Eyðkent fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, og vinnulívið er stóra arbeiðsfjøldin í mun til fólkatalið, stórt limatal í fakfeløgum og eitt kappingarført, smidligt og nýhugsandi vinnulív.
Landafrøðiliga er tað mesta av Føroyum knýtt saman av einum væl útbygdum veganetið og tunlum, sum í stóran mun hava økt møguleikan hjá fólkinum at pendla ímillum økini. Eftir at fiskivinna og fiskiídnaður í mong ár hava verið greið høvuðsvinna, er heildarmyndin av føroyska vinnulívinum nú fjølbroyttari. Fiskivinnan og fiskiídnaðurin hava framvegis stóran týdning, men laksaalingin er nú komin á sama útflutningsstøði sum siðbundni fiskiídnaðurin, og talið á fólki, sum arbeiðir í alivinnu og í fiskiídnaði á landi, er nú á leið tað sama. Í 2019 var útflutningsvirðið av laksi beint oman fyri 4 mia. krónur og útflutningsvirðið á øðrum fiskasløgum beint undir 5 mia. kr.
Føroyar eru av álvara vorðnar væl umtókt ferðamál hjá ferðafólki úr øllum heiminum. Ferðavinnan er tí eisini týdningarmikil partur av vinnuliga landslagnum, og mett verður, at útflutningsvirðið á ferðavinnuni er beint undir ½ mia. krónur.
Ein onnur vinna, sum gagnar útflutninginum, er farmavinna, sum er vaksin munandi seinasta tíggjuáraskeiðið. Sum vinna er útflutningsvirðið á farmavinnu mett at vera umleið tað sama sum tað hjá ferðavinnuni, men tað sama er galdandi fyri báðar vinnur, at eingi neyv tøl eru fyri útflutningsvirðinum.
Vert er at leggja til merkis, at ymsu vinnurnar ikki fylgja somu konjunkturkurvum, og at hetta tískil er við til at forða fyri stórum sveiggjum í føroyska búskapinum.
Fiskivinna og laksaaling
Søguliga eru Føroyar ein fiskivinnutjóð, sum er bundin at góðum fiskiskapi og góðum marknaðarviðurskiftum. Gongdin í fiskivinnuni er uttan iva avgerandi fyri føroyska búskapin, sjálvt um vinnan nú hevur alivinnuna aftrat sær. Vinnan kann býtast í fiskiskap og víðari góðsking av ávikavist uppsjóvar fiskasløgunum og botnfiskinum.
Vanliga hevur verið fiskað eftir botnfiski, til dømis toski og hýsu, sum er tilvirkaður og fyrst og fremst útfluttur til evropeiska marknaðin. Hesin parturin av vinnuni hevur havt tað tungt í nógv ár, men fyrst í 2020, áðrenn kovid-19-farsóttina, vaks marknaðarprísurin fyri botnfisk. Kovid-19-farsóttin elvdi til, at marknaðurin gjørdist trupul og ótryggur, og tað ávirkaði sjálvandi prísin. Stóra framleiðslan, sum endaði á goymslum, ávirkaði gjaldførið negativt, og í desember 2020 var veruligur vandi fyri, at tað skuldi gerast ein forðing, sum virkini ikki kundu koma sær burturúr. Í 2021 øktist sølan spakuliga, og miðalprísurin vaks. Samstundis minkaði fiskiskapurin eftir botnfiski kring Føroyar munandi í 2021, so tann parturin av vinnuni, ið er bundin at botnfiskiskapi, hevur framvegis nógv at dragast við.
Tað eru trý virki til matframleiðslu úr uppsjóvarfiski: Faroe Pelagic í Kollafirði, Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði. Samanborið við 2010 er útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski tvífaldað til í 2019 at vera eitt vet oman fyri 1,8 mia. kr. Reiðaríið Varðin eigur Varðin Pelagic saman við Delta Seafood. Varðin og Varðin Pelagic kunnu soleiðis stýra bæði veiðupartinum og góðskingarpartinum. Við skipum sum Tróndi í Gøtu, Finni Fríða og Gøtunesi er virkjunum hjá Varðanum Pelagic tryggjað jøvn og trygg atgongd til tær rávørur, sum eru neyðugar til skilabesta rakstur av fyritøkuni á Tvøroyri.
Føroyska laksaalivinnan er eftir umskipan farin frá at vera á veg at gerast týdningarleys til at gerast ein sterkur leikari á altjóða marknaðinum. Haraftrat hevur vinnan við sær fleiri vitanarstørv á akademiskum støði, sum ikki fyrr hevur verið eyðkenni hjá privatu vinnuni.
Tað eru tríggjar laksaalifyritøkur: Hiddenfjord (fyrr Luna), Mowi og Bakkafrost, og Bakkafrost er tann størsta. Við uml. 1.000 starvsfólkum er hon eisini nógv tann størsta privata fyritøkan í Føroyum. Bakkafrost økti um virksemið seinast í 2019 við at keypa skotsku alifyritøkuna The Scottish Salmon Company. Harumframt eigur Bakkafrost eisini FÖRKA, sum ger slógv frá alivinnuni og mykju úr neytafjósum til biogass.
Byggi- og verklagsvinnan
Føroyar eru í 2022 avgjørt í hákonjunkturi. Fleiri stórir skúlar eru í gerð, og nógv ferð er á at útbyggja undirstøðukervið. Tí er eftirspurningurin í byggi- og verklagsvinnuni so stórur, at arbeiðsmegi trýtur. Tvær tær størstu fyritøkurnar eru Articon og J&K Petersen.
Nógva virksemið í byggi- og verklagsvinnuni hevur sum heild ávirkað alla handverkaravinnuna við tvørrandi arbeiðsmegi og dýrkandi lønum. Fyrst í øldini var støðan nakað tann sama. Lóggávan var tískil broytt, soleiðis at tað gjørdist lættari at seta útlendska arbeiðsmegi úr ES í starv, hóast Føroyar eru uttan fyri ES og tískil ikki eru partur av evropeiska arbeiðsmarknaðinum. Úrslitið er, at nú eru lutfalsliga nógv útlendsk starvsfólk í handverkaravinnuni. Tó kennist ampi av komandi stígi og lítlum virksemi.
Handil, tænasta, ferðavinna og farmavinna
Handils- og tænastuvinnan eru eisini vaksnar við hákonjunkturinum. Tað eru nógv smá feløg í vinnuni, men serliga á gerandis- og matvøruøkinum henda broytingar, sum gera, at smáu gerandis- og matvøruhandlarnir eru horvnir. Í staðin ráða tvær stórar fyritøkur yvir marknaðinum, nevniliga partvíst SMS-samtakið við handlunum Miklagarði, Bónus og Mylnuni, og partvíst heilsølan Poul Hansen við handlunum Á, Inn og Samkeypi umframt Føroya Keypsamtøku (FK), sum varð stovnað í 1952.
Eisini ferðavinnan er í fúkandi menning eftir at hava gjørt fleiri væleydnað altjóða lýsingarátøk, sum Visit Faroe Islands saman við lýsingafyritøkunum hevur vunnið fleiri virðislønir fyri. Talið á gistingum vaks 25 % frá knøppum 160.000 í 2015 til knapt 200.000 í 2019. Hetta hevur tó havt nakað av órógv við sær, tí smáu, hugnaligu bygdirnar hava verið um at kódna í ferðafólki. Tað hevur havt við sær økt fokus á innanhýsis eftirlit við ferðavinnuni og negativu avleiðingunum, vinnan hevur á náttúruna. Visit Faroe Islands hevur til dømis ment átakið Closed for Maintenance, sum byggir á konseptið Voluntourism. Tað er, at úrvald øki, har nógv ferðafólk koma, verða stongd fyri ferðafólki eitt ávíst vikuskifti, men eitt avmarkað tal á sjálvbodnum kann søkja um at sleppa at vera við í arbeiðinum aftur at fáa javnvág í náttúruna.
Ein fjórða vinnugrein, sum er vaksin seinastu árini, er farmavinnan. Uml. 320.000 bruttotons eru skrásett í FAS, Føroysku Altjóða Skipaskránni. Skráin fevnir um vanlig flutningsskip, ferðafólkaskip og veitingaskip til oljuídnaðin og alivinnuna. Mett verður, at uml. 1.800 føroyingar starvast í farmavinnuni.
Pendling
Tað víðfevnda undirstøðukervið hevur givið føroyingum stórt rásarúm, tá ið tað snýr seg um at fáa sær bústað í sambandi við arbeiðspláss. Tann nýggjasti undirsjóvartunnilin, Eysturoyartunnilin, varð tikin í nýtslu í desember 2020, og í 2023 verður undirsjóvartunnilin ímillum oyggjarnar Sandoy og Streymoy liðugur. Í dag hava beint undir 90 % av fólkinum møguleika at pendla frá heimi til arbeiðspláss uttan at skula við ferju, og tá ið undirsjóvartunnilin ímillum Sandoy og Streymoy verður tikin í nýtslu, fara yvir 92 % av fólkinum at hava møguleika til hetta. Og innleiðandi kanningarnar í sambandi við undirsjóvartunnil úr Sandoy til Suðuroyar eru haraftrat lagdar til rættis, og um hann verður til veruleika, fara undir 1 % av Føroya fólki enn at vera bundin at regluligum ferjusambandi fyri at kunna pendla.
Haraftrat er føroyska arbeiðsmegin eyðkend við, at lutfalsliga stórur partur av henni arbeiðir uttanlands. Nøkur arbeiða á útlendskum fiskiskipum, onnur í oljuvinnuni, og uppaftur onnur loysa uppgávur uttanlands fyri føroyskar arbeiðsgevarar. Tá ið stórur partur av arbeiðsmegini ikki er tøk á arbeiðsmarknaðinum heima, merkist tað í tíðum við hákonjunkturi. Samstundis er tað ein fyrimunur, at partur av arbeiðsmegini ikki verður raktur av arbeiðsloysi samstundis sum føroyski arbeiðsmarknaðurin í tíðum við lágkonjunkturi. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er viðbrekin, tí hann er so lítil, men umfatandi pendlingin til útlond skapar neyðugan smidleika. Tað sama er galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina: Tá ið hákonjunkturur er, fáa nógvir útlendingar arbeiði, og tá ið lágkonjunkturur er, eru tey ikki longur á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Vinnutíttleiki, arbeiði og arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið hevur leingi verið lítið. Sjálvt eftir fyrstu alduna av kovid-19-farsóttini var arbeiðsloysið í september 2020 1,6 %. Arbeiðsmegin er 91 % av fólkatalinum, og av teimum eru 89,5 % í vinnu.
Av teimum í vinnu arbeiða 37 % í almenna sektorinum og 63 % í privata sektorinum. Á Figuri 30 sæst, hvussu tey í arbeiði eru býtt á ymsum økjum.
Miðalinntøkan er lutfalsliga eins um alt landið. Tó er miðalinntøkan í Norðuroyggjum uml. 100.000 kr. oman fyri miðalinntøkuna í Suðuroy. Hetta er partvíst, tí at serliga nógv fiskivinna er í Norðuroyggjum, og tí nakrar av inntøkunum her eru framúr stórar. Samstundis er Suðuroy tann mest avbyrgda av teimum størru oyggjunum, og har eru fá arbeiðspláss við háinntøkum.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum
Í Føroyum er siður, at løntakarar fara upp í tey mongu yrkisfeløgini, og arbeiðsgevarar fara upp í arbeiðsgevarafeløgini. Skipanarstigið verður mett at vera ímillum tey hægstu í heiminum, serliga á almenna geiranum. Fyri nøkrum árum síðani var tað óhugsandi ikki at vera í fakfelag, men so er ikki longur, serliga eftir at úrvaldssemjur ikki longur vóru lógligar.
Flestu arbeiðsfólk og handverkarar eru limir í einum fakfelag. Tað eru ella hava verið fakfeløg til ófaklærd í nógvum bygdum, og serliga fyrr høvdu tey stóran týdning, tá ið manglandi undirstøðukervi gjørdi tað neyðugt við slíkum bygnaði. Skipanin av fakfeløgum hevur tí søguliga heldur verið landafrøðiliga treytað enn fakliga. Í arbeiðarafelagsskapinum, Føroya Arbeiðarafelag, eru 33 staðbundin feløg (3.899 virknir limir 1. oktober 2020). Uttan fyri felagsskapin eru arbeiðararnir í Havn og Klaksvík, sum í báðum støðum eru í feløgum við mannfólki og konufólki fyri seg. Hóast øll ikki eru savnað í einum høvuðsfelag, er ein ávísur siður fyri, at tey fimm feløgini eru saman um sáttmálasamráðingarnar. Samverk (fyrr S&K), sum skipar starvsfólk á skrivstovu og í handli, og handverkarafeløgini eru eisini stór á privata arbeiðsmarknaðinum. Starvsfelagið (áðrenn 2021 Starvsmannafelagið), er størsta fakfelag hjá alment settum og skipar starvsfólk m.a. hjá landinum, tvørkommunalum samskipanum og kommunum. Starvsfelagið hevur tó gjørt einstakar sáttmálar við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hesir fevna í høvuðsheitum um starvsfólk á fyrrverandi almennum stovnum, t.d. Føroya Tele og Posta.
Flestu arbeiðsgevarar, t.e. uml. 500, eru skipaðir í eitt arbeiðsgevarafelag. Allur privati arbeiðsmarknaðurin, uttan reiðaríini hjá fiskiskipunum, er savnaður undir Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur ábyrgdina av uml. 40 galdandi sáttmálum. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur til í Vinnuhúsinum, har Reiðarafelagið eisini heldur til.
Føroysk sjófólk hava søguliga sæð dugað væl at skipa seg. Longu í 1896 varð Føroya Skiparafelag stovnað og er harvið elsta núverandi fakfelag í landinum. Seinni komu navigatørarnir við í felagið. Saman við Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Fiskimannafelag røkja hesi feløg áhugamálini hjá sjófólkunum. Samráðingarpartarnir eru ávikavist Føroya Reiðarafelag á fiskivinnuøkinum og Reiðarafelagið fyri Handilsskip fyri starvsfólk á handilsskipum.
Tað er ikki siður, at løntakarar hava høvuðsfelag sum t.d. í Danmark. Tankin um eitt føroyskt LO/FH hevur ofta verið frammi, men er ongantíð vorðin til nakað. Tá ið Kovid-19 herjaði út á várið í 2020, og landsstýrið fór í holt við at gera hjálparpakkar, stovnaðu fleiri føroysk fakfeløg og -samtøk Fakfelagsráðið, sum skuldi taka støðu til spurningar um yvirskipað politisk mál. Forsprákarar eru fyri einum føroyskum LO-líknandi samtaki, serliga fyri at standa sterkari mótvegis arbeiðsgevarunum, sum hava skipað seg við einum felags samtaki. Tó hava hesir tankar ikki fingið fótafesti í fakfeløgunum enn.
Les meira
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Landbúnaður
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Veltan
- Vindmyllir
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið