Skopun

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Útsýnið yvir Skopunar havn av afturdekkinum á strandfaraskipinum Teistanum. Skipið var eitt stórt framstig fyri menningina í Sandoy, og saman við Gomlurætt gjørdi Teistin, at tað bar til at ferðast dagliga millum Havnina og Sandoynna.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Skopun er niðursetubygd, frá 1833, og har búgva 478 fólk í januar 2025. Hon er í Sands haga og hevur eingi rættindi í haga ella innanbíggja. Tann velta jørðin í og kring bygdina hevur einki markatal, men er traðir.

Húsini í tí elsta býlinginum standa tætt og við ongari byggiætlan, men teir nýggjaru býlingarnir eru meira skipaðir.

Fyrsti vegur millum tvær føroyskar bygdir varð gjørdur millum Sand og Skopun í 1917. Elsta havnarlagið er frá 1925, tað varð bygt út í 1965 og aftur seinni. Fyrr var sjóvegis samband til Havnar, men í 1992 varð bilferjusamband fingið í lag millum Skopun og ta nýggju ferjuleguna Gomlurætt nærindis Kirkjubø, og haðani er eisini samband út í Hest.

Í Skopun hevur høvuðsvinnan verið fiskiskapur; av teimum trimum flakavirkjunum, sum hava verið í Sandoy, er bara virkið í Skopun eftir. Nýggjur eigaraskapur í 2019 hevur havt við sær nýmótansgerð, og nú arbeiða 60 fólk á virkinum.

Føroya Grótvirki er einasta grótvirki av sínum slag í Føroyum, tí her er gott basalt, sum dugir væl til at verða pussað. Grótvirkið ger m.a. flísar og gravsteinar og er partur av altjóða góðskusamtakinum ÉCONOMUSÉE.

Kirkjan í Skopun varð bygd í 1897. Hon er laðað úr gróti, og tekjan er rukkublikk, kálkað uttan og málað innan. Hon varð umbygd og gjørd størri í 1961.

Hvítusunnusamkoman og heimamissiónin sum báðar hava mong viðhaldsfólk í Skopun, hava síni egnu samkomuhús, bæði frá 1953.

Fyrsti skúli í bygdini læt upp í 1884, og núverandi skúli varð bygdur í 1945 og er bygdur út fleiri ferðir, seinast um ár 2000. Skúlin hevur undirvísing fyri yngstu flokkum, og hareftir fara næmingarnir á meginskúlan Inni í Dal millum Skopun og Sand.

Dansistovan, sum ungmannafelagið Samljóð bygdi í 1924, hevur elsta leikpall í Føroyum. Til 1991, tá ið ungmannafelagið bygdi nýtt felagshús, var hon karmur um stóran part av felagslívinum í bygdini. Kommunan yvirtók ta gomlu dansistovuna, sum nú er bygdarsavn. Beint við ungmannafelagshúsið varð umleið 2015 heimsins størsti postkassi bygdur, sum skuldi taka ímóti brøvum til jólamannin.

Norðarlaga í bygdini varð í 1954 reistur minnisvarði, sum Hanus Kamban gjørdi, yvir tey, sum høvdu latið lív á sjónum og í bjørgunum.

Petur Mohr Dam, sum í mong ár var formaður Javnaðarfloksins, varð føddur í Skopun.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.