Kommunurnar

Kort av sýslum og kommunum.
KF. FO OG PEDER DAM, 2022

Í dag eru 29 kommunur í Føroyum. Í Tórshavnar kommunu búgva meiri enn 40 % av fólkinum, og í teimum báðum minstu kommununum búgva bara 38 og 41 fólk fast. Henda serstaka kommunuskipan endurspeglar eina søguliga gongd í nærsamfeløgum, sum fólk hava tætt tilknýti til. Gongdin hevur ikki verið, sum landsmyndugleikarnir hava ætlað, at minka talið á kommunum niður í ímillum sjey og níggju.

Grundarlagið fyri stovnanin av kommunum

Kommunurnar hava fleiri endamál: Í fyrsta lagi hava nærsamfeløgini tørv á einum palli at loysa lokalar trætur um ymisk áhugamál. Føroysku kommunurnar hava her røtur í gomlum bygdaskipanum, ið stava frá miðøldini. Skipanin við grannastevnum verður í summum førum enn nýtt, serliga í samband við avtalur um brúk av náttúrutilfeingi, sum kommunurnar hava í felag. Tá verða reglur og mannagongdir fylgdar, sum eru ásettar í m.a. Seyðabrævinum frá 1298. Í øðrum lagi hava landsmyndugleikarnir tørv á eftirliti við tí, ið hendir í kommununum. Eftir trúbótina vóru prestarnir longdi armurin hjá ríkinum. Hvør einstøk av teimum 39 kirkjunum taldi sum ein kirkjusókn, og kirkjusóknirnar vóru býttar ímillum tey sjey prestagjøldini. – Í triðja lagi eru tað í nærsamfeløgunum ynski og skyldur at tryggja undirstøðukervi og vælferð. Virksemið í kommununum er treytað bæði av egnum skattainntøkum og stuðuli frá landinum til íløgu- og rakstrarútreiðslur.

Fyrstu fetini ímóti nútímansgerð av lokalum sjálvstýri og lokalari fyrisiting komu við Lov om Fattigvæsenet på Færøerne frá 1855. Hereftir skuldu tey sjey prestagjøldini og Havnin hava »fattigforstanderskab«. Sama skipan var nýtt til kommunurnar, sum Løgtingið fá ár seinni tók stig til at seta á stovn.

Kort av oyggjunum í Føroyum og Tórshavn útgivið í 1720 við heitinum Søe og Landcort over Færøerne anlagt af R. Iuel Aar 1709 og 1710 samt Prospecten af same Øer og Torshaun tagen paa Freg: Søe-Rideren 1720 eftir K. Benstrup. Upphav: Rasmus Juel, K. Benstrup og N.C. Hals. Litað hondtekning. Gevið gætur: kortið vendir eystur/vestur.

Í 1866 kom Lov om Byen Thorshavns økonomiske Bestyrelse, har »Landfogeden og Byens Repræsentanter i Forening« skuldu stýra býnum. Í 1908 kom Lov om Byen Thorshavns kommunale Styrelse; nú skuldu allir býráðslimir vera fólkavaldir.

Restin av landinum varð býtt upp í sjey kommunur sambært landkommunallógini frá 1872. Løgtingið hevði ta áskoðan, at útgangsstøðið heldur skuldi takast í teimum 39 sóknunum enn í teimum 7 prestagjøldunum, men í Keypmannahavn varð hildið, at eindirnar fóru at vera ov smáar. Semja varð gjørd um, at forstanderskaberne, sum skuldu hava ímillum fimm og níggju limir, skuldu hava minst eitt umboð úr hvørji sókn, og hvør sókn skuldi vera ein sjálvstøðug eind, umsitin av einum sóknarráði.

Ein týdningarmikil orsøk til, at Løgtingið vildi stovna kommunur var, at tær skuldu skipa fyri, at børnini fóru í skúla. Hartil komu serligar uppgávur í undirstøðukervinum; og tey fyrstu árini vóru merkt av íløgum í havnarløg og vegagerð, men eisini í bygging av skúlum og kirkjum. Ríkisstuðulin (seinni landsstuðul) at seta byggiverkætlanirnar í verk kundi geva fólkinum í kommununi eina kærkomna eykainntøku.

Hinvegin var tað ikki væl umtókt, um verkætlanir, sum bara ein bygd fekk ágóðan av, høvdu við sær, at øll kommunan varð skattað, ella um forstanderskabet í peningaliga fátækum nærsamfeløgum álegði bygdunum pliktarbeiði. Hetta hevði við sær, at nýggjar kommunur vórðu stovnaðar, og fyrsta útbrótarakommuna var Nólsoy í 1876. Í ár 1900 vóru tær sjey upprunaligu landkommunurnar vorðnar til 15, og talið øktist til 51 í árunum 1967-76, tá ið talið var størst. Broytingarnar í kommunuskipanini speglaðust í málnýtsluni: tað, sum í Kommunulógini æt »forstansderskab«, varð á mannamunni til sóknarstýri.

Samanleggingar og tvørkommunal samstørv

Í 1966 varð nevnd sett at endurskoða kommunulógina. Nógv var broytt. Fólkatalið var næstan fýra ferðir so stórt, frá 9.992 í 1870 til 38.433 í 1970. Peningabúskapur var komin í staðin fyri gomlu skipanina við vørubýti, og nú vóru fleiri bygdir og býir. Síðani 1948 hevði heimastýrið havt yvirskipaðu ábyrgdina av kommunala økinum og av økjum, ið høvdu áhuga hjá kommununum, t.d. vegir, havnir, elektrisitet og telefon. Arbeiðsmegi vantaði, og tað gjørdist tørvur á barnagørðum og røktarheimum fyri at loysa kvinnurnar frá ólønta umsorganararbeiðinum, soleiðis, at tær kundu koma út á arbeiðsmarknaðin. Tey øktu krøvini høvdu nýggj tvørkommunal samstørv við sær innan fyri skúla, barna- og eldraumsorgan, ruskinnsavnan, elektrisitet o.a. Áhugamálini, sum kommunurnar hava í felag, eru síðan 1967 umsitin av einum meginfelag, sum nú eitur Kommunufelagið.

Fólkatal í teimum 20 størstu býunum og bygdunum í Føroyum í 2021.
HAGSTOVA FØROYA

Landsmyndugleikarnir vildu, at nýggja kommunulógin frá 1972 skuldi hava við sær færri kommunur, men við túsundáraskiftið vóru framvegis 48 kommunur. Nógvar teirra høvdu verið virknir stuðlar hjá vinnulívinum í nærsamfelagnum, og hetta varð mett at vera ein av frágreiðingunum um fíggjarligu kreppuna fyrst í 1990-árunum. Ein nýggj lóg frá 1993 setti tí mørk fyri frælsinum hjá kommununum at ráða yvir kommunalum pengum. Haraftrat gjørdist kanningararbeiði frá 1995 um kommunuskipan og -stýri saman við uppgávubýtinum ímillum land og kommunur grundarlag undir einari nýggjari kommunulóg í 2001. Málið var nú sjey til nýggju kommunur, men Løgtingið vildi framvegis bara hava sjálvbodnar kommunusamanleggingar.

Á kommunuvalinum í 2004 var talið á kommunum minkað niður í 34 og í 2008 niður í 30. Havnin, Klaksvík og Runavík innlimaðu smærri grannakommunur, men Eystur-, Vága og Sunda kommuna eru samanleggingar av nøkulunda javnstórum kommunum Í restini av landinum var kommunuskipanin óbroytt. Landsfyrisitingin talaði fyri, at landsmyndugleikarnir kundu skunda undir gongdina, men løgtingslimir vildu ikki noyða samanleggingar ígjøgnum ímóti viljanum hjá veljarunum. Í 2011 royndi innlendismálaráðharrin at fáa greiði á málinum við at skipa fyri fólkaatkvøðu, men valluttøkan var bara 32,7 %. Í einans níggju kommunum søgdu veljararnir ja til kommunusamanlegging, í seks førum, at egin kommuna skuldi gerast størri (veljararnir í Havn vóru ikki ímillum teirra), og í trimum kommunum var ein lítil meiriluti fyri tí, ið kann tulkast sum ynski um at avtaka egna kommunu. Í 2007 hvarv ein kommuna av kortinum, soleiðis at talið í 2009 var niðri á 29. Kommunan, ið varð tikin av, hevði 39 íbúgvar, og hon var ikki ímillum teirra, sum høvdu sagt ja til samanlegging í 2012.

Kommunustýrini

Talið á limum í kommunustýrunum er ymiskt, frá 13 í Tórshavnar kommunu til tríggjar í smæstu kommununum. Undirtøkan til kommunuvalini er stór, og kravið um, at tað skal vera eitt veruligt val, við at tað skulu vera stillað tvey valevni fleiri enn talið á sessum í kommunustýrinum, verður hildið. Í smæstu kommununum er tað komið fyri, at valevni eru komin á ein lista ímóti teirra vilja, men í flestu kommunum er stríð um sessirnar, og vallutøkan er stór. Í 2020 var munurin úr 81,1 % í Havn til 94,7 % í Fugloy, og miðal valluttøkan hjá øllum, ið valrætt hava, var 83 %.

Stóri hugurin at verða vald endurspeglast í kynsbýtinum. Sjálvt um kvinnurnar á kommunuvalinum í 1908 fingu valrætt, og fyrsta kvinnan varð vald á Tvøroyri í 1918, var parturin av kvinnum í kommunustýrunum bara 5 % í 1984. Í 1956 varð fyrsta kvinnan vald í Tórshavnar býráð, men í tíðarskeiðnum 1960-1984 hevði sama býráð ongan kvinnuligan lim. Umboðan í kommunustýrunum gjørdist eitt mál hjá kvinnurørsluni, sum stillaði upp við kvinnulistum. Serliga í kommunum við ongum listum frá politisku flokkunum eydnaðist væl. Vestmanna var á odda, har kvinnulistin fekk eitt umboð inn í 1976 og hevði meiriluta í tíðarskeiðnum 1992-2004. Úrslitið av politiska átakinum varð ein øking frá einans 5 % (tilsamans 14 kvinnur) í 1984 til 11,5 % (33 kvinnur) í 1988. Síðani er kvinnuumboðanin í kommunustýrunum økt líðandi, og seinastu tvey valini hava tekin ikki longur verið um, at veljararnir velja mannlig valevni fram um kvinnulig. Talva 5 vísir tó, at so hvørt sum kommunurnar eru fækkaðar, er politiski áhugin at luttaka sum valevni eisini minkaður, serliga ímillum menn. At parturin av kvinnum nú er 36 %, stendst av átakinum hjá kvinnurørsluni og Demokratia, sum er ein almenn nevnd, ið landsstýrið setti á stovn í 2006 fyri at økja um kvinnuluttøku í føroyskum politikki.

Uppgávur hjá kommununum

Kommunustýrini skulu við støði í síni vitan um tørv og ynski í nærumhvørvinum taka avgerðir um lendisnýtslu, íløgur og veitingar til fólkið í økinum. Uppgávur, ið eru álagdar við løgtingslóg, eru m.a. at gera lendisætlanir og byggisamtyktir, tilbúgving í sambandi við eld, dálking, náttúruvanlukkur o.a., undirstøðukervið (vatn, ruskinnsavnan, vegir, havnarlag, streymveiting), útvega bygningar til barnaskúlar, læknahøli o.a., týðandi almennar eftirlitsuppgávur sum barnavernd og sosialar stovnar, m.a. dagstovnar, og síðan 2014 eisini eldrarøkt.

Kommunurnar samstarva í stóran mun um hesar kostnaðarmiklu uppgávur. Kommunufelagið er ofta uppií at lætta um samstarvið ímillum kommunurnar. Tær samstarva m.a. um streymveitingina (SEV), eldrarøkt og barnavernd og harumframt onnur sløg av uppgávum, sum kommunurnar sjálvar taka stig til. Uppgávur á mentanarøkinum eru ikki álagdar við lóg, men nógvar kommunur velja at gera íløgur í mentan og frítíð, serliga í ítróttavirksemi.

Ábyrgdin av fólkaskúlanum er býtt ímillum landsmyndugleikarnar og kommunurnar. Í 2009 vórðu ætlanir lagdar um at flyta alla ábyrgdina av fólkaskúlanum yvir á kommunurnar, men fyritreytin var fleiri kommunusamanleggingar, ið ikki vóru framdar.

Høvuðsinntøkan hjá kommununum er kommunuskattur. Landsskatturin er progressivur, men kommunustýrini áseta í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri komandi árið verður løgd, eitt prosenttal, sum er galdandi fyri allar íbúgvar í kommununi. Hetta kann vera ímillum 16 og 24 % av skattskyldugu inntøkuni, tvs. inntøka eftir botnfrádrátt á 30.000 kr. og barnafrádrátt á 5.000-10.000 kr. Í 2021 hevði Fugloyar kommuna lægst møguliga prosenttal og hægsta barnafrádrátt, og Vága kommuna lá ovast á talvuni við 22 % og hevði bara 5.500 kr. í barnafrádrátti. Í Tórshavnar kommunu er kommunuskatturin 19 % og barnafrádrátturin 8.000 kr.

Kommunurnar ráða sjálvar yvir sínum inntøkum undir eftirliti frá innlendismálaráðnum í Landsstýrinum. Tað er eingin útjavning ímillum ríkar og fátækar kommunur.

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Beinta í Jákupsstovu

    (f. 1951) Dr.polit. Professari emerita við Høgskolen í Molde, Noregi, og adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya.