Tann gamla landbúnaðarbygdin Hvalba, nevnd í Hundabrævinum, er størsta markatalsbygd í Føroyum og er 98 merkur og 13 gyllin. 41 merkur, 5 gyllin og 2 skinn eru festijørð, sum er býtt millum 28 festarar, og 57 merkur, 7 gyllin og 18 skinn eru óðalsjørð. Í Hvalba búgva 603 fólk. Nú er landbúnaðurin mest seyðahald sum hjávinna ella ítriv, og mjólkineyt eru hvørki í Hvalba ella øðrum bygdum í Suðuroy. Áseyðatalið er 2.941.
Í 1801 búðu 202 fólk í Hvalba, sum tá var næststørsta bygd, bara Havnin var størri. Hvalba gjørdist saman við niðursetubygdini Sandvík sjálvstøðug kommuna í 1878.
Bygdin liggur á Hvalbiareiði, har røtt er bæði eystur- og vestureftir. Uttan um bygdina eru fýra fjøll: Grímsfjall, 327 m, móti vestri, Skálafjall, 374 m, móti norðri, Prestfjall, 471 m, í útsynning og Hvalbiarfjall, 514 m høgt, móti landsynningi.
Einki vegasamband var til Hvalbiar ella Sandvíkar fyrr enn í 1963. Tá varð fyrsti tunnil í Føroyum gjørdur millum Tvøroyri og Hvalba, og ein annar millum Hvalba og Sandvík í 1970. Nýggjur tíðarhóskandi tunnil millum Hvalba og Tvøroyri varð vígdur í 2021.
Fiskiskapur hevur leingi verið høvuðsvinna, og fyrsti trolarin kom til Hvalbiar í 1947. Í 1980-árunum komu tveir trolarar aftrat, Niels Pauli (1983) og Steintór (1985). Um sama mundið varð eisini latið upp flakavirki, sum gav arbeiði til nógvar hendur, men kreppan í 1990-árunum rakti meint, og arbeiðsloysið vaks munandi. Sum frá leið, batnaði støðan, og virkið fór aftur til verka.
Undir fyrra heimsbardaga varð eitt lítið havnarlag gjørt í býlinginum Nesi, undir Rananum. Í 1930-árunum vórðu tvey havnarløg aftrat gjørd, nevnd ávikavist Lítla Kai og Stóra Kai, við Bíargarð og Hamranes. Havnin varð útbygd og nútímansgjørd í 1990-árunum, tá ið eitt fiskavirki varð stovnað.
Suðuroyarprestur hevur búð í Hvalba í øldir. Núverandi prestagarður í Leirum varð bygdur í 1880. Íslendski byggimeistarin Guðbrandur Sigurðsson stóð fyri byggingini. Kirkjan er frá 1935. Jens Mortensen, byggimeistari av Tvøroyri, stóð fyri byggingini.
Fyrsti skúli í bygdini kom í 1882 og ein nýggjur í 1973, sum varð útbygdur í 1980-árunum. Nú eru umleið 100 næmingar í skúlanum.
Les meira
- Akrar
- Fámjin
- Froðba
- Hov
- Lopra
- Nes
- Ørðavík og Ørðavíkslíð
- Porkeri
- Sandvík
- Sumba og Sumbiar kommuna
- Trongisvágur
- Tvøroyar kommuna
- Tvøroyri
- Vágur
- Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
- Suðuroy
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum