Lopra

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Lopra er ein niðursetubygd við Lopransfjørð. Har settist fólk niður í 1834, og nú eru 83 íbúgvar í bygdini. Her var hvalastøð árini 1901-53, og Ejnar Mikkelsen pólgranskari var stjóri árini 1928-30.

Í Lopra eru virki, sum taka vatn í tunlinum í Sumba. Tað verður selt í fløskum undir nøvnunum Kirvi og Aurora Water. Kirvi er eitt fjall nærindis bygdini, og tað var vinnulívsmaðurin Jákup Joensen, Jákup í Lopra, sum tók stig til hetta virksemi.

Í 1957 varð felags skúli bygdur á Leiti til Lopra og Akrar. Hann er nú niðurlagdur, og børnini ganga tey fyrstu sjey árini í skúla í Sumba. Skúlin á Leiti var eisini kirkja, og tað er hann enn.

Bæði vegur og tunnil til Sumbiar byrja í Lopra. Av vegnum er gott útsýni yvir landslagið og fuglabjørgini har. Úr Lopra er stutt til Lopranseiði vestarumegin, har hollendski eysturindiafarin Westerbeek strandaði og fórst í september 1742; 81 av manningini bjargaðust.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.