Í Sumba búgva 252 fólk, og har eru 64 merkur. Av teimum eru 23 merkur festijørð og 41 merkur óðalsjørð. Festijørðin er býtt millum níggju festarar. Áseyðatalið er 2.706.
Til Sumbiar kommunu hoyra Sumba, Lopra, Akrar, Víkarbyrgi, Hamrabyrgi og Akraberg. Navnið Sumba er komið av suður og bøur. Umframt seyðarøkt og fiskiskap hevur fuglaveiði havt stóran týdning. Beinisvørð, 470 m høgt, er hægsta forberg í Suðuroy.
Kirkja hevur verið í Sumba frá fornari tíð. Núverandi kirkja varð bygd úr gróti og betongi í 1877.
Fyrsti skúlin varð bygdur í 1889. Hann varð umbygdur og gjørdur størri í 1965 og aftur í 2005. Børnini ganga her í sjey ár og halda so fram í Vágs Skúla. Kommunan hevur síðan 2005 havt dagrøktarskipan, men á skúla-, dagstovna- og eldraøkinum samstarvar hon við hinar kommunurnar í Suðuroy.
Bygdarmálið í Sumba er eyðkent, og Sumba er kend sum serstøk kvæða- og dansibygd.
Vegur hevur verið til Sumbiar í nógv ár, og í 1997 varð ein tunnil vígdur, sum hevur gjørt ferðsluna til Sumbiar skjótari og tryggari.
Poul F. Joensen skald var føddur í Sumba, men búði mestsum alt lívið í Froðba.
Dansur, kvæði og føstulávint
Sumba er víða gitin fyri at hava varðveitt fornan kvæða- og dansisið. Í 1976 fekk dansifelagið í bygdini virðislønina Europapreis für Volkskunst. Størsta hendingin á árinum er tað tiltikna føstulávintshaldið, og burturstaddir sumbingar og ættarfólk flykkjast heim at sláa tunnu og dansa, til tað lýsir fyri degi.
Kvøðarin og dansarin Hans Meinhard Djurhuus yrkti eisini kvæði, eitt nú Virgars kvæði, 115 ørindi, tá ið hann var 17 ára gamal. Kvæðið er enn væl dámt í føroyskum dansi.
Les meira
- Akrar
- Fámjin
- Froðba
- Hov
- Hvalba
- Lopra
- Nes
- Ørðavík og Ørðavíkslíð
- Porkeri
- Sandvík
- Trongisvágur
- Tvøroyar kommuna
- Tvøroyri
- Vágur
- Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
- Suðuroy
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum