Stóra Dímun

Stóra Dímun er ring at koma at, og serliga um veturin er fasta tyrlusambandið úr og í oynna alneyðugt hjá dímunarfólki.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Tær tríggjar oyggjarnar Sandoy á 111,24 km², Skúgvoy á 9,89 km² og Stóra Dímun á 2,61 km² fevna um markatalsbygdirnar Sand, Skálavík, Húsavík, Skarvanes, Dal, Skúgvoy og Stóru Dímun. Eisini er at nevna niðursetubygdina Skopun, ið varð bygd í 1833 á markatalsjørð, sum hoyrdi til Sand. Sandoyar sýsla og Sandoyar prestagjald fevna um hesar bygdirnar.

Tær tríggjar oyggjarnar eru fimm sjálvstøðugar kommunur: Skopunar kommuna, Skálavíkar kommuna, Sands kommuna, Húsavíkar kommuna, sum fevnir um Skarvanes og Dal, og Skúgvoyar kommuna, sum Stóra Dímun hoyrir til. Millum Trøllhøvda, sum hoyrir til Kirkjubø, og Sandoynna er Høvdasund. Úr Sandoynni út í Høvdasund er eitt serligt jarðfrøðifyribrigdi, ein 80 m langur gróttangi niðri í fjøruni við tí sigandi navninum Hvalsryggur.

Nógv ferðafólk fara til Skúgvoyar at síggja tað fuglameingið, har er. Ofta verður farið í Fagradal, har søgnin sigur, at Rannvá sat lívstíðardóm fyri at hava átt son ógift, hóast barnið var komið av, at ein danskur loytnantur hevði neyðtikið hana. Í baksýni eru Stóra Dímun og Lítla Dímun.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Í Stóru Dímun búgva tíggju fólk. Oyggin er 13 merkur í festijørð, sum ein festari situr við. Áseyðatalið er 450.

Eins og Skúgvoy er Stóra Dímun kend úr Føroyingasøgu. Í Stóru Dímun, sum er ring at koma til, er ein bóndagarður, sum hevur fjølbroytta grønmetisframleiðslu, serliga røtur. Um ár 2020 kom eitt ølslag, nevnt mai, á marknaðin, sum var bryggjað av hesum rótum og fekst í Rúsdrekkasølu Landsins. Í oynni er góðkent sláturvirki, og ein stórur partur av seyðaskurðinum verður seldur matstovum í høvuðsstaðnum feskur.

Í oynni var skúli við íbúð til ferðalæraran. Um summarið eru ofta serligar ferðir til Dímunar við báti ella skipi, men aðramáta hevur oyggin fast ferðasamband við tyrlu.

Søgnin um Anniku í Dímun úr 16. øld fer fram í oynni. Annika varð móti vilja sínum gift dímunarbóndanum, og hon varð dømd til deyða og druknað á Havnarvág fyri at hava dripið mann sín, so hon kundi liva saman við húskallinum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.