Í Kvívík, nevnd í Hundabrævinum, búgva 403 fólk, og har eru 48 merkur, av teimum eru 22 merkur og 6 gyllin festijørð, 25 merkur og 10 gyllin eru óðalsjørð. Festini eru 12. Seyðatalið er 1.280 seyðir.
Kvívík er saman við markatalsbygdunum Leynum og Skælingi og niðursetubygdunum Stykkinum, Váli og Nesi (við Vestmanna) Kvívíkar kommuna.
Fólk hava búð í Kvívík síðani víkingaøld, sum sæst týðiliga av toftum frá víkingatíð. Í fjøllunum eru leivdir av varðhaldsstøðum og loyniskjólum, har fólk hava krógvað seg fyri sjórænarum í 1600-talinum, tá ið skip teirra sóust á sjónum.
Úr Kvívík er stuttur vegur út á góð fiskimið, men bygdin er brimpláss. Brimgarðar rundan um bátahylin hava tó bøtt um viðurskiftini.
Núverandi kirkja varð bygd í 1903 av høgdum, pussaðum hvíttmálaðum gróti við reyðum taki av rukkublikki. Byggimeistari var P. C. Johannesen. Kirkjan varð útbygd og endurnýggjað í 1989-90, tá fekk hon skifertak og nýtt kirkjuspír. Prestagarðurin á Kirkjuteigi er frá 1852.
Fyrsti skúlin í bygdini varð bygdur í 1907. Nýggjur skúli við fimleikarhøll og svimjihyli varð tikin í nýtslu í 1976 og er seinni útbygdur. Eftir 7. fkokk ganga børnini í skúla í Havn. Barnagarður og frítíðarskúli hava verið partur av skúlanum síðani 2016, og kommunan hevur avgjørt, at teir eru ókeypis. Kommunan hevur grønan politikk, og síðani 2020 hevur ein vatnmylla framleitt nóg mikið av orku til at hita teir almennu bygningarnar í bygdini.
Bygdarhúsið Glæman var bæði dansistova og sjónleikarhús, og kappróður er vældámdur ítróttur í bygdini.
Kvívíkar kommuna liggur mitt á Streymoynni, og flestu kvívíkingar koyra til arbeiðis uttan fyri kommununa, serliga til Havnar.
Víkingahúsini í Kvívík – Niðri á Toft
Í sambandi við, at eini hús vóru bygd ímillum fjøruna og bygdina í 1887 vóru leivdir av einari eldri búseting funnar. Tá ið húsini í 1941 skuldu leingjast vórðu enn eldri leivdir funnar, og fornfrøðingurin Sverri Dahl setti ein útgrevstur í gongd á staðnum í 1942.
Húsatoftir frá víkingatíð – dagfestar til uml. ár 1000 – vórðu grivnar út. Tað vóru toftir frá tveimum bogaum langhúsum, sum vendu norður-suður, skáli, sum eisini eru kend frá øðrum útgrevstrum í Útnorði. Størra húsið stóð nærri ánni og hevði eitt rúm, sum máldi 22 x 6 m. Hitt var bæði styttri og smælari, og tað var bygt saman við øðrum smáum húsum við bási og løðu. Í landnámstíð var ikki vanligt at skilja langhúsið, sum var bústaðurin við eldstaði, frá stallinum á hendan hátt. Tí kann tað vera frá einum seinni tíðarskeiði.
Les meira
- Haldórsvík
- Hósvík
- Hvalvík
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Langasandur
- Leynar
- Nesvík
- Norðradalur
- Saksun
- Skælingur
- Streymnes
- Streymoy
- Stykkið
- Sund
- Syðradalur (Streymoy)
- Tinganes
- Tjørnuvík
- Tórshavn
- Úti á Bø
- Válur og Nes
- Velbastaður
- Vestmanna og Vestmanna kommuna
- Við áir
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum