Tinganes

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Ein helluristing úti á Tinganeshelluni.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Havnin hevur sum kunnugt frá gamlari tíð verið fyrisitingarligur miðdepil í landinum, og tað sæst aftur í, hvussu har hevur verið bygt, og í teimum varðveittu bygningunum, eitt nú teimum mongu goymslu- og handilsbygningunum úti í Tinganesi frá 17. og 18. øld.

Eftir at bispasetrið í Kirkjubø varð niðurlagt í 1557, sat Føroya próstur í Havn. Um 1627 varð nýggjur prestagarður við fýra lonum bygdur úti á Reyni. Í dag stendur bert ein partur av eysturlonini eftir, Egholmshús. Fornfrøðiligar kanningar hava víst, at suður-, eystur- og vesturlonin vóru bindingsverkshús úr hollendskum tigulsteini og gólvini tigulsteinsløgd í fjøðurvandarmynstri.

Portugálið í Tinganes. Ovara innskriftin á tí laðaða vegginum sigur »C5 1693« og tann niðara »F. V. Gabel«.
JOHANNES KLEIN/NATIONALMUSEET, 1898

Norðurlonin hevur verið stokkahús. Úr túninum var eitt skot yvir móti kirkjuni, sum sambært søguligum heimildum var bygd í 1609. Henda kirkjan varð tikin niður í 1788, tá ið nýggj kirkja varð reist við Húsabrúgv, norðan fyri býin. Embætisgarðurin hjá Havnarpresti var í Syðradali, og haðani fekk hann sínar inntøkur.

Til at verja Havnina varð ein skansi bygdur á Ryggi eystarumegin Eystaruvág í 1580. Vaksandi ónáðir av sjónrænarum hevði við sær, at tveir skansar vórðu bygdir afturat. Annar eitt hálvrunt skotvirki í 1630, ytst á Tinganesi. Hin skansin varð bygdur í 1645, ein virkisgarður, sum gekk tvørtur um nesið beint norðan fyri prestagarðin úti á Reyni. Havnar Skansi varð reistur á Stangarnesi, men umbygdur í 1790, og í tí líki stendur hann enn.

Krúthúsið, sum hoyrdi til skansarnar úti á Tinganesi, fór í luftina í einum eldi í 1673, og tá brunnu fleiri bygningar har úti í grund. Í fornfrøðiligum útgrevstrum eru leivdir av bygningum frá tíðini undan eldsbrunanum komnar undan kavi. Eitt nú grótlaðaðir kjallarar, har tað í teimum eldru pørtunum sást farvegur eftir skilp, eitt bindievni úr skelsandi, djórabeinum o.ø. Eisini vóru steinsett gólv funnin, løgd í vøkrum mynstrum, viðhvørt skift sundur í smáar ferningar og tíðarfest til fyrru helvt av 17. øld.

Í dag hevur landsstýrið høvuðsstøð í Tinganesi í Havn við skrivstovu løgmans ytst í nesinum. Men fram til 1856 húsaðist kongligi føroyski handilin í hesum søguligu bygningunum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016.

Á toftina av skansanum ytst í Tinganesi varð Skansapakkhúsið bygt í 1749. Tað er síðani umbygt, og har húsast løgmansskrivstovan nú.

Munkastovan líkst frá øðrum 17. og 18. aldar træbygningum, sum standa á einlaðaðari grund. Munkastovan er í tveimum hæddum við 1,5 m tjúkkum laðaðum múrum, har bindievnið er skilp. Laðingin líkist einahelst teirri, sum er í steinbygningunum í Kirkjubø úr miðøld.

Munkastovan man upprunaliga hava verið longri, enn hon nú er. Teir laðaðumúrarnir ganga inn undir Leigubúðina úr 18. øld, men hon er áføst við Munkastovuna. Hugsandi er, at Munkastovan hevur verið knýtt at bispasetrinum í Kirkjubø, verið vørugoymsla ella brúkt til onnur kirkjulig endamál. Fornfrøðiliga tilfarið bendir á innflutning av útlendskum brúksvørum og húsarhaldsamboðum av sama slagi, ið eru funnin í keypsstøðum frá somu tíð í Skandinavia og Evropa og vóru framleidd í viðkomandi londum.

Ytst í Tinganesi er ein ørgrynna av gomlum innskriftum rist í helluna: forbókstavir, búmerki, árstøl og ikki minst ein kumpassrósa, sum helst er eftir onkran sjómann ella handilsmann. Slíkar innskriftir ella grafitti úr 16. til 18. øld síggjast eisini aðrastaðni, har gamlir handilsstaðir hava verið.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum