum. Hansina Iversen og Rannvá Kunoy eru undangongukvinnur innan nonfigurativa myndlist í Føroyum, sum tær við munaverdum úrslitum hava dyrkað og granskað síðan í 1990-árini. Teir koloristisku málningarnir og steinprentini hjá Hansinu Iversen hava eina sansaliga ávirkan á hyggjaran og sýnast í kompositión síni í senn samfeldar og samansettar við smáum frávikum, sum lata upp fyri nýggjum og aftur nýggjum tulkingum. Yrkisleiðin hjá Rannvá Kunoy hevur ein altjóða dám yvir sær, við framsýningum í Sveis og New York. Málningarnir hjá henni taka seg holografiskt út, og kemst tað serliga av einum fleirlittum litevni, pigmenti, ið hon brúkar, sum ger, at málningarnir skifta lit alt eftir, hvar hyggjarin stendur í mun til teir.

Sjálvsmyndirnar hjá Ruth Smith í 1950-árunum eru ekspressivar lýsingar av hennara sinnisligu órógv og eru millum hennara allarbestu verk.
LISTASAVN FØROYA

Kristindómur og LGBT+

Torbjørn Olsen er ímillum fremstu koloristar í føroyskari myndlistyvirhøvur. Umframt býarumhvørvi málar hann eisini javnan ekspressivar portrettmyndir. Hann hevur greitt fleiri altartalvur úr hondumí føroyskum sum donskum kirkjum. Í hesum verkunum verður bíbilskadramað undurstrikað við komplementerlitum.

Sigrun Gunnarsdóttir er øðrvísi naiv og symbolsk í síni list og hevur somuleiðis aftur og aftur málað kristin myndevni. Myndamálið hjá henni er einfalt og tikið saman um ein figur, eitt fólk, ein fugl ella eitt træ, ið sæst ímóti eini einslittari bakgrund. Uttanum skoytir hon ymiskt inn í til útgreiningar, sum kann minna um palllutir í eini leikuppseting við denti á at miðla eina kenslu av trygd og kærleika.

LGBT+-rørslan hevur havt stóra framgongd í Føroyum tey seinnu árini, og í kjalarvørrinum er ein kvir list vaksin fram. Fjølháttaðir listamenn sum eitt nú Robin Ova Tolfsen og Dan Helgi í Gong viðmerkja og seta spurnartekn við normar og kynsligan samleika.

List í almenna rúminum

Myndprýðing hevur tikið til sín, síðan Tórshavnar kommuna í 2007 samtykti, at allir almennir bygningar skulu myndprýðast. Eitt nú hevur Edward Fuglø myndprýtt fleiri skúlar, m.a. Skúlan á Fløtum (2020). Trý verk við heitum, ið sipa til vælkend tiltøk í málinum, ávikavist Flogvit, Lesihestur og Oddafiskur, gera hesa myndprýðingina. Edward Fuglø tulkar hesi tiltøkini hugmyndaliga og skreytiliga, men eisini ítøkiliga – verkið Lesihesturin er skapað av bókstavum, Flogvitið ímyndar útstappaðar fuglar, festir á ein víðan plastring; vitsins flog. Astrid Luihn hevur somuleiðis myndprýtt fleiri skúlar, eitt nú Skúlan við Streymin (2020), har myndevnið m.a. er úr Sjúrðarkvæðunum.

Tær góðu tíðirnar og tann alsamt vaksandi ferðavinnan hava eisini elvt til størri áhuga fyri list í almenna rúminum, og nógvastaðni sæst nú okkurt slag av myndprýði ella minnismerki.

Eitt nógv vitjað minnismerki er bronsustandmyndin av Kópakonuni í fjøruni í Mikladali. Hans Pauli Olsen man vera virknasti myndahøggari í Føroyum. Standmyndir hansara eru evnaðar til úr leiri og hava klassiskt yvirbragd. Summi av verkunum taka seg surrealistisk út, helst tí tey eru sett upp soleiðis, at tey sýnast leys av tyngdarkraftini. Standmyndin, hann gjørdi av grafikaranum Elinborg Lützen, er fyrsta standmyndin í Føroyum av eini navngivnari kvinnu.

Hjá Tróndi Patursson snýr listin seg fyrst og fremst um at miðla eina kosmiska uppliving, hann hevði á eini sjóferð saman við Tim Severin. Nýggjasta verkið hjá Tróndi er tó undir sjónum í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, teirri fyrstu av sínum slag í heiminum, sum hann hevur prýtt við bláum, grønum og reyðum ljósi. Um súluna mitt í rundkoyringini hevur Tróndur sett eina 80 metra langa girðing av Corten-stáli. Stálið hevur hann skorið út, so tað líkist skuggum av fólki, ið standa øksl við øksl sum ein ímynd av samanhaldi.

Alda Mohr Eyðunardóttir er eitt av teimum umhvørvis- og veðurlagstilvitaðu ungu listafólkunum, ið hava gjørt vart við seg tey seinastu árini. Standmynd hennara er m.a. úr føroyskari ull og steinum og hevur eitt poetiskt yvirbragd, ið heitið eisini staðfestir, men tað er ein heil yrking í sjálvum sær: at broyta tað sum var/meiningin/ at taka eina ár gjøgnum/ tað tunga havið/ tvinga havið til at lúta/ tvinga tað til at boyggja/ boyggja seg fyri mær/ klappa mær/ soleiðis sum havið klappar steininum/ á herðunum/ tá ið grindamjørkin er/ á veg.
KINNA POULSEN 2020

Fjølbroytni og nýroyndir

Nøkur samtíðarlistafólk, t.d. Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð, fáast breitt við fleiri listagreinir og eina ørgrynnu av abstraktum og figurativum myndaliðum, sum teir velja og seta saman. Tey seinnu árini hava verið merkt av nýroyndum og lyndi til at flyta listina burtur frá listastovnum. Eitt nú hevði Jón Sonni Jensen framsýningina VISCERA CONSTRUCT (2017) í hølunum hjá eini vísindaligari fyritøku. Á sýningini vóru lívrunnir figurar og standmyndir evnaðar til úr latex, skúmi og aluminium. Tey somu avrundaðu skapini eyðkenna tekstilverkini hjá Randi Samsonsen. Ein ófigurativur evnisleiki sæst eisini í verkunum hjá Jóhan Martin Christiansen. Tá ið hann í 2016 hevði sína fyrstu serframsýning í Listaskálanum, sýndi hann fram gipsverk við sporum av grasi og greinum. Náttúran er somuleiðis javnan eitt tema í verkum eftir heilt ung listafólk.

Brá av vistfrøðiligari tilvitan eru í verkum eftir Aldu Mohr Eyðunsdóttir Tey úti í náttúruni bráðuppsettu verkini hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir bera eisini dám av surrealismu og feminismu.

Listastovnar, listafeløg og gallarí

Elsta partin av Listasavni Føroya, sum verður nevndur Listaskálin, teknaði J. P. Gregoriussen, og hann varð bygdur í 1970. Í 1993 varð vaksið um savnið við nýggjum bygningi, sum Niels F. Truelsen teknaði í samstarvi við J. P. Gregoriussen. Myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur gjørt verkið Skuggin, sum sæst høgrumegin á myndini.
BJARNE JAKOBSEN/RITZAU SCANPIX, 2013

Á Listasavni Føroya í Gundadali er eitt stórt úrval av føroyskari list til sýnis. Eldra partin teknaði J.P. Gregoriussen, og hann stóð liðugur í 1970. Í 1993 varð bygt uppí suðureftir. Henda nýggja partin teknaði danski arkitekturin Niels F. Truelsen í samstarvi við J.P. Gregoriussen.

Steinprent hevur síðan 1999 verið eitt savningarstað hjá listafólki og listáhugaðum. Steinprent heldur til við Skálatrøð í gomlu fabrikkini hjá Østrøm. Har er grafiskur verkstaður í erva og eitt gallarí í kjallaranum. Steinprentarin Jan Andersson og grafikarin Fríða Matras Brekku standa fyri Steinprenti. Í Steinprenti hevur m.a. Per Kirkeby verið og arbeitt, og hann skrivaði bók um tað, Rejsen til Færøerne. Umframt Per Kirkeby hava Ian McKeever, Julie Sass og Claus Carstensen arbeitt og sýnt fram í Steinprenti. Verkstaðið hevur somuleiðis havt samstarv við tey flestu føroysku listafólkini, eitt nú grafikaran Marius Olsen, sum býr í Finnlandi, men sum javnan arbeiðir og sýnir fram síni neyvgjørdu verk í Steinprenti.

Norðurlandahúsinum hava heimskend norðurlendsk listafólk havt framsýningar, eitt nú Terike Haapoje úr Finnlandi í 2014 og Ragnar Kjartansson úr Íslandi í 2019.

Norðoyar Listafelag skipar fyri framsýningum og tiltøkum í Klaksvík. Gamla Seglhúsið er somuleiðis eitt sera virkið gallarí við skiftandi framsýningum. Í Vági er Ruth Smith-Savnið, har eitt frálíkt úrval av verkum eftir Ruth Smith eru til sýnis. Í Báta og Listasavninum í Leirvík hanga málningar eftir Jóannis Kristiansen.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Kinna Poulsen

    (f. 1968) Cand.mag. í donskum og listasøgu. Lektari á Glasi, rithøvundur, ummælari og kuratorur.