

KF.FO OG PEDER DAM, 2022.
Bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Ørðavík og Ørðavíkslíð bóru til 1972 heitið Froðbiar Sóknar kommuna, men tá varð navnið broytt til Tvøroyrar kommuna. Bygdirnar og býlingarnir í kommununi, sum áður lógu spjaddir, eru nú at kalla samanvaksnir kring um allan Trongisvágsfjørð.
Elsti kirkjugarður í sóknini er Úti á Bø í Froðba, men næsti kirkjugarðurin, sum er frá árinum 1900, er í Ørðavíkslíð. Í 1950 varð nýggjur kirkjugarður gjørdur undir Akurgerði.
Havnarlag varð bygt í 1938 til uppskiping av koli og salti á Drelnesi. Ferjulega varð gjørd á sama stað í 1988- 89. Á Hvítanesi varð bryggja gjørd í 1950, og tvær bátahavnir vórðu bygdar ávikavist í Heiðunum (1972) og á Tvørábakka (uml. 1980).
Fyrsta skipasmiðja í Føroyum, Færøernes Ophalingsbeding, varð stovnað her í 1894. Seinni komu ymsar smiðjur, bátasmiðjur, bakarí og kondittarí, skósmiður, ursmiður, bókbindari, rakarar, frisørar umframt margarin- og mjólkarveiting, sum í mong ár hevði skipið Sigmund; umframt at flyta mjólk var hann eisini ferðafólkaskip millum bygdirnar í Suðuroy.
Les meira
- Akrar
- Fámjin
- Froðba
- Hov
- Hvalba
- Lopra
- Nes
- Ørðavík og Ørðavíkslíð
- Porkeri
- Sandvík
- Sumba og Sumbiar kommuna
- Trongisvágur
- Tvøroyri
- Tvøroyri
- Vágur
- Víkarbyrgi og Hamrabyrgi
- Suðuroy
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum