Hvalvík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Í Hvalvík, sum er nevnd í Hundabrævinum, búgva 248 fólk, og har eru 24 merkur. 14 merkur eru festijørð, og festararnir eru tveir, og 10 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 792 áseyðir.

Hvalvík er vaksin saman við Streymnesi, og tær vóru sjálvstøðug kommuna til 2005, tá ið tær gjørdust partur av Sunda kommunu. Landslagið rundan um Hvalvík er bæði flatt og heyggjut, og Stórá, sum skilur Hvalvík frá Streymnesi, veitir vatn til umleið helvtina av tí 10 km langa Saksunardali. Jørðin er góð til landbúnað, her eru eingi fuglabjørg, og langt er til miðis. Langfarafisking fekk stóran týdning fyri bygdina.

Kirkjan er frá 1829 og er ein av teimum elstu trækirkjunum í Føroyum, og byggitilfarið var partvíst frá tí skotsku barkini Broon, sum strandaði í Saksun í 1828. Prædikustólurin varð upprunaliga smíðaður til Havnar kirkju í 1609.

Skúlin er bygdur í 1962, byggimeistari var hvalvíkingurin Jóannes Olsen. Eftir 3. flokk halda børnini fram í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka.

P/F Norðsetur, sum m.a. hevur smíðað typuhús av ymsum slag síðani 1980, er eitt av teimum størstu arbeiðsplássunum í bygdini. Í bygdini er ein lítil havn.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.