Kollafjørður

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Á myndini er bogaði vegurin frá rundkoyringini til munnan á Kollfjarðartunnlinum. Inni í Firði er Langasandur vinstrumegin á myndini. Har er kei við m.a. fiskavirki og frystihotelli. Hinumegin er Orareingir og Signabøður. Á Oyrareingjum er eisini kei- og ídnaðarøki.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Kollafjørður, nevndur í Hundabrævinum, er 51 merkur av festijørð og 1 mørk av óðalsjørð. Festini eru 11 í tali, eitt teirra er almenna royndarstøðin, Búnaðarstovan. Seyðatalið er 1.810 áseyðir.

Frá 1913-2001 var Kollafjørður sjálvstøðug kommuna, sum í 2001 legði saman við Tórshavnar kommunu. Kollfirðingar arbeiða í bygdini og ein fjøld arbeiðir í Havn. Eisini eru nógvir kollfirðingar sjómenn.

Kollafjørður, Føroya longsta bygd, hevur frá gamlari tíð ligið í 11 býlingum, búseting, sum røkkur fleiri kilometrar báðumegin fjørðin. Í dag eru býlingarnir hesir: Sundini, Kjalnes, Miðgerði, Todnes, Hamrar, við Sjógv, Líðin, Langasandur, Oyrareingir, Signabøur, á Heyggi, frammi í Dal og frammi við Gjónna við Leynavatn, hagar fólk úr Kollafirði fluttu í 1815. Eingin býr kortini við Gjónna nú.

1801 var Kollafjørður við 134 fólkum eitt av teimum týdningarmiklu landbúnaðarplássunum, og hevur landbúnaðurin framvegis týdning fyri bygdina. M.a. er ein mjólkarframleiðari við 45 mjólkineytum.

Kort av sýslum og kommunum.
KF.FO OG PEDER DAM, 2022.

Í 2022 búðu 1023 fólk í Kollafirði. Til vegur kom til Havnar eftir oyggj miðskeiðis í 1960-árunum, var farleiðin sjóvegis.

Sambandið varð gjørt enn betri, tá ið Kollfjarðartunnlin millum Kaldbaksbotn og Oyrareingir stóð liðugur í 1992.

Kollafjørður er góð natúrhavn. Í útsynning er Skælingur, 767 m, í útnyrðing er Árnadalstindur, 718 m. Í langa Kollafjarðardalinum eru trý vøtn, Mjáuvøtn og tað vakra Leynavatn, sum frá gamlari tíð hevur verið kent fyri sínar bleikjur (Salvelinus alpinus).

Vøtnini eru í dag lokkandi fyri laksafiskarar. Matstovan KOKS, sum fekk tvær Michelinstjørnur í 2021, húsaðist í gamla garðinum frammi við Gjónna.

Í nýggjari tíð er havnarlagið á Langasandi útbygt, og nýggj bingjuhavn á Oyrareingjum tikin í nýtslu í 2008. Á Langasandi er 460 m long kei, og keiin í bingjuhavnini á Oyrareingjum er 150 m. Harafturat eru tveir bátahyljar – á Signabø og við Sjógv, har bátafelagið hevur høli.

Bygdin hevur læknaviðtalu, bygdarhús, missiónshús, sal hjá brøðrasamkomuni og skótahús. Harafturat eldrasambýli til níggju fólk.

Farið er undir fyrireikingar at byggja eitt nýtt røktar- og ellisheim til 32 fólk, sum væntandi verður liðugt í 2026.

Á havnarøkinum hevur PP Faroe Pelagic, sum arbeiðir uppsjóvarfisk til útflutnings, bygt eitt frystihotell. Somuleiðis hevur reiðaríið Samskip bygt tvey frystihotell á sama øki.

Tvey reiðarí við rækjutrolara og trolara til uppsjóvar fiskiskap, P/F Líðin og Northwest Pelagic, hava sæti í Kollafirði.

Kollafjørður er góðkendur til laksaaling, har Bakkafrost hevur aliloyvið. Eisini er nakað av hummarafiskiskapi á fjørðinum og á Tangafirði útfyri munnan á Kollafirði.

Atlanticpane, sum framleiðir glas til bygging, húsast á havnarøkinum, eins og flutningsfyritøkan IR-flutningur, sum hevur um 50 akfør.

Á Signabø er byggifyritøkan Bulur, sum byggir sethús, raðhús, dagstovnar o.a.

Í Kollafirði eru aðrar smærri fyritøkur við lastbilum og akførum til serflutning. Eisini eru fleiri smærri handils-, tænastu- og handverkaravirki í bygdini.

Gamli tingstaðurin er við Sjógv, og á sama staði er Tinggarðurin frá 1844, sum er varðveittur. Sjóvargarður, har bóndin og yrkjarin Jens Christian Djurhuus búði, var sæti fyri mentanini í Kollafirði. Jens Chr. Djurhuus yrkti fleiri kend kvæði og vísur, t.d. Ormin Langa. Brøðurnir og kendu yrkjararnir J.H.O. Djurhuus og H.A. Djurhuus vóru langabbasynir Sjóvarbóndans.

Kirkjan við Sjógv er ein av gomlu trækirkjunum í Føroyum. Hon varð tikin í nýtslu til adventina í 1837. Minst tvær kirkjur hava verið bygdar á sama staði undan verandi kirkju. Áðrenn prestasætið var flutt á Kirkjuteig í Kvívík, búðu prestarnir á Kjalnesi í Kollafirði.

Frá uml. 1838 til 1849 var ferðalærari í Kollafirði. Í 1885 varð fastur lærari settur í bygdini, og fyrsti skúlin stóð liðugur við Sjógv í 1889.

Í 1932 varð skúli bygdur á Oyrareingjum til børnini inni í Firði, sum H.C.W. Tórgarð hevði teknað. Síðani 1970 hevur øll skúlaundirvísing verið savnað í núverandi skúla við Sjógv, sum Niels Pauli Hansen teknaði, við m.a. serstovum, fimleikahøll og seinni eisini svimjihyli. Í skúlanum ganga næmingar frá 1. til 9. flokk. Skamt omanfyri skúlan stóð snotilig ítróttarhøll liðug í 2005, sum skúlin hevur nýtslurætt til. Í grannalagnum við skúlan er dagstovnur til 80 børn. Eisini er frítíðarskúli skamt frá skúlanum.

Kollafjarðar Ítróttarfelag, KÍF, varð stovnað í 1942. Felagið tekur lut í mans- og kvinnuhondbólti, kappróðri og flogbólti. KÍF hevur fleiri ferðir verið føroyameistari í manshondbólti og kappróðri. Kollafjarðar talvfelag, KT, varð stovnað í 1967. Felagið hevur vunnið fleiri meistaraheiti.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Bjarni Djurholm

    (f. 1957) Lærari. Varaskúlastjóri í Eysturskúlanum, Tórshavn, og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður.

  • Rólvur Djurhuus

    (f. 1952) Cand. Agr. Dr.scient. í landbúnaðarfrøði. Eftirløntur landbúnaðarráðgevi.