Skúgvoy

Legsteinur við latínskum krossi, nevndur Sigmundarsteinur, stendur í kirkjugarðinum í Skúgvoy Hann er uppkallaður eftir Sigmundi Brestissyni, sum eftir Føroyingasøgu bygdi har ta fyrstu kirkjuna í Føroyum.  SÍMUN V. ARGE, 2005

Tær tríggjar oyggjarnar Sandoy á 111,24 km², Skúgvoy á 9,89 km² og Stóra Dímun á 2,61 km² fevna um markatalsbygdirnar Sand, Skálavík, Húsavík, Skarvanes, Dal, Skúgvoy og Stóru Dímun. Eisini er at nevna niðursetubygdina Skopun, ið varð bygd í 1833 á markatalsjørð, sum hoyrdi til Sand. Sandoyar sýsla og Sandoyar prestagjald fevna um hesar bygdirnar.

Tær tríggjar oyggjarnar eru fimm sjálvstøðugar kommunur: Skopunar kommuna, Skálavíkar kommuna, Sands kommuna, Húsavíkar kommuna, sum fevnir um Skarvanes og Dal, og Skúgvoyar kommuna, sum Stóra Dímun hoyrir til. Millum Trøllhøvda, sum hoyrir til Kirkjubø, og Sandoynna er Høvdasund. Úr Sandoynni út í Høvdasund er eitt serligt jarðfrøðifyribrigdi, ein 80 m langur gróttangi niðri í fjøruni við tí sigandi navninum Hvalsryggur.

Skúgvoy, nevnd í Hundabrævinum, er 59 merkur og 12 gyllin. Av teimum eru 32 merkur og 4 gyllin festijørð, og 27 merkur og 8 gyllin óðalsjørð. Festijørðin er býtt í fimm eindir, og av teimum situr ein festari við trimum. Áseyðatalið er 990. Í Skúgvoy búgva 30 fólk.

Skúgvoy og Stóra Dímun eru ein av teimum minstu kommununum.

Bygdin er kend úr Føroyingasøgu, sum sigur frá, at høvdingurin Sigmundur Brestisson bygdi fyrstu kirkju í Føroyum her. Í kirkjugarðinum stendur Sigmundarsteinur, sum sigst vera gravsteinur Sigmundar.

Skúgvoy, sum hevur navn eftir fuglinum skúgvi (Stercorarius skua), er gott fuglapláss og kend fyri serliga lomvigaveiði og tøku av lomvigareggum.

Nógv ferðafólk fara til Skúgvoyar at síggja tað fuglameingið, har er. Ofta verður farið í Fagradal, har søgnin sigur, at Rannvá sat lívstíðardóm fyri at hava átt son ógift, hóast barnið var komið av, at ein danskur loytnantur hevði neyðtikið hana. Í baksýni eru Stóra Dímun og Lítla Dímun.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Tann gamla kirkjan var frá 1852. Nýggj kirkja av betongi og við eternitttekju varð bygd í 1937. H.C.W. Tórgarð teknaði.

Fast ferðasamband er millum Sand og Skúgvoy, og um summarið kemur nógv ferðafólk í oynna.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.