Politikkur og ætlanir

Valplakatir hongdar upp í Havn til løgtingsvalið 31. august 2019, har níggju flokkar vórðu uppstillaðir.
TRÓNDUR DALSGARÐ/RITZAU SCANPIX

Føroyska politiska skipanin er grundfest í fólkaræðinum. Til løgtingsval verða 33 umboð vald at sita fýra ár í Løgtinginum. Føroyar vórðu skipaðar í eitt valdømi í 2007; áðrenn tað var landið skipað í sjey valdømi. Øll lógaruppskot skulu hava tríggjar viðgerðir í Løgtinginum, og samtykt lógaruppskot verða játtað av løgmanni og síðani kunngjørd á kunningarportalinum. Allar lógir og kunngerðir eru í tøka lógarsavninum logir.fo.

Sambært grundlógini skulu tvey umboð veljast í Føroyum til Fólkatingið. Sambandsflokkurin (B) og Javnaðarflokkurin (C) hava í 2023 hvør sítt umboð: Anna Falkenberg (B) og Sjúrður Skaale (C). Valluttøkan tey seinastu árini hevur verið 60-70 %.

Løgmaður er valdur av Løgtinginum, um ikki fleirtal er ímóti uppskotinum til løgmann. Løgmaður tilnevnir landsstýrisfólk. Løgmaður leiðir og samskipar arbeiðið í landsstýrinum. Sambart stjórnarskipanini er tað løgmaður, sum býtir málsøkini ímillum landsstýrisfólkini.

Norðurlandahúsið í Havn er karmur um seinasta formansumfarið 20. januar 2004 undan tilstundandi løgtingsvali.
THOMAS BORBERG/RITZAU SCANPIX

Viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark eru skipað við støði í Heimastýrislógini frá 1948, og sostatt er valdið býtt ímillum danskar og føroyskar myndugleikar. Við nýggju løgtingslógini frá 1994 avloysti ein skipan við landsstýrismannaábyrgd tí higartil galdandi við felagsábyrgd. Løgmaður hevur eftirlit við, »at hvør einstakur landsstýrismaður fyrisitur síni málsøki á løgligan og fullgóðan hátt« (grein 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini). Áðrenn landsstýrið yvirtekur, verður eitt samgonguskjal orðað, sum lýsir tey mál, sum stjórnin hevur sett sær í stjórnartíðini.

13. september 2019 varð núsitandi stjórn gjørd ímillum Sambandsflokkin (B), Fólkaflokkin (A) og Miðflokkin (H). Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum varð 14. septembur valdur til løgmann. Stjórnin fevnir um 17 av teimum 33 tinglimunum. Í landsstýrinum sita seks landsstýrisfólk aftrat løgmanni.

Politisku flokkarnir

Eftir valið í 2019 eru sjey flokkar umboðaðir í Løgtinginum. Teirra partur av løgtingsfólki verður roknaður eftir partinum av atkvøðunum, teir fingu, tí valskipanin er lutfalsval. Valluttøkan er stór, liggur vanliga ímillum 85 og 90 %. Í 2019 var luttøkan 90 %.

Flokkarnir eru hesir:

  • Sambandsflokkurin (B) var fyrsti flokkur í Føroyum, stovnaður í 1906. Eitt høvuðsendamál hjá flokkinum er at varðveita ríkisfelagsskapin ímillum Føroyar, Danmark og Grønland. Flokkurin er borgarligur og sosialliberalur. Hann hevur sjey tinglimir (20,3 %). Formaður er Bárður á Steig Nielsen.
  • Javnaðurflokkurin (C) varð stovnaður í 1925. Hann er sosialdemokratiskur og leggur stóran dent á samhaldsfestið og vil varðveita ríkisfelagsskapin. Flokkurin hevur sjey tinglimir (22,2 %). Formaður er Aksel V. Johannesen.
  • Fólkaflokkurin (A) varð stovnaður í 1939. Hann er borgarligur og umboðar konservativu virðini, leggur stóran dent á frælsi og vøkstur í vinnulívinum og hevur sjálvstýri í Føroyum sum mál. Flokkurin hevur átta tinglimir (24,5 %), og formaður er Jørgen Niclasen.
  • Tjóðveldið (E) varð stovnað í 1948. Tað hevur sum høvuðsmál, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð. Hann er vinstrahallur og leggur dent á javnstøðu og samhaldsfesti. Flokkurin hevur seks tinglimir (18,1 %), og formaður er Høgni Hoydal.
  • Sjálvstýri (D) varð stovnað í 1906 og æt fyrr Sjálvstýrisflokkurin. Tað hevur sum høvuðsmál at arbeiða fyri stigvísum skifti til sjálvstýri og er sosialliberalur. Hann hevur ein tinglim (3,4 %). Formaður er Jógvan Skorheim (sum ikki er løgtingslimur).
  • Miðflokkurin varð stovnaður í 1992 og leggur stóran dent á kristnu virðini og á familjuna sum stovn. Í floksskránni stendur, at føroyska tjóðin eigur at hava fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd. Flokkurin hevur tveir tinglimir (5,4 %). Formaður er Jenis av Rana.
  • Framsókn (F) varð stovnað í 2011, er tjóðskaparligur flokkur, umboðandi liberalu virðini, sum leggur dent á, at fólk og vinnulív eru fræls. Flokkurin vil, at Føroyar fáa sjálvstýri. Hann hevur tveir tinglimir (4,6 %); forkvinna er Ruth Vang.
Nýggjari íbúðarblokkar í Hoyvík í 2021. Íbúðarbygging í Hoyvík hevur ment seg við rúkandi ferð seinastu áratíggjuni.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Trætumál í føroyskum politikki

Kynsbýtið ímillum uppstillað og vald valevni á kommunuvalunum í tíðarskeiðnum 1992-2020.
KVF.FO, 2020

Spurningurin um loysing ella samband við Danmark hevur verið trætumál í nógv áratíggju. Landsstýrið við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, sum tók við í 1998, hevði sum høvuðsmál, at Føroyar skuldu vera sjálvstøðugar, og varð tí á fólkamunni kallað »sjálvstýrislandsstýrið«. Ein føroyskur grunnur skuldi vera grundarlag undir sjálvstýrinum. Tingingar vóru við donsku stjórnina um sjálvstýri og eina skiftistíð, men partarnir samdust ikki, og í landsstýrinum kom ósemja í um fólkaatkvøðuna um sjálvstýri.

Føroysk viðurskifti við Danmark eru javnan partur av politiska kjakinum, og hóast spurningurin um samband ella loysing ikki hevur fylt so nógv í kjakinum seinastu árini, er hann týðandi partur í føroyskum politikki. Fyri at skilja føroyskan politikk er tað kortini ikki nóg mikið bara at hyggja at høgra-vinstra og loysing-samband. Eitt minst líka so týdningarmikið mál er heimsáskoðan ella fatan av virðum sum afturhald ella frílyndi. Í sambandi við viðgerðina í Løgtinginum og í almenna kjakinum í 2016 um at broyta hjúnabandslógina, so tvey av sama kyni kundu verða gift, komu tær ymisku fatanirnar av virðum skilliga fram. Tey afturhaldssinnaðu hildu fast við, at hjúnabandið er ímillum mann og konu, men tey frílyntu vildu loyva hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni. Til dømis var Miðflokkurin, sum er afturhaldin, ágrýtin forsprákari fyri ikki at samtykkja lógarbroytingina, men Framsókn, sum er frílyntur, mælti til at atkvøða fyri uppskotinum. Kjakið var ofta harðligt og kenslurnar sterkar bæði í Løgtingi og í almennum kjaki. Lógaruppskotið varð samtykt (19 fyri, 14 ímóti).

Haraftrat kemur ósemjan ímillum høvuðsstaðarøkið og restina av landinum; økispolitisk atlit fylla nógv í føroyskum politikki. Tey seinastu árini hevur spurningurin um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast, sett dám á, og tað hevur í stóran mun drigið tvístøðuna ímillum ymsu økini í landinum fram í ljósið. Hetta var serliga skilligt undir seinastu stjórn (2015-19), har Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn høvdu sum høvuðsmál at fremja eina broyting í fiskivinnuni. Undir viðgerðini av lógaruppskotinum um umsiting av tilfeingi í havinum kyknaði stríð um tilfeingið upp ímillum politikararnar í Norðoyggjum og politikararnar í høvuðsstaðarøkinum. Grundin til hørðu mótstøðuna í Norðuroyggjum var óttin fyri at missa fiskirættindi, sum hava avgerandi búskaparligan týdning fyri Klaksvík og Norðuroyggjar.

Tá ið avgerðir skulu takast um at bora tunlar og útbyggja vegakervið, er skilligt, at staðbundin atlit og áhugi viga tungt. Politikararnir vilja fyrst og fremst arbeiða fyri økið, har teir fáa flestar atkvøður.

Innan Eysturoyartunnilin læt upp í 2020, tók tað uml. ein tíma at koyra ímillum Runavík og Havnina. Men við nýggja tunlinum er tíðin minkað niður í uml. eitt korter. Tað ber bara til at gita um, um stytta fjarstøðan fer at at minka um tvídráttin ímillum miðøkið og útjaðaran.

Vindmyllulundin hjá SEV í Húsahaga oman fyri Havnina við battarískipan, serliga ment til elskipanina í Føroyum, var munandi frambrot í grønu umleggingini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Høvuðsmál hjá landstýrinum

Eitt av høvuðsmálunum í samgonguskjalinum er at umskipa fiskiskapin og tí gera stórar broytingar í skipanina, sum fyrrverandi CEF-stjórnin samtykti. Fyrst í stjórnartíðini hjá ABH samtykti Løgtingið lógina um tilfeingið í havinum, sum millum annað tók uppboðssøluna av fiskirættindum av og gav ídnaðinum brúksrættindi við 12 ára uppsagnartíð, sum løgtingið skal vátta á hvørjum ári. Semja er um, at fiskiídnaðurin skal vera burðardyggur, og at karmarnir um henda ídnaðin skulu vera varandi og tryggir og ikki broytast munandi eftir, hvørjir flokkar sita við valdinum. Men stór ósemja er um, hvussu fiskiskapurin skal umsitast

Stjórnin hevur sett sær fyri at hava ein stórætlaðan orku- og umhvørvispolitikk, sum samsvarar við altjóða krøv. Høvuðsmálið á orkuøkinum er, at 100 % av nýtsluni á landi skulu vera grøn orka í 2030, og til hetta krevjast íløgur ímillum uml. 5 til 10 mia. kr. Miðað verður ímóti, at privat virki skulu fáa betri atgongd til elnetið hjá SEV at framleiða grøna orku.

Eitt endamál er at fáa viðgerðartrygd á heilsuøkinum, so bíðitíðin at sleppa til viðgerð verður í mesta lagi 30 dagar.

Landið arbeiðir haraftrat við at víðka bústaðarmarknaðin, og ætlanin er, at alment og privat skal loysa uppgávuna. Fólkavøksturin seinnu árini hevur lagt hart trýst á bústaðarmarknaðin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tí hevur spurningurin fylt so nógv í politisku átøkunum eins í almenna kjakinum.

Ein spurningur, sum fleiri landsstýri hava arbeitt við, er nýggj lóggáva á sosiala økinum. 1. januar 2021 kom lógin um sosiala trygd og tænastur í gildi, eftir at uppskotið varð samtykt einmælt. Eitt annað øki, sum hevur havt dygga undirtøku, er talgilding. Í 2020 byrjaði nýtslan av talgildum samleika, sum merkir, at borgarar og virki kunnu samskifta trygt og talgilt við almennar stovnar.

Eitt øki, sum hevur verið eymt og fløkt fyri landsstýrið, er spurningurin um gongd í haga og skipan av ferðavinnuni. Hann er grund til stóra ósemju, tí fyrilit skal takast fyri so mongum. Tí verður arbeitt við at finna eina nøktandi dygga loysn.

Tað eru fleiri mál, sum hava dygga politiska undirtøku. Dømi um hetta er grøn orka, fríhandilsavtala við ES umframt fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.

Fleiri túsund gingu í Faroe Pride gonguni í Havn í 2016 til at vísa LGBT-umhvørvinum samhuga. Tað sigst, at heili 10 % av fólkinum taka lut í Pride-tiltakinum á hvørjum ári.
TRONDUR DALSGARD/GONZALES PHOTO/RITZAU SCANPIX

Føroyar í altjóða samfelagnum

Dygg semja er í Løgtinginum um, at Føroyar eiga at fáa størri rásarúm á uttanríkispolitiska pallinum. Í fleiri umførum hava tingingar á embætismannastigið verið, og regluliga hevur spurningurin verið umrøddur á fundum ímillum stjórnarleiðararnar í Ríkisfelagsskapinum. Tó hava úrslitini verið ómetaliga fá og elasmá, sum er ein avbjóðing.

Sum partur av Arktis ætlar Landsstýrið at styrkja støðu Føroya, serliga á maritima økinum, á tilbúgvingarøkinum og við komandi tilfeingi huga. Støða Føroya er, at Arktiska økið skal vera eitt lágspenningsøki.

Føroyar eru partur av NATO, og í dag er stór semja um limaskapin. Søguliga hevur spurningurin um NATO tó havt við sær stríð og kravgongur, serliga í 1960-árunum og 1970-árunum. Landið hevur stóran handilsligan áhuga bæði í USA, Russlandi og Kina, og málið er at hava góð handilssambond við øll trý stórveldini. Í 2020 undirskrivaðu Føroyar og USA eina felags lýsing (Partnership Declaration), hvørs endamál er at styrkja samarbeiðið ímillum londini.

Skrúgaonga ólavsøkudag 2021. Løgtingslimir, landsstýrisfólk, bispur, allir landsins prestar og landsins hægstu embætismenn ganga frá Tinghúsinum til dómnkirkjuna. Eftir eina serliga gudstænastu fara tey niðanaftur í Løgtingið, har løgmaður heldur sína setanarrøðu.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Løgmenn í tíðarskeiðinum 2004-22

Jóannes Dan Eidesgaard (f. 1951), løgmaður 2004-08

Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari og varð fyrstu ferð valdur á Løgting fyri Javnaðarflokkin í 1990. Hann var landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum 1991-94, fíggjarmálaraðharri og varaløgmaður 1994-96. Jóannes Eidesgaard var fyrst løgmaður og síðani landsstýrismaður í fíggjarmálum eftir valið í 2008. Hann stillaði ikki upp aftur í 2011. Haraftrat var hann floksformaður tíðarskeiðið 1996-2011 og limur í Fólkatinginum tíðarskeiðið 1998-2001.

Kaj Leo Holm Johannesen (f. 1964), løgmaður 2008-15

Hann er útbúgvin skipsførari og varð valdur inn fyrstu ferð í 2002 fyri Sambandsflokkin. Í 2019 var hann landsstýrismaður í heilsumálum. Kaj Leo Holm Johannesen var floksformaður tíðarskeiðið 2004-15; hann var tiltakslimur í Fólkatinginum í 2007 og limur í Tórshavnar býráð 1997-2000.

Aksel V. Johannesen (f. 1972), løgmaður 2015-19

Aksel Johannesen er útbúgvin cand.jur. og varð valdur á Løgting fyrstu ferð í 2011 fyri Javnaðarflokkin. Hann var landsstýrismaður í heilsumálum 2009-11 og fíggjarmálum í 2011, og hann var floksformaður í 2011. Í 2012 var hann eisini tiltakslimur í Fólkatinginum.

Bárður á Steig Nielsen (f. 1972), løgmaður 2019-22

Hann er útbúgvin grannskoðari og varð fyrstu ferð valdur í Løgtingið í 2002 fyri Sambandsflokkin. Í 2004 var hann landsstýrismaður í fíggjarmálum. Bárður á Steig Nielsen fór úr politikki í 2007, men var afturvaldur í Løgtingið í 2011 og varð haraftrat floksformaður í 2015.

Setanin av Løgtinginum í 1968. Uttast vinstrumegin er tað skaldið og politikarin Karsten Hoydal. Nummar tvey vinstrumegin er stjórin og stovnarin av Tórshavnar Skipasmiðju, Kjartan Mohr, sum síðan gjørdist politikari og í 1958 stovnaði flokkin Føroya Framburðsflokk. Nummar trý frá vinstru, Sámal Petersen. Utttast høgrumegin er Kristian Djurhuus, sum seinni gjørdist løgmaður. LEIF ANDERSEN/RITZAU SCANPIX

Løgtingsvalið 2008

Góðar búskaparligar tíðir settu dám á valstríðið við lyftum um størri vælferð og størri veitingar og tilboð til tann einstaka. Etiskir spurningar vóru eisini partur av valstríðnum, m.a. leikluturin hjá kristindóminum í samfelagsspurningum.

afturgongd, varðveitti hann saman við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum meirilutan eftir valið við 20 av 33 tinglimum í Løgtinginum. Javnaðarflokkurin skipaði nýtt landsstýri 4. februar 2008 saman við Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum.

Landsstýrið: Jóannes Eidesgaard (løgmaður, Javnaðarflokkurin). Fyri Javnaðarflokkin sótu: Hans Pauli Strøm (almanna- og heilsumál) og Helena Dam á Neystabø (lógmál); fyri Tjóðveldisflokkin Høgni Hoydal (uttanríkismál), Tórbjørn Jacobsen (fiskivinnu- og orkumál), Kristina Háfoss (mentamál, 2008), Óluva Klettskarð (mentamál, 2008) og Bjørt Samuelsen (ívinnumál); fyri Miðflokkin: Karsten Hansen (fíggjarmál).

26. september 2008 varð nýtt landsstýri stovnað ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Landsstýristíðarskeiðið 2008-11 bar dám av nógvum flytingum av landsstýrisfólki.

Landsstýrið: Kaj Leo Holm Johannesen (løgmaður, Sambandsflokkurin). Fyri Sambandsflokkin sótu: Jóhan Dahl (vinnumál 2008-11; fiskivinnumál 2011) og Rósa Samuelsen (almannamál); fyri Fólkaflokkin: Jørgen Niclasen (fíggjarmál 2008-11), Jacob Vestergaard (uttanríkismál, 2011), Jacob Vestergaard (fiskivinnumál, 2008-11) og Annika Olsen (innanríkismál, 2008-11); fyri Javnaðarflokkin: Jóannes Eidesgaard (2008-11), Aksel V. Johannesen (2011, fíggjarmál), Hans Pauli Strøm (2008- 09), Aksel V. Johannesen (2009-11) og John Johannesen (heilsumál, frá 2011 innanríkismál), Helena Dam á Neystabø (mentan 2008-11 og kommunumál 2011).

Tingfundur í 2021 í nútímansgjørda løgtingssalinum.  
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Løgtingsvalið 2011

Av búskaparligu kreppuni varð búskapurin høvuðsevni til valið. Undirskotið á fíggjarlógini og ymisk modell at skatta inntøkur fingu pláss í valstríðnum. Avbjóðingar og ognarviðurskifti í fiskivinnuni fyltu nógv í orðaskiftinum upp til valið.

Valúrslitið varð ein álitisváttan til Sambandsflokkin og Kaj Leo Holm Johannesen løgmann. Fólkaflokkurin fekk eisini gott val, men flokkarnir vinstrumegin miðjuna, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, gingu aftur.

14. november 2011 varð borgarligt landsstýrið sett við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

Landsstýrið: Kaj Leo Holm Johannesen (løgmaður, Sambandsflokkurin). Fyri Sambandsflokkin sótu: Bjørn Kalsø (mentamál) og Jóhan Dahl (vinnu- og ídnaðarmál); fyri Fólkaflokkin: Jørgen Niclasen (fíggjarmál), Jákup Mikkelsen (2011-12), Jacob Vestergaard (fiski- vinnumál 2012-15), og Annika Olsen (almannamál); fyri Miðflokkin: Karsten Hansen (heilsumál); fyri Sjálvstýrisflokkin: Kári P. Højgaard( innanríkismál, 2011-13). Landsstýrissessurin fyri innanríkismál varð niðurlagdur í 2013, og Sjálvstýrisflokkurin var ikki í landsstýrinum tíðarskeiðið 2013-15.

Løgtingsvalið 2015

Fyrisitingin av hákonjunkturinum var høvuðsevnið í valstríðnum. Evnir sum undirskot á fíggjarlógini, og ætlan um fleiri inntøkur til tað almenna og skattalættar settu dám á stórar partar av orðaskiftinum fram ímóti valinum. Hitt stóra evnið var væntaðu broytingarnar í fiskivinnuni. Valið var stórsigur til Javnaðarflokkin. Andstøðan hevði framgongd, og allir landsstýrisflokkar høvdu afturgongd.

15. september 2015 varð landsstýrið skipað ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Landsstýrið: Aksel V. Johannesen (løgmaður, Javnaðarflokkurin). Fyri Javnaðarflokkin sótu Henrik Old (2015-18), Heðin Mortensen (samferðslumál, 2018-19), Eyðgunn Samuelsen (almannamál) og Rigmor Dam (mentamál 2015-19,); fyri Tjóðveldi: Høgni Hoydal (fiskivinnu- og mentamál, 2019), Kristina Háfoss (fíggjarmál), Siri Stenberg (heilsuog innanríkismál); fyri Framsókn: Poul Michelsen (uttanríkis-, ídnaðar- og vinnumál) og Hanna Jensen (skúlamál, 2019).

Landsstýrisøkið mentamál varð í 2019 býtt sundur í skúla– og mentamál og varð flutt frá Javnaðarflokkinum til ávikavist Framsókn og Tjóðveldi.

Løgtingsvalið 2019

Ósemjan um nýskipan av fiskivinnuni, vaksandi ferðavinna, kroysti bústaðarmarknaðurin og skiftið til grøna orku vóru týdningarmikil kjakevni upp til valið. Andstøðan vann valið, Fólkaflokkurin varð størsti flokkur í landinum, og allir tríggir flokkar í landsstýrissamgonguni gingu aftur.

13. september 2019 varð nýtt landsstýri skipað ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.

Landsstýrið: Bárður á Steig Nielsen (løgmaður, Sambandsflokkurin). Fyri Sambandsflokkin: Kaj Leo Holm Johannesen (heilsumál), Helgi Abrahamsen (2019-21), Magnus Rasmussen (umhvørvis-, handils- og ídnaðarmál frá 2021); fyri Fólkaflokkin: Jørgen Niclasen (2019-2022), Uni Rasmussen (fíggjarmál frá 2022), Jacob Vestergaard (2019-21), Árni Skaale (frá 2022) (fiskivinnumál), Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir (2019-21) og Sólvit Emilson Nolsø (almannamál frá 2022); fyri Miðflokkin Jenis av Rana (uttanríkis og mentamál frá 2019).

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Rúni Rasmussen

    (f. 1979) Stjórnmálafrøðingur. Kommunustjóri, Klaksvíkar kommuna.

  • Ivan Hentze Niclasen

    (f. 1960) Cand.mag. í søgu og MA í altjóðagerð og integratión. Stjóri í Kringvarpi Føroya.