Í Nólsoy, sum er nevnd í Hundabrævinum og er 10,3 km2 til støddar, búgva 234 fólk. Har eru 13 merkur av festijørð, festini eru fimm, og 35 merkur eru óðalsjørð. Seyðatalið er 768 áseyðir.
Í Korndali sunnan fyri bygdina síggjast toftirnar av einum gomlum býlingi.
Fiskivinnan var fyrr, eins og í øðrum bygdum, høvuðsvinnan saman við fiskiídnað, men nógv arbeiða nú aðrastaðni. Eisini hava tónleikastað, kaffihús og ferðavinna vaksandi týdning í bygdini.
Síðani 1893 hevur viti verið á Borðuni, og har vóru eisini hús til vitapassaran og hansara hjálparfólk; vitin varð automatiseraður í 1995. Kirkjan varð bygd í 1863. Tann fyrsti skúlin kom í 1887, og ein nýggjur varð bygdur í 1970. Tey gomlu húsini við Brunn eru varðveitt sum fornminni. Sjómaðurin og tjóðarhetjan Poul Poulsen Nolsøe, Nólsoyar- Páll, var føddur í Nólsoy.
Tann sjálvlærdi náttúrugranskarin Jens- Kjeld Jensen búsettist í Nólsoy í 1970. Hann fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2012, gjørdist heiðursdoktari við Fróðskaparsetur Føroya í 2015 og vann umhvørvisprís Norðurlandaráðsins í 2020. Sjómaðurin Ove Joensen var eisini nólsoyingur, hann róði í 1986 í lítlum báti Dianu Victoriu úr Føroyum til Keypmannahavnar upp á 40 dagar. Báturin verður sýndur fram í bygdini, og síðani 1993 hava tey heiðrað hann við einari árligari stevnu, Ovastevnu.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum