Hov

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Hov við Hovsfjørð, sum umrøtt er í Føroyingasøgu, er 24 merkur, av teimum eru 5 merkur og 8 gyllin festijørð, býtt millum tríggjar festarar, og 18 merkur og 8 gyllin eru óðalsjørð. Í bygdini búgva 97 fólk. Áseyðatalið er 970. Bygdin hevur verið sjálvstøðug kommuna síðan 1920, men samarbeiðir við hinar kommunurnar í Suðuroy á skúla-, dagstovna- og eldraøkinum.

Føroyingasøga sigur, at Havgrímur búði í Hovi. Hov er norrønt heiti fyri offurstað. Fornfrøðin og staðanøvn sum Ærgidalur og Ærgifossur benda á, at her hava verið setur í miðøld, og úrgrevstur hevur víst á ærgi, summarsetur, í Ærgidali nærindis bygdini.

Umframt seyðarøkt og útróður er tað gamal siður í Hovi at hava nógvar gæs, og í bønum síggjast enn mong av teimum eyðkendu gásarhúsunum.

Fyrsta kirkja í Hovi var frá tíðini eftir siðaskiftið. Núverandi kirkjan er gamla Vágs kirkja. Missiónshúsið í bygdini er frá 1964.

Fyrsti skúlin í bygdini kom í 1888. Nýggjur skúli varð bygdur í 1982, men er seinni niðurlagdur og verður nú nýttur sum virkishús, og Miðnámsskúlin í Suðuroy nýtir bygningin m.a. til næmingar við serligum tørvi. Heilsuskúli Føroya er eisini partur av Miðnámsskúlanum. Hann fevnir um útbúgvingar til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

Børn í Hovi ganga í skúla í grannabygdini Porkeri.

Tað er ikki altíð farandi eftir tí gamla vegnum eftir fjøllunum til Ørðavíkar á vetri, men afturfyri eru einsýnar basaltmyndanir at síggja fram við vegnum. Í 2007 varð tunnil latin upp millum Ørðavík og Hov.

Fyrsta bátahavnin varð gjørd árini 1930-1940, og nú er tað mest P/F Bakkafrost, sum nýtir hana í laksaalingini. Longu í 1950-árunum varð roynt at ala fisk við síla- og laksasmolti uppi á landi. P/F Bakkafrost yvirtók laksaalingina Faroe Farming á Hovsfirði í 2016.

Hovs Fornminnafelag hevur tikið stig til at umvæla eitt fiskastykki og ein gamlan handil, sum varð nýttur til 1984, og sum nú er Savnið á Mýrini. Savnið hevur kaffistovu, og har er ymist mentanarvirksemi, t.d. víkingafestivalur og djórafestivalur eina ferð um árið. Í 2016 var avgjørt at smíða eitt víkingaskip, og farið er undir at byggja eina langlon við jarnsmiðju. Í 2015 varð ein steinur settur til minnis um víkingaaldarhøvdingin Havgrím.

Fyrsti útbúni føroyski arkitekturin, Johan Hofgaard, er føddur í Hovi.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.