Svínoy

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Svínoy er 27,35 km2 til støddar og er sostatt meira enn dupult so stór sum Fugloy. Hægsta stað á oynni er Havnatindur, sum er 586 m høgur. Norðanfyri skilur Fugloyarfjørður Svínoy frá Fugloy, og vestanfyri skilur Svínoyarfjørður oynna frá Borðoy og Viðoy.

Einasta bygd í oynni, Svínoy, er nevnd longu í Føroyingasøgu frá 1220. Bygdin liggur beint norðan fyri miðjuna á oynni út ímóti Svínoyarvík eystanfyri, har lending er. Lending við lítlari kei er eisini vestanfyriá oynni. Lendingarviðurskiftini kunnu, eins og úti í Fugloy, vera trupul, serliga um veturin í ringum veðri.

Eitt fyrrverandi virki til at ala laksasmolt bleiv í 2020 umbygt til at ala rognkelsi, sum verður brúkt í laksaalingini.

Strandfaraskipið siglir til Svínoyar úr Hvannasundi á Viðoynni og til báðar bygdirnar í Fugloynni. Harafturat er tyrlusamband við oynna. Svínoy, sum fyrr var sjálvstøðug kommuna, varð í 2009 løgd saman við Klaksvíkar kommunu. Í 1966 búðu 117 fólk í Svínoy, men í 2020 búðu 31.

Svínoyar bygd

Bygdin Svínoy hevur 31 íbúgvar og er 32 merkur og 4 gyllin. Festijørðin er 14 merkur og 8 gyllin, og óðalsjørðin er 17 merkur og 12 gyllin. Festijørðin er býtt í fimm festi. Seyðatalið er 997 áseyðir.

Kirkja hevur verið í Svínoy síðani 1592, kanska fyrr. Núverandi kirkja bleiv bygd í 1878. Bygdin fekk sín fyrsta skúla í 1880, men í 2021 vóru eingi skúlabørn.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.