Haldórsvík ella bara Vìk er 12 merkur, 4 merkur og 4 gyllin eru festijørð, og festini eru fýra, og 7 merkur og 12 gyllin eru óðalsjørð. Har búgva 109 fólk. Seyðatalið er 792 áseyðir.
Fjøllini um bygdina eru høg, og hamrar eru eisini í bønum, sum summastaðni er so brattur, at tey hava gjørt bríkar, fyri at fáa velt bøin.
Bygdin er vaksin í nýggjari tíð saman við menningini av fiskivinnuni. Í 1970-árunum vórðu havnarviðurskiftini í Haldórsvík bøtt, og eitt flakavirki sett á stovn. Tað gav fólkinum arbeiði, til tað varð niðurlagt í 1990-árunum. Tað verður í dag brúkt sum tænastudepil hjá laksaalingini har á leið. Bygdin hevur enn eina lítla havn.
Tann serstaka áttahyrnta kirkjan í Haldórsvík varð bygd í 1856 við fyrimynd í Frederiksberg kirkju í Keypmannahavn. Í 1996 fekk hon nýggja altartalvu eftir Torbjørn Olsen. Evnið er seinasta kvøldmáltíðin, og á myndini síggjast kend andlit úr listarumhvørvinum í Føroyum.
Bygdin fekk skúla í 1904, og hann varð niðurlagdur í 2016, tá ið næmingarnir fóru í Skúlan við Streymin.
Les meira
- Hósvík
- Hvalvík
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Kvívík og Kvívíkar kommuna
- Langasandur
- Leynar
- Nesvík
- Norðradalur
- Saksun
- Skælingur
- Streymnes
- Streymoy
- Stykkið
- Sund
- Syðradalur (Streymoy)
- Tinganes
- Tjørnuvík
- Tórshavn
- Úti á Bø
- Válur og Nes
- Velbastaður
- Vestmanna og Vestmanna kommuna
- Við áir
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum