Streymoy

Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu í 2020 og er størsta bygningsverk higartil í Føroyum. Tróndur Patursson gjørdi listarverkið í rundkoyringini í tunlinum. Ringurin av fólki, sum stendur øksl við øksl, sipar til føroyska dansin, men skal skiljast breiðari, sigur listamaðurin, sum ein ímynd av tí samanhaldi, ið er fyritreytin fyri samfelagsmenningina. Eyðun Eliasen, arkitektur, teknaði inngongdirnar og gjørdi ljósuppsetingina í tunlinum, sum er í fleiri litum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Norðstreymoy

Streymoyggin er 374,9 km2 stór, og hon er størsta oyggj í Føroyum. Norðstreymoy fevnir vestanfyri um markatalsbygdirnar Saksun, Vestmanna, Kvívík, Leynar og Skæling og niðursetubygdirnar Vál, Nes og Stykkið, og eystanfyri eru Kollafjørður, Hósvík. Hvalvík, Steymnes, Haldórsvík og Tjørnuvík og niðursetubygdirnar Langasandur og Nesvík.

Norðstreymoy er partur av Streymoyar sýslu, og er býtt sundur í eystara og vestara prestagjald. Til 1892 var alt økið ein kommuna. Vestmanna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1892, og aðrar bygdir gjørdust skjótt eisini sjálvstøðugar kommunur. Norðstreymoy fevnir í dag um Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.

Kollafjørður hevur frá gamlari tíð verið roknaður upp í Norðstreymoy. Hann er í dag lagdur saman við Tórshavnar kommunu. Sunda kommuna fevnir um bygdir bæði í Norðstreymoy og í Eysturoy.

Vestursíðan á Norðstreymoy frá Skælingi til nakað norðan fyri Vestmanna er grasvaksin heilt oman í fjøruna, men síðani broytist landslagið ógvisliga í útnyrðing, har Vestmannabjørgini og Saksunarbjørgini stíga beint upp fleiri hundrað metrar. Tað bratta bergið er gjøgnumskorið av gjáum við nógvum svartfugli, summastaðni eru skorar, har seyður gongur um summarið. Tað ber til at sigla inn í gjáirnar.

Eystursíðan ímóti Sundunum millum Streymoy og Eysturoy er grasvaksnir morenuheyggjar, og vallað er heilt oman í sjóvarmálan. Áir renna á sjógv báðumegin Norðstreymoy. Í Føroyum ert tú aldrin langt frá sjónum, men við Fjallið lítla í Saksunardali er tann longsti vegurin til sjógvin uml. 6 km.

Tey hægstu fjøllini norðan fyri Vestmanna eru Koppenni, 789 m, Ørvisfelli, 783 m, og Malaknúkur, 777 m, við Skælingsbygd hevjar Skælingur, 767 m seg, og í ein útsynnning úr Tjørnuvík sæst Melin, 764 m.

Suðurstreymoy

Suðurstreymoy fevnir um markatalsbygdirnar Kaldbak, Hoyvík og Tórshavn og ta nýggju niðursetubygdina ella forstaðin Norðasta Horn vestanfyri og niðursetubygdina Hvítanes. Á vestursíðuni fevnir økið um markatalsbygdirnar Norðradal, Syðradal, Velbastað og Kirkjubø. Hesar bygdir eru saman við Tórshavn høvuðsstaðarkommunan Tórshavnar kommuna, sum eisini fevnir um Nólsoy, Hest og Koltur og bygdina Kollafjørð í Norðstreymoy.

Norðarlaga á Streymoynni vestantil liggur Saksun, umringað av stórslignari náttúru við brøttum fuglabjørgum og líðum. Stavsetingin Saxhøfn vísir, at Saksun fyrr í tíðini var ein havn, sum fyltist við sandi í einum ódnarveðri í 1602. Bóndagarðurin Dúvugarðar við úthúsum er friðaður og hoyrir í dag til Tjóðsavnið.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.