Norðstreymoy
Streymoyggin er 374,9 km2 stór, og hon er størsta oyggj í Føroyum. Norðstreymoy fevnir vestanfyri um markatalsbygdirnar Saksun, Vestmanna, Kvívík, Leynar og Skæling og niðursetubygdirnar Vál, Nes og Stykkið, og eystanfyri eru Kollafjørður, Hósvík. Hvalvík, Steymnes, Haldórsvík og Tjørnuvík og niðursetubygdirnar Langasandur og Nesvík.
Norðstreymoy er partur av Streymoyar sýslu, og er býtt sundur í eystara og vestara prestagjald. Til 1892 var alt økið ein kommuna. Vestmanna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1892, og aðrar bygdir gjørdust skjótt eisini sjálvstøðugar kommunur. Norðstreymoy fevnir í dag um Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.
Kollafjørður hevur frá gamlari tíð verið roknaður upp í Norðstreymoy. Hann er í dag lagdur saman við Tórshavnar kommunu. Sunda kommuna fevnir um bygdir bæði í Norðstreymoy og í Eysturoy.
Vestursíðan á Norðstreymoy frá Skælingi til nakað norðan fyri Vestmanna er grasvaksin heilt oman í fjøruna, men síðani broytist landslagið ógvisliga í útnyrðing, har Vestmannabjørgini og Saksunarbjørgini stíga beint upp fleiri hundrað metrar. Tað bratta bergið er gjøgnumskorið av gjáum við nógvum svartfugli, summastaðni eru skorar, har seyður gongur um summarið. Tað ber til at sigla inn í gjáirnar.
Eystursíðan ímóti Sundunum millum Streymoy og Eysturoy er grasvaksnir morenuheyggjar, og vallað er heilt oman í sjóvarmálan. Áir renna á sjógv báðumegin Norðstreymoy. Í Føroyum ert tú aldrin langt frá sjónum, men við Fjallið lítla í Saksunardali er tann longsti vegurin til sjógvin uml. 6 km.
Tey hægstu fjøllini norðan fyri Vestmanna eru Koppenni, 789 m, Ørvisfelli, 783 m, og Malaknúkur, 777 m, við Skælingsbygd hevjar Skælingur, 767 m seg, og í ein útsynnning úr Tjørnuvík sæst Melin, 764 m.
Suðurstreymoy
Suðurstreymoy fevnir um markatalsbygdirnar Kaldbak, Hoyvík og Tórshavn og ta nýggju niðursetubygdina ella forstaðin Norðasta Horn vestanfyri og niðursetubygdina Hvítanes. Á vestursíðuni fevnir økið um markatalsbygdirnar Norðradal, Syðradal, Velbastað og Kirkjubø. Hesar bygdir eru saman við Tórshavn høvuðsstaðarkommunan Tórshavnar kommuna, sum eisini fevnir um Nólsoy, Hest og Koltur og bygdina Kollafjørð í Norðstreymoy.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum