Fámjin, nevnd í Hundabrævinum, er 24 merkur, av teimum eru 21 merkur og 11 gyllin óðalsjørð, og 2 merkur og 5 gyllin eru festijørð, sum er býtt millum tríggjar festarar. Í Fámjin búgva 86 fólk. Áseyðatalið er 1.120.
Bygdin liggur á vestursíðuni á Suðuroy og er sjálvstøðug kommuna. Nærhendis bygdini er Kirkjuvatn.
Fámjin sigst í gomlum døgum at hava itið Vesturvík, og tað er óvist, hvørjum navnið Fámjin er sprottið av. Men søgnin sigur, at menn úr bygdini einaferð rændu tvær kvinnur av einum fronskum skipi, og at sjómenninir hoyrdust rópa femme mienne, »kona mín«. Eftir søgnini er bygdarnavnið sprottið av hesum.
Í Fámjin varð bøurin skiftur longu í 1928, men her sum aðrastaðni í oynni hevur landbúnaður lítlan týdning uttan sum seyðahald sum ítriv. Tey flestu arbeiða aðrastaðni enn í bygdini.
Tann gamla timburkirkjan við flagtekju varð bygd í 1826, og í 1879 kom nýggj kirkja úr gróti við tekju úr fløgusteini í staðin fyri ta gomlu. Smiður var íslendingurin Guðbrandur Sigurðsson. Her hongur tað elsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Oliver Lisberg og tveir aðrir føroyskir studentar sniðgóvu. Jens Oliver Lisberg doyði í 1920 og er jarðaður í Fámjin. Í kirkjuni stendur eisini ein rúnasteinur, sum varð funnin í kirkjugarðinum í bygdini.
Bygdin fekk fyrsta skúla sín í 1886, og hann varð umbygdur í 1984. Í 2021 var bara ein næmingur í sætta flokki.
Vegasamband er til Fámjins upp um Ørðaskarð, og Bygdaleiðir syrgja fyri flutningi um alla oynna. Fyrireikingar verða gjørdar til tunnil til bygdina, sum eisini hevur eina lítla havn, haðani til at rógva út við smærri bátum.
Les meira
- Akrar
- Froðba
- Hov
- Hvalba
- Lopra
- Nes
- Ørðavík og Ørðavíkslíð
- Porkeri
- Sandvík
- Sumba og Sumbiar kommuna
- Trongisvágur
- Tvøroyar kommuna
- Tvøroyri
- Vágur
- Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
- Suðuroy
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum