Siðvenjur og frásagnir

Siðvenja er tilskilað atferð, frásagnir og siðir, sum eitt samfelag varðveitir frá ættarliði til ættarlið í eini samfeldari tilgongd av líðandi broyting. Siðvenjur og frásagnir kunnu tulkast og laga seg eftir broyttum samanhangum, støðugt ávirkaðar av nýggjum streymum í heimsmentanini. Tá ið tosað verður um eina felags føroyska siðvenju, má havast í huga, at siðvenjan er ein frásøgn, ið javnt og samt skiftir og lagar seg eftir tíð og umhvørvi; her eru fleiri røddir uppií.

Fleiri túsund gingu í Faroe Pride gonguni í Havn í 2016 til at vísa LGBT-umhvørvinum samhuga. Tað sigst, at heili 10 % av fólkinum taka lut í Pride-tiltakinum á hvørjum ári. TRÓNDUR DALSGAARD/GONZALES PHOTO/RITZAU SCANPIX

Sagnir og ævintýr

Standmyndin hjá Hans Paula Olsen av seyðamanninum á Sondum varð avdúkað í Sandavági í 2021. Hon lýsir søgnina um seyðamannin, sum ætlaði at stjala stakkin frá huldukonuni í Tormansgjógv. Tey togaðust um kjólan bæði, seyðamaðurin og huldukonan, við kirkjuna í Sandavági, men at enda skrædnaði kjólin, og hann hevði bert ermuna eftir, men hon var so stór, at hon rakk til messuakul í kirkjuni. JENS KRISTIAN VANG

Í Føroyum eins og manga aðrastaðni eru nógvar sagnir og søgur varðveittar um serstakar hendingar, fólk og støð. Frásagnir av mannamunni eru bæði um fólk, ið av ymsum ávum eru merkisverd, og um yvirnatúrligar verur, eitt nú huldufólk, trøll, nykar og kópakonur. Slíkar frásagnir og somuleiðis ævintýr eru skrivað upp í Føroyum síðan í 18. øld. Í fyrstuni vóru tað áhugaðir útlendingar, síðan fóru føroyingar sjálvir at savna og skriva upp.

Stórur partur av hesi arvmentan er endurgivin í kvæðum og vísum, men er eisini givin út í bók og tikin uppaftur í bókmentunum, eftir at føroyskt fekk sítt skriftmál í 1846. Tey seinnu árini hava hesar sagnir umframt søgur úr Føroyingasøgu verið settar fram myndlistarliga, eitt nú eru fleiri standmyndir og høggmyndir við evni úr søgnum settar upp ymsastaðni um landið. Ímillum aðrar standmyndin Seyðamaðurin á Sondum, ið varð avdúkað í Sandavági í 2021. Hetta er ein øðrvísi máti at siga frá og halda arvmentunum uppi, men hesin nýggi áhugin stendst nú fyri ein part eisini av teirri vaksandi ferðavinnuni, sum tørvar søgurík støð til ferðafólk at vitja og taka myndir av. Viðhvørt elvir hetta til kjak. Semja er ikki altíð um, hvørjar søgur eru frásagnarverdar, ella hvussu ein ávís søga skal setast fram.

Hart orðaskifti tók seg upp, um hvussu Hans Pauli Olsen, myndahøggari, tulkaði søgnina um kópakonuna í Mikladali. Hóskaði tað seg at lata kópakonuna, sum mátti líða kynsligan ágang og harðskap, standa opna við andliti og bringu niðan ímóti bygdini og ferðafólkinum? Var hetta ikki at lutliggera kvinnukroppin og sostatt endurtaka valdsgerðina í søgnini? Summi hildu, at kópakonan betur átti at vent bygdini bakið til áminningar um, at hon hóast alt megnaði at rýma undan plágara sínum, mikladalsbóndanum. Men tann snaringini er helst ikki so at egna ferðafólk við. Enn verður eisini kjakast um, hvørt Sigmundur Brestisson var tann hetjan, Føroyingasøga sigur hann vera. Vóru Gøtu-Tróndur, í søguni ein heiðin trællur, og føroyingar annars við honum ikki bæði kristnir og frælsir, áðrenn Sigmundur kom og legði Føroyar undir noregskong og gjørdi sínar landsmenn til tegnar? Mong halda Gøtu-Trónd vera eina ímynd av føroyskum sjálvræðisvilja, og hann hevur eisini fingið sína standmynd í Norðragøtu.

Arvmentir, sagnir og kvæði kunnu brúkast so ymiskt, tað valdast um hugburðin og boðskapin, sum skal miðlast. Arvmentirnar verða so ikki troyttar í bræði, og tað setur eisini sín dám á undirvísingina í skúlunum, har arvmentirnar eru partur av námstilfarinum.

Kópakonan í Mikladali

Kópakonan stendur í fjøruni í Mikladali og hyggur inn yvir land. Standmyndin, sum Hans Pauli Olsen evnaði til, varð reist í 2014. Kópakonan dregur nógv ferðafólk til bygdina, men hon hevur eisini ført til orðaskifti um, hvat hon umboðar og symboliserar: Átti hon í roynd og veru ikki at hugt út á hav og vent bygdini og valdsgerðarmanni sínum bakið, heldur enn at hyggja inn ímóti teimum?
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015

Søgnin sigur, at kópar av røttum eru fólk, sum eru sjólátin ella hava druknað seg í sjónum. Hvørja trettandunátt koma tey í land og leggja kópahamin av sær og dansa. Eina trettandunátt tók ein ungur bóndasonur í Mikladali hamin hjá eini undurfagrari gentu. Uttan hamin slapp hon ikki avstað saman við hinum kópunum og noyddist til hús við dreinginum. Hann læsti hamin niður í eina kistu, gifti seg við gentuni og fekk fleiri børn við henni. Ein dagin, maðurin var farin til útróðrar, hevði hann gloymt lykilin eftir við hús. Kópakonan fann lykilin, læsti kistuna upp, tók hamin og helt til havs.

Nakað seinni kom hon í dreymum fyri mannin. Hetta var náttina fyri, at mikladalsmenn skuldu fara til láturs. Hon bønaði hann at eira manni hennara og báðum børnum teirra. Men hann hirdi einki um, hvat hon segði, sló bæði makan og børnini á látrinum og kókaði tey til nátturða. Men sum hann og bygdarmenninir sita til borðs, kemur kópakonan inn í trølslíki og bað ilt yvir teir og lovaði, at summir skuldu sjólátast, summir falla fyri bjørg og bláar skorar, og tað skal standa við, til so nógvir eru burturgingnir, at teir kunnu halda hvør annan í hond og fevna um alla Kalsoy.

Siðvenjur

Fyrr í tíðini vóru summir dagar serligir hátíðardagar, og ójavnt var, hvussu hesir dagar vórðu hildnir í teimum ymsu bygdunum. Onkur bygd var jólabygd, onkur nýggjárs-, trettanda-, kyndilsmessu- ella føstulávintsbygd. Avbygdarfólk komu til avvarðandi bygd hesar hátíðardagar, og har varð dansað og drukkið.

Í Vági t.d. varð og verður enn gjørt nógv burturúr gamlaárskvøld. Farið verður í kyndlagongu til eitt stórt bál, har ein gamal bátur verður brendur. Í Sumba gera tey afturímóti meir burtur úr føstulávint, tá ið øll bygdin fer at sláa tunnu saman.

Føstulávint verður hildin um alt landið, og har eru bæði vaksin og børn uppií. Á fleiri arbeiðsplássum er hetta eisini hátíðardagur – kortini verður dagurin javnan hildin fríggjadagin undan føstulávint. Føstulávintsmánadag og týsdag ganga børn grýlu, fara hús úr húsi, banka uppá og fáa góðgæti í posarnar, tey hava við sær.

Hjá mongum eru føroyski dansurin og kvæðini ein týðandi partur av arvmentunum. Hóast føroyski dansurin leingi hevur verið í kapping við annan dans, livir hann enn.

Tjóðfuglurin, tjaldrið, kemur á grækarismessu sum ein várboði, dagurin 12. mars verður hildin um landið við tónleiki og talum, og hóast veðrið verri enn so altíð er til vildar hesa ársins tíð, aftra skótar ella skúlabørn seg ikki við at ganga skrúðgongu.

25. apríl er flaggdagur. Henda dagin í 1940 viðurkendu bretsku myndugleikarnir Merkið. Flaggdagin ganga skótar, ítróttarfólk og/ella onnur í viðkomandi bygd ella býi skrúðgongu, helst við hornorkestri á odda, til staðið, har talan verður hildin. Ofta kemur nógv fólk saman til hetta høvið, og ymiskt er, alt eftir lyndi og politiskum tilhalli, antin talarin tekur Merkið fram sum eina ímynd av tjóðarfrælsi ella leggur dent á, hvussu tað savnar fólkið í landinum. Ein ávísur spenningur er tí altíð frammanundan. Hvat man talarin fara at siga?

Dymbildagavikan og páskirnar hava leingi verið hildin sum friðarlig trúarlig hátíð, viðhvørt við tónlistatiltøkum. Langafríggjadag plagdi alt at vera stongt, men hesi seinnu árini hevur gongdin verið at gera langafríggjadagskvøld til eitt kvøld, tá ið farast kann í býin eftir klokkan seks, eins og eitt og hvørt annað fríggjakvøld. Annan páskadag fara børn út á bøin at rulla egg. Eggini eru prýdd við litum og verða rullað, til skalið brotnar. Hildið verður, at hesin siður er komin úr Danmark.

Um summarið koma so stevnurnar fyri. Á stevnunum er kappróðurin ein drúgvur táttur. Aftur at honum koma onnur ítróttartiltøk, listaframsýningar, mentanartiltøk og undirhald, serliga fyri børn. Ólavsøka er nógv tann størsta av stevnunum. Á ólavsøku koma fólk úr øllum landinum til Havnar, eisini mong, sum búgva uttanlands. Nógv hava opið hús á ólavsøku, so vinir og kenningar kunnu detta inn á gólvið at fáa sær ein bita ímillum tey ymsu tiltøkini.

Nógv fólk kemur saman á Vaglinum ólavsøkumorgun, tá ið løgtingslimir og prestar ganga skrúðgongu úr løgtingshúsinum oman í dómkirkjuna og niðan aftur, løgtingslimirnir flestir í føroyskum klæðum og prestarnir í kraga og kjóla. Gongan, gudstænastan og kórsangurin undir tinghúsinum eftir gudstænastuna verða send beinleiðis í sjónvarpinum. Um kvøldið ólavsøkudag út ímóti midnátt savnast fólk aftur í túsundatali til felagssangin, sum endar við, at sligin verður ringur á Vaglinum. Aftur at stevnunum eru fleiri tónleikafestivalar komnir hesi seinastu tjúgu árini, eitt nú G!-festivalurin í Syðrugøtu og Summarfestivalurin í Klaksvík. Festivalarnir hava bjóðað stevnunum av og noytt tær at endurnýggja sínar hevdbundnu skráir.

Á heystið koma fjøllini fyri og slakt. Fjøllini og slaktið er hevd fyri, at fólk gera í felag saman við familju og vinum og er eitt høvi at læra uppvaksandi ættarliðið um innløgu og matgerð gjøgnum øldirnar.

Føroyski dansurin

Málningurin Dansurin (1944) eftir Sámal Joensen-Mikines’. Olja á lørift. Myndin endurgevur rørslurnar innlivingina í innihaldið í kvænum, sum fer fram í dansinum. Dansurin gongur ikki í runding, men heldur sum ein villiniborg í rørslu. Og hann er ofta best, um tað er eitt sindur trongt.
LISTASAVN FØROYA

Føroyski dansurin er helst runnin av miðaldarligum ringdansum, sum vórðu nógv dansaðir í Evropa. Íslendingurin og indiafarin Jón Ólafsson nevnir dansin í síni ferðafrásøgn frá 1661 og kallar hann føroyskan. Jón Ólafsson kom til Føroya við donskum herskipi í 1616, so longu tá man føroyski dansurin hava skilt seg frá øðrum dansi, hóast kvæðini og serliga vísurnar eru nær knýtt at norðurlendskari kvæða- og vísumentan frá 14. og 15. øld. Tað, sum eyðkennir føroyska dansin, er, at kvøðið verður í dansinum annaðhvørt á føroyskum ella donskum. Har er einki undirspæl av nøkrum slag, og dansurin er í stóran mun eitt slag av framførslu av søguligum sjónleiki. Kvøðin verða ymiskt gomul føroysk kvæði ella danskar vísur, sum eitt skifti vóru væl umtóktar og næstan trokaðu kvæðini av í summum bygdum.

Í fyrru helvt av 19. øld vórðu fleiri nýggj kvæði yrkt við gomlu kvæðunum sum fyrimynd, og tá var yrkjarin kendur. Í dansinum kvøður ein skipari fyri og lagar stev og lag, sum hann vil. Skiparin, maður ella kvinna, byrjar hvørt ørindi í samsvari við stevið, sum er tvey stig til vinstru og eitt til høgru. Hini í dansinum taka undir við skiparanum og kvøða síðan niðurlagið. Kvæðaløgini eru ein tónlistarligur karmur, men broytilig og kunnu toyggjast ymsar vegir og eru tí ógvuliga ymisk, alt eftir hvørjari bygd kvøðarin er úr. Góður dansur krevur, at skiparin sleppur at skipa og skapa huglagið.

Dansiringurin er ein sambundin ringur, sum lykkist og buktast um dansigólvið. Dansifólkini koma so hvørt øll andlits til andlits við hvørt annað og vísa við vitandi eygnabráum, keipum og andlitsbrøgdum, hvussu tey liva við í søgugongdini. Í góðum dansi renna søga, lag og rørsla saman soleiðis, at tey dansandi koma í samlag um tað, sum fer fram í kvæðinum ella vísuni. Uttanífrá er ilt at fáa eina líkinda hugmynd av dansinum. Han vendir sær inneftir móti teimum, sum eru uppi í ringinum, og ikki út móti umverðini.

Í seinnu helvt av 19. øld var føroyski dansurin farin at dvína fyri útlendskum dansi við undirspæli, og samstundis fór vekingarrørslan at hava illvilja móti honum. Dansifeløgini hava síðan 1952, tá ið fyrsta felagið varð stovnað í Havn, gjørt sítt til at varðveita og menna dansin.

Miðvíst verður arbeitt við at læra børn at dansa. Føroyskur dansur hevur síðan 1997 verið kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Í skúlunum er vanligt, at børn dansa í dansitíðini, frá jólum til føstulávint. Fleiri dansifeløg skipa eisini fyri barnadansi í vetrarhálvuni, og hvørt ár verður dansistevna hildin, har hundraðtals ung úr øllum landinum taka lut. Í løtuni eru 17 dansifeløg umboðað í landsfelagnum Sláið Ring. Limirnir verða tíðum bidnir at vísa dansin fram við ymisk høvi, eitt nú almennar vitjanir, men eisini fyri ferðafólki, og tá eru dansispøl eisini tikin við til at fáa framvísingina fjølbroyttari koreografiskt. Føroyskur dansur varð í 2020 settur á listan yvir andligar arvmentir hjá UNESCO.

Menn, kvinnur og børn í føroyskum klæðum á ólavsøku t. 28. juli 2018.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Føroysk klæðir – tjóðarbúnin

Seyðahald hevur frá gamlari tíð verið undirstøðan undir føroyskum jarðarbrúki og ullin verið gagnnýtt bæði til heimabrúks og útflutnings. Burtur úr seyðaskinni og neytahúð fingust eitt nú rotuskógvar og húðarskógvar, og seymað vórðu eisini roðklæði, sum útróðrarmenn brúktu. Ullin varð spunnin til tógv, sum varð vovið til vaðmal, og sum troyggjur, hosur og annað varð bundið úr. Ullin hevði stóran týdning fram til umleið hálva 20. øld. Tey seinnu árini er áhugin fyri binding vaksin.

Føroysk klæði, bæði til konufólk og mannfólk, verða í dag nógv brúkt sum veitslu- og hátíðarbúni, eitt nú í sambandi við prógvhandanir. Á ólavsøku seta føroysk klæði sín serliga dám á gøturnar í miðbýnum í Havn. Føroysku klæðini hava sín uppruna í vanligum gerandisklæðum, sum tey vóru í farnum øldum víða um í Evropa. Veitsluog hátíðarbúnin er tað, ið eftir er av eini gamlari føroyskari klædnasiðvenju. Frá seint í 19. øld og upp ígjøgnum 20. øld trokaði borgarligur klædnamóti úr Danmark hesa siðvenju av. Men so við og við hevur veitslu- og hátíðarbúnin kortini fingið støðu sum tjóðarbúni og ímynd av føroyskum samleika. Í verandi líki man hesin búnin hava fingið sítt snið um aldarskiftið 1900.

Gamli stásbúnin til konufólk, stakkurin, var farin av móta. Til stakkin hoyrdi silvur, stakkastásið, nál, stimi, maljur, brosjur o.a., sum nú ikki vóru í brúki longur. Fyrst í 20. øld hoyrdi einki silvur til kvinnubúnan. Turriklæðið hekk leyst oman belti framman, og á bringuni var tí rúm fyri tí silvuri, sum fyrr hoyrdi til stakkin. Síðan er stakkurin komin aftur aftur sum eitt avbrigdi av kvinnubúnanum, og har verður silvurið eisini brúkt.

Nútíðar kvinnubúnin er fótsítt skjúrt, troyggja, sum silvurið er fest á tvørtur um brystið, og fyriklæði. Um herðarnar er vanligt at hava turriklæði. Fyriklæði og turriklæði eru broderað á einlitt toy ella vovin við littum mynstri. Uttanyvir er vanligt at hava møttul ella bundnaturriklæði. Fyrr í tíðini kundi tað spøluta skjúrtið vera í ymsum litum, og seinni varð tað vanliga reyðspølut skjúrt á svørtum botni. Í nútíðarbúnanum eru aftur spølut skjúrt í ymsum litum. Manshúgvan er seymað úr sama toyi sum skjúrtið. Fyrr gingu ungir menn í reyðari húgvu og eldri menn í bláari. Blá húgva var eisini jarðarferðarhúgva. Mansbúnin er niðan belti knæsíðar vaðmalsbuksur við silvurknappum, ullintar hosur, virkað hosubond og spenniskógvar. Oman belti er hvít skjúrta og uttan yvir hana broderaður vestur, sum kann vera í ymsum litum, t.d. reyður ella svartur.

Vanligt er harumframt at brúka slips, og viðhvørt síggjast menn eisini við sloyfu. Uttan yvir vestin kemur so annaðhvørt troyggja (mynstrut ella einlitt) ella kot. Til serliga fínt brúk er sjóstúkan, sum er síðari enn kotið. Hóast henda sjóstúkan onkuntíð er samnevnd við roðstúkuna hjá útróðrarmonnum, er hon alt tað sama ættað frá einum fronskum plaggi kallað juste au corps, sum ljóðliga tillagað verður til sjóstúku á føroyskum. Til sjóstúkuna hoyrir stavnhetta.

Øðrvísi enn í Noregi eru ongar reglur í Føroyum um, hvussu føroysk klæði skulu síggja út. Serkønar seymikonur seyma klæðini, og flestar halda seg til siðvenjuna, men royna seg so spakuliga við ymsum frábrigdum, eitt nú hvussu skjúrtini verða spølað, turriklæðini vovin o.a. Búnin er tískil broytiligur og kann í mongum førum hava persónligt snið.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Tóta Árnadóttir

    (f. 1970) Cand.mag. í føroyskum bókmentum. Adjunktur í á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.