Í Tjørnuvík, nevnd í Hundabrævinum, búgva 46 fólk, og hon er 24 merkur. Av teimum eru 4 merkur festijørð, sum er eitt festi, og 20 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 768 seyðir. Bygdin varð grundað í víkingaøld umleið ár 1000, og hetta varð prógvað við fornfrøðiligum útgrevstri í 1956. Her varð funnin m.a. ein ringprónur, sum ein vaksin kvinna hevur átt, og sum er tíðarfest til umleið 900-talið.
Tjørnuvík og Haldórsvík vóru til samanleggingina við Sunda kommunu í 2005 ein sjálvstøðug kommuna. Sandurin í Tjørnuvík liggur opin fyri havinum, og bygdin er brimpláss. Tjørnuvík er umgird av høgum fjøllum, summi teirra hava urðar og góð fuglabjørg. Norðast í oynni er dalurin Sjeyndir. Norðan fyri bygdina er stakkurin, Tjørnuvíksstakkur, har tey hava veðrar um summarið: ein rennistrongur er lagdur út í Stakkin. Av sandinum í bygdini er gott útsýni til Risan og Kellingina uttan fyri víkina.
Ein á rennur gjøgnum Tjørnuvík, sum hevur verið góð vatnveiting, og har eru enn nógv gomul hús, sum eru sloppin at standa næstan óbroytt. Bygdin fekk vegasamband í 1966, og síðani tá hevur hon verið eitt tað best dámda ferðamannamálið í landinum.
Í 1857 varð gjørt av at flyta kirkjuna í Tjørnuvík til Saksunar. Sostatt var eingin kirkja í mong ár, og tey gingu í kirkju í grannabygdini Haldórsvík, men hagar var torført at ganga. Í 1937 fekk Tjørnuvík kirkju aftur, sum H. C. W. Tórgarð teknaði.
Skúli varð bygdur í 1950, men er seinni niðurlagdur. Í dag nýtir Listafólkasambandið LISA bygningin til listafólk, sum kunnu søkja um eitt uppihald har.
Tjørnuvík er kend fyri at hava varðveitt Kingosangin.
Les meira
- Haldórsvík
- Hósvík
- Hvalvík
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Kvívík og Kvívíkar kommuna
- Langasandur
- Leynar
- Nesvík
- Norðradalur
- Saksun
- Skælingur
- Streymnes
- Streymoy
- Stykkið
- Sund
- Syðradalur (Streymoy)
- Tinganes
- Tórshavn
- Úti á Bø
- Válur og Nes
- Velbastaður
- Vestmanna og Vestmanna kommuna
- Við áir
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum