Landslagið og strendurnar

Norðan fyri Kollin á Eiði standa tveir drangar, Risin og Kellingin. Søgnin sigur, at tey bæði ætlaðu at flyta Føroyar til Íslands, men tað miseydnaðist, tí at sólin reis, og tey vórðu til stein.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2009

Landslagið og havbotnurin rundanum endurspegla gosvirknið, sum fyri o.u. 61 mió. árum síðani vóru upphav til, at føroyska landøkið myndaðist og eisini til, at tað eftirsíðan máaðist, í veðurlagi sum so við og við gjørdist kaldari. Máanin tók serliga dik á seg fyri 2-3 mió. árum síðani, tá ið afturvendandi ístíðir og millumístíðir broyttu tað, ið eftir var av víða upprunaliga basaltslættanum, til tær 18 smáu brøttu oyggjarnar, sum í dag eru Føroyar.

Smøl sund og smalir firðir eru millum oyggjarnar. Í høvuðsheitum ganga sund og firðir úr útnyrðingi í landsynning. Minstu oyggjarnar og hólmarnir stíga bara sum risastór sker úr havi, men á størru oyggjunum er lendið tað víðari, at landslagið er meira fjølbroytt við víkum, fjørðum, fjøllum og dølum og onkustaðni meitilbergi. Landslagið heldur ofta fram út á sjógv, har í myndast undirsjóvardalir og heyggjar og nógvar veitir.

Landsløgini og jarðfrøðiliga gerðin

Dalar og fjøll eru uttan iva eyðkendastu landsløg í Føroyum. Djúpastu dalarnir byrja ofta sum árundur botnur, sum síðani broytist til langan dal við brøttum líðum og breiðum dalmunna. Við sjóvarmálan gerast dalarnir til firðir og sund.

Í graskløddu líðunum eru naknir langir basalthamrar, sum í landslagnum mynda langar, at kalla vatnrættar linjur. Basalthamrarnir eru tað, ið eftir er av yvirborðinum av basaltgosbræðingini, sum eitt lag fyri og annað eftir hava bygt Føroyar, og sum fyri o.u. 55 mió. árum síðani myndaðu ein stóran, flatan basaltlætta. Sum tíðin er liðin, serliga í ístíðunum, hava ísur, vatn og vindur máað seg niður gjøgnum gamla gosslættan og skapt brøttu, trøpputu landsløgini, sum eru sum ein gluggi inn í upprunaliga basaltslættan og siga frá úrdrøgum av fyrndargomlu søgu oyggjan.

Trælanípa er steyrrætt meitilberg, 142 metrar høg. Møguliga er navnið heilt frá víkingatíð, tá ið ólýdnir trælir vórðu omankastaðir. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Stórlandsløgini

Av teimum seks jarðfrøðifylkjunum eru í høvuðsheitum trý, sum mynda víðøkislandsløg: Fylkið Beinisvørð, fylkið Malinstindur og fylkið Enni.

Í vestara parti av landinum, serliga í Suðuroy og Mykinesi, er tað gamla basaltlagið í fylkinum Beinisvørð, sum er yvirborðið. Hesi basaltløg vórðu fyrr nevnd niðastu basaltfláirnar. Trøpput landsløg í fylkinum Beinisvørð, sum skifta millum basaltløg o.u. 20 m tjúkk og reydligar legugrýtislindir o.u. 1 m tjúkar, síggjast m.a. týðiliga í fjallalíðini oman fyri Drelnes í Suðuroy.

Stórlandsløgini í norðara parti av Suðuroy, Vágum, Streymoy og Eysturoy myndast av fylkinum Malinstindur, sum er eyðkent av meira samanhangandi landslagsskapi, har tað trøpputa ikki er so eyðsýnt. Fylkið er eyðkent av mongum tunnum basaltløgum og bara fáum legugrýtislindum ímillum. Umframt eru poknut øki í basaltinum fylt av tilkomnum mineralum sum soðsteinum ella kvartsmineralum. Hesi basaltløg vórðu fyrr rópt miðfláirnar og síggjast m.a. í fjallalendinum á Vestmannaleiðini í norðara parti av Streymoynni, har fjøllini eru meira bøllut og ikki so trøpput.

Í stórum pørtum av Norðoyggjum og syðru pørtunum av Eysturoynni og eisini í Streymoynni, Nólsoy, Sandoy og Skúgvoy myndast landsløgini av fylkinum, ið rópt verður Enni. Millum basalthamrarnar, sum vísa hvørt einstakt gos, ið skaptu fylkið, eru til tað tjúkkar reydligar legugrýtislindir, sum í dag eru trøpputar brekkur, sum skifta millum naknar, næstan vatnrættar basalthamrar og gróðrarkendar hallar, sum eru ímillum. Trøpputa lendið er tó ikki so grefligt sum í fylkinum Beinisvørði í Suðuroy.

Gjáir og jatnagarðar

Allastaðni eru djúpar gjáir. Hesar gjáir eru máaðar sprungur og basaltgongir, sum strekkja seg inn í upprunaliga basaltslættan. Í ávísum førum eru sprunguøkini máað niður til djúpar gjáir, og her hevur groytið skorað seg inn og hevur skapt tvørliggjandi basaltsúlur í gjáarbotninum. Frammi við Gjónna við Leynavatn og Gøtugjógv í Eysturoy eru eyðkend dømi um djúpar gjáir, sum skaptust, tá ið basaltgongir vórðu máaðar niður.

Tað kann eisini koma fyri, at groyti, sum runnið er inn, hevur skapt basaltgongir, sum eru mótstøðuførari móti tæring og niðurmáan enn basaltløgini, ið uttanum eru. Í slíkum førum kann niðurmáan av tilfarinum, ið uttanum liggur fáa basaltgongina at standa eftir sum ein rygg av liggjandi stabbagróti. Hesir ryggir verða ofta róptir »jatnagarðar«, av tí at teir minna um risastórar garðar. Eitt gott dømi um jatnagarð sæst m.a. við Jatnagarðar í Vágum.

Basaltfláirnar halla

Tá ið gosini tóku at fána, og ferð kom á gongdina at máa víða háslættan niður, fóru basaltfláirnar at halla. Nú halla tær fyri tað mesta um leið 2-4° í ein eystan. Hetta sæst m.a fram við Kaldbaksfirði. Her ber eisini til at eygfara markið millum fylkið Malinstindur og fylkið, ið nevnt verður Enni. Markið er í o.u. 180 m hædd innast í fjørðinum, men 5 km longri úti á fjørðinum gongur markið í sjógv.

Máað strandarlandsløg við Ásmundarstakk vestanfyri á Suðuroynni. Uppskurslaða strondin endurspeglar bæði áhaldandi aldumáanina, sum nú er, og hvussu ísurin í skiftandi ístíðum hevur skorið seg niður ígjøgnum basaltslættan og broytt hann til tær 18 oyggjarnar, sum nú eru Føroyar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Tað, ið eftir er av upprunabasaltslættanum

Undan tí, at ístíðirnar tóku seg upp fyri 2,6 mio. árum síðani, vóru Føroyar ivaleyst eitt størri og meira samanhangandi landøki við slættari og víðari landsløgum, og smølu sundini og firðirnir hava verið smalir áardalar. So hvørt sum máanin át seg niður gjøgnum basaltslættan, hvarv upprunalandslagið, og tað næsta, vit í dag koma tí gamla háslættlendinum, eru fløtu fjallatopparnir á hægstu fjøllum landsins.

Hægsta fjallið er Slættaratindur norðast í Eystuoy, 880 m høgur. Brattar fjallalíðir eyðkenna Slættaratind, men gongur tú eftir gøtuni niðan á sjálvan toppin, sært tú eina bera og veðurbarda fløtu – í vídd smáar 1.000 m2. Á øðrum fjøllum er flati toppurin uppaftur víðari. Av teimum er Skælingsfjall á Streymoynni – 767 m høgt. Her er sjálvur toppurin ein fløta, gamalt landslag undan ístíðini, um leið 30.000 m2 til víddar.

Ístíðarlandslag

Hesi 2,6 mio. árini hava fleiri ístíðir verið. Mett verður, at Føroyar eftir øllum at døma hava ligið partvíst undir ísi millum 20 og 30 ferðir. Í síðstu ístíð, Weichsel, gjørdist ísurin so tjúkkur, sum hann nakrantíð var, um leið 750 m. oman sjóvar um Reyðafelstind miðskeiðis í Eysturoy; hetta merkti, at hægstu tindarnir peiggjaðu upp um ísmúgvuna sum kavaleys jøkulsfjøll. Í grunna partinum av Sundalagnum, har ið brúgv nú bindur saman Eysturoy og Streymoy, fór ísurin sundur, so hann skreið norðureftir norðanfyri og suðureftir sunnanfyri.

Ísurin gleið oman gjøgnum lækkar, sum so við og við dýptust til djúpar U-dalar við breiðum botni og brøttum dalslíðum. So hvørt sum ísurin nærkaðist táverandi strondini, tyntist hann, soleiðis at ervaøkini vórðu verandi ísfrí, teirra millum tað hægsta av Eiðiskolli í Eysturoy og tað hægsta av Nólsoynni. Á leiðini oman eftir lendinum dýptu skriðjøklarnir fleiri størri vøtn sum Sørvágsvatn (Leitisvatn) og Fjallavatn í Vágum.

Har ið landslagið var glerstoytt, hevur ísurin brýnt og rundað klettar og hellur, og her finna vit eisini ísborið grót. Eru klettarnir ella hellurnar ábærar nýliga og tí ikki máaðar, ber ofta til at síggja ísskøvur, sum vísa, hvørja leið ísurin er farin. Hesi tekin avdúka, at ísurin er ikin út frá Føroyum í allar ættir, sum so aftur vísir, at oyggjarnar eru farnar undir ís sum eitt sjálvstøðugt øki, ið var skilt frá stóru jøklunum yvir ávikavist Skandinavia, Íslandi og Skotlandi.

Av tí at havið hevur máað ábæru strendurnar til lítar, hava landsløg við dølum í ístíðini helst verið nógv víðari, enn tey eru í dag. Dømi um ístíðarlandsløg, har strendurnar eru máaðar, síggjast m.a. við Ásmundarstakk vestanvert Sandvík og í Tindhólmi.

Broytingar sjóvarmálanum viðvíkjandi

Botnkanningar á Skálafjørðinum hava víst, at sjóvarmálin eftir síðstu ístíð var so lágur, at undirsjóvarryggurin, Saltnesgrynnan, vestan fyri Toftir, lá turrur, og at fjørðurin tá var eitt vatn. Tá ið risastóru ískápurnar m.a. í Norðuramerika fóru at bráðna, fór sjóvarmálin so við og við at hækka, og fyri um leið 7.300 árum síðani breyt sjógvur inn yvir Saltnesgrynnuna, soleiðis at vatnið, ið var, gjødist fjørður.

Hóast vatnskorpan er hækkað, hevur sjóvarmálin síðan seinastu ístíð ongantíð verið so høgur sum nú. Tað, sum prógvar hetta, er, at vøtn, sum eru nær havinum, eitt nú Gróthúsvatn á Sandi og Niðara Vatn á Eiði, ongantíð hava verið sølt. Øvut av m.ø. Íslandi og Skandinaviu, har ísmeingið í ístíðini trygdaði lendið niður, og sum fram móti okkara døgum hava verið merkt av støðugari landhækkan, sær ikki út til, at sama gongd hevur verið í Føroyum. Sannlíkasta frágreiðingin er, at Føroyaøkið í síðstu ístíð longu var so lítið og niðurmáað, at ísurin ikki var so nógvur og tískil ikki megnaði at fergja landið niður.

Um so er, at ísurin ikki trýsti lendið niður, og tað tískil ikki hevur verið landhækking síðani, má tað vera soleiðis, at Føroyar bara eru ávirkaðar av broytingunum av sjóvarmálshæddini í heimshøvunum, sum móti endanum av síðstu ístíð var o.u. 130 m lægri enn í dag. Verður strondin, sum hon nú er dánað, flutt út á 130 m dýpi, sæst týðiliga, at Føroyar í síðstu ístíð ikki var ein oyggjaflokkur, men eitt at kalla samanhangandi ísklætt landøki. Lægstu partarnir av ístíðarlandslagnum vóru firðir og sund, og her var tað, at smáir jøklar savnaðust og gjørdust størri á leiðini móti táverandi strondini. Firðir og sund, sum vit nú síggja, mugu tí metast sum druknaðir dalar og sandog grússlættarnir, sum bræðingarvatnið skapti, eru í dag niðan sjóvar.

Eitt dømi um druknaðan dal er Kaldbaksfjørður. Í síðstu ístíð var Kaldbaksfjørður dalur. Í honum var ein jøkul heilt niðan á dalsherðarnar. Úr Kaldbaksbotni innast í dalinum gleið jøkulin oman gjøgnum dalin og inn í ein størri jøkul í breiða dalinum, sum í dag myndar sundið millum Streymoynna og Eysturoynna. Jøkulin, sum helst var størsti jøkul í Føroyum í síðstu ístíð, helt leiðina út í Nólsoyarfjørð, sum tá var turrlagdur. Hiðani gleið ein partur av ísmeinginum suður gjøgnum fjørðin, og restin helt leiðina tvørtur um lága norðrara partin av Nólsoynni móti strondini, sum fyri o.u. 22.000 árum síðani var eystanvert Nólsoynna.

Hóast hildið verður, at sama tal av ístíðum og millumístíðum hava verið í Føroyum sum í restini av norðuratlantsøkinum, eru botnsig frá hesum tíðarskeiði rár at síggja. Eitt undantak er bakkin við Borðoyarvík í Klaksvík. Har sæst morena bæði frá síðstu ístíð, Weichsel, og næstsíðstu ístíð, Saale. Millum hesar báðar morenuáløgurnar finnast 115.000 ára gamlar havbotnsáløgur úr millumístíðini Eem, tá ið vatnskorpan var 5-6 m hægri enn í dag.

Høgu fjøllini

Nú verður veðurlagið í høvuðsheitum sagt at vera milt, tempererað, og í juli og august er miðalhitin í graskløddum økjum við sjóvarmálan o.u. 11 °C. Vilja fólk royna arktiskt veðurlag, mugu tey á hægstu fjøll. Lufthitin dalar við um leið 0,65 °C fyri hvørjar 100 m, komið verður upp um vatnskorpuna, og í o.u. 150 m hædd ert tú komin til javnhitalinjuna 10°. Oman fyri hesa javnhitalinju kemur miðalhitin sjálvt heitastu mánaðirnar á árinum ongantíð upp um 10 °C, og hon er sostatt markið, har veðurlagið skiftir frá tempereraðum til arktiskt.

Av samlaða økinum er bara 31 % undir 10 °C-javnhitalinjuni og tískil í tempereraða veðurlagsøkinum, meðan tey 69 %, ið eftir eru, koma upp um 150 m og tí mugu metast sum arktisk. Í hesum økjum, sum liggja høgt, eru landsløgini ofta merkt av frostbiti, eins og frostflokkað grús myndar marghyrningsjørð og steinrípur.

Náðiligur plantuvøkstur og nógv seyðabit gera tað, at víð fjallaøki eru partvíst ella heilt púrgað fyri gróður. Tá ið ongar planturøtur eru at binda moldina saman á brøttum lendi, elva frost, nógv avfall og nógvur vindur til jarðriv, sum ofta verður til skriðulop og annan vanda, sum stendst av jarðfrøðiligum fyribrigdum.

Kaldbaksfjørður er eyðkendur føroyskur fjørður, har nýggja rannsóknarskipið, Jákup Sverri, regluliga ger kanningar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Strendurnar, sum tær eru nú

Akraberg er syðst í Føroyum. Her varð bygdur viti og hús til vitastarvsfólkini í 1909. Nú er vitin í Akrabergi eins og aðrir vitar í Føroyum fjarstýrdur. Starvsfólkahúsini eru seld til privat.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Fram við stórslignu strondunum ber væl til at eygleiða, hvussu landslagið broytist. Av tí at Føroyar liggja í norðuratlantsvindgeiranum, har vesturættirnar valda, og so tað aftrat at lágtrýst í hópatali flyta seg hendavegin, so slepst ikki undan, at stormur við heilt nógvari vindferð ofta fer fram við oyggjunum. Tá er óførur brimgangur á teimum støðum, sum eru í andgletti. Manna millum verða slík ábær pláss rópt brimpláss.

Áhaldandi brimmáanin av basalti, sum til tað er mótstøðuført, hevur myndað lodrøtt forberg – fleiri hundrað metrar høg – sum eyðkenna útjaðaran. Vestanfyri er meitilberg heilt úr Suðuroy til Lítlu Dímun, Stóru Dímun, Skúgvoy, Sandoy, Hestur, Koltur, Vágar og Mykines; uppí hoyra eisini Vestmannabjørgini og Saksunarbjørgini. Eisini norðanfyri, úr Mykinesi til Vágar, Streymoy, Eysturoy, Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Viðoy, Fugloy og Svínoy eru høg forberg, har havaldan brýtur fyri sær. Hægsta forberg í Føroyum er Enniberg norðast á Viðoynni, 754 m høgt. Samstundis er tað næsthægsta forberg í Evropa. Tað hægsta er Hornið Háa (Hornelen) í Noregi.

Brimgangurin vestanfyri og norðanfyri kann vera so øgiligur, at hann skapar stormflatar, sum eru smáir pallar, sum eru beint oman fyri vanliga sjóvarmálahædd. Pallarnir myndast av máan, tá ið brimið er av tí mesta, av tí at havið fløðir, tá ið eitt lágtrýst við stormi fer framvið. Á stormflatunum eru ofta grótsúlur sum t.d. stakkar, flatir í erva, og av tí at flatarnir eru beint oman fyri sjóvarmálan, standa teir á turrum í góðveðri, sum m.a. sæst við Mykineshólm og vestantil í Hesti. Í fyrstu atløgu kunnu stormflatarnir minna um hækkaðar strendur, sum t.d. eru at síggja í Íslandi og Noregi. At føroysku stormflatarnir eru at síggja í nøkrum av teimum ringastu brimplássunum og ongantíð í farvatni, har lívd er, ger, at tað er lítið trúligt, at talan her er um hækkað fjørulendi. Á strondum, har ið lívir, halla bakkarnir so líðandi oman móti sjónum, og plantur og grøs vaksa heilt oman móti sjóvarmálanum. Fleiristaðni líkjast hesar strendurnar eisini ístíðarlandsløgum. T.d. síggjast ísbrýndar rípur, klænar, men týðiligar, og hetta sýnir, at strondin er óbroytt, meir ella minni, alt frá síðstu ístíð, og at aldan hevur formátt sær lítið.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Leivur Janus Hansen

    (f. 1975) Lívfrøðingur. Kuratorur á Tjóðsavninum.

  • Lis E. Mortensen

    (f. 1960) Cand.scient. í náttúrulandafrøði. Vísindaligt starvsfólk á Jarðfeingi.