Trongisvágur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Ein rennistrongur til kolaflutning frá námunum í Rangabotni varð gjørdur í 1934. Her sæst hann við endastøðina við havnarlagið á Drelnesi. Haðani bar til at flyta kolið sjóvegis. Mynd frá 1938‑40.
NATIONALMUSEET

Trongisvágur er 24 merkur og 3 gyllin. Av teimum eru 9 gyllin og 15 skinn festijørð, sum ein einstakur festari hevur, og 23 merkur, 9 gyllinog 5 skinn eru óðalsjørð. Í Trongisvági búgva 526 fólk. Áseyðatalið er 1.130. Bygdin hevur tríggjar býlingar: í Húsgarði, í Syðrutoftum og í Svalbarði. Eitt bønhús við kirkjugarði stóð við Húsgarð í katólskari tíð.

Í Rangabotni eru kolalindir, og áður stóðu ymsir útlendskir partar fyri kolavinnuni. Hon gjørdist tó ikki samanhangandi fyrr enn í 1933, tá ið tað dansk-føroyska felagið P/F Føroya Kol yvirtók raksturin. Ein rennistrongur varð gjørdur frá námunum, í fyrsta umfari til Trongisvágs í 1934, har viðarlundir nú eru gróðursettar, og í 1938 til tað nýggja havnarlagið á Drelnesi í Ørðavíkslíð.

Viðarlundin í Trongisvágsdali varð gróðursett í 1920-árunum. Seinni eru fleiri komnar aftrat í kommununi. Ein nýggjur stórur kommunuskúli varð bygdur í Trongisvági í 1981, ítróttahøll í 1982 og fótbóltsøkið Stadion við Stórá í 2012. Her er eisini dagstovnur við vøggustovu og barnagarði. Síðan 1990 hevur Føroya Keypssamtøka (FK) húsast í egnum, nýggjum hølum; Rúsdekkasøla Landsins í Suðuroy hevur síðan 2021 havt handil sín í bygdini.

Ein serligur siður í Trongisvági er tann árliga klappjaktin eftir haru.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í

  • Annika Y. Skaalum

    (f. 1958) Cand.phil í søgu, hjágrein í stjórnmálafrøði. Lærari á Glasi og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Skjalavørður á Tjóðskjalasavninum.