![](https://usercontent.one/wp/trap.fo/wp-content/uploads/2023/12/Akraberg_-_omrA5de-1.png?media=1703068068)
![](https://usercontent.one/wp/trap.fo/wp-content/uploads/2023/06/20220301-150622-7-3881x2587ma-2-1024x683.jpg?media=1703068068)
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016
Akraberg er syðsta stað í Føroyum. Brimpláss er og sera ábært. Tað sigst, at frísar búðu har frá umleið 1040, til sóttin svarta gjørdi enda á teimum. Nógvar sagnir eru um frísarnar í Akrabergi, ið vóru heidnir langt eftir, at Føroyar vóru kristnaðar. Eystarumegin, í tí brøttu brekkuni við vitan, síggjast lágir regluligir ryggir, sum kanska einaferð hava verið partur av tí frísisku bygdini.
Í 1909 varð Vitin á Akrabergi undir Vita- og Siglingamerkjaverki Ríkisins vígdur, og nýmótans hús vórðu bygd til vitameistaran og hjálparar hansara við familjum. Í 1988 flutti síðsta vitapassarafamiljan, húsini vórðu seld og eru nú frítíðarhús.
Ein veðurstøð og ein millumbylgjusendari eru staðsett í Akrabergi. Har er eisini farvegur eftir bretsku hersetingina undir seinna heimsbardaga. Akraberg er í dag høgt í metum sum ferðamál. Tá ið sýnið er gott, síggjast tey syðstu skerini hiðani, Flesjarnar og Sumbiarsteinur, sum er einar 6 km sunnan fyri Akraberg.
Les meira
Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum