Kaldbak

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Í 1971 læt Guttormur Djurhuus, verkfrøðingur í evnafrøði, virkið Marinplast í Kaldbak upp. Tey gjørdu vørur úr glastrevjum. Tann týdningarmesta framleiðslan var bátar í ymsum støddum við gomlum føroyskum sniði. Tað fyrsta fýramannafarið varð bygt í 1972, og tey fyrstu áttamannaførini í 1974. Marinplast stongdi í 1992. Glastrevjabátarnir, sum verða kallaðir kaldbaksbátar, vórðu sera væl dámdir, og fleiri av teimum verða enn brúktir.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2022

Kaldbak, sum er 40 merkur, liggur á norðurarminum á Kaldbaksfirði. Tað er ein bóndabygd, har 252 fólk búgva. Jørðin er festijørð, og festararnir eru sjey, ein teirra hevur garð í Kaldbaksbotni.

Her er mjólkarframleiðsla, og seyðatalið er 976 áseyðir.

Búsetingin er í fleiri býlingum. Kaldbak fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1990; frammanundan var sjóvegis farleið. Vegasambandið hevur gjørt, at fleiri fólk, serliga fólk, sum arbeiða í Havn, hava búsett seg í Kaldbak. Bygdin hevur atløgubryggju og bátahyl.

Kirkjan er gomul trækirkja við flagtaki, bygd í 1835. Tann fyrsti skúlin varð bygdur í 1911 og er seinni útbygdur. Hann er í dag ein av skúlunum í Tórshavnar kommunu og hevur undirvísing til teir fyrstu flokkarnar, síðani halda næmingarnir fram í teimum størru skúlunum í Havn. Har er eisini dagstovnur í bygdini.

Í tíðarskeiðinum 1974-92 gjørdi verksmiðjan Marinplast ymsar vørur úr glastrevjum, tann týdningarmesta var bátar í ymsum støddum. Tað gamla verkstaðið er í dag havlívfrøðilig deild av Tjóðsavninum. Ein privat granskingarverkætlan, Biofar, húsast eisini í bygninginum. Á Kaldbaksfirði eru fleiri laksaalibrúk og onnur aling.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.