Í Kirkjubø búgva 88 fólk, og har eru 39 merkur av festijørð, og festini eru fýra; eitt teirra er á økinum hjá markatalsbygdini, sum er á Argjum. Seyðatalið er 702 áseyðir.
Úr bygdini sæst út á Kirkjubøhólm, sum einaferð var landfastur. Søgn er, at ódnarveðrið á kyndilsmessuni hørðu 2. februar 1602 skolaði stór øki burtur, og hólmurin kom. Hetta ódnarveður gjørdi eisini um seg í Saksun. Søgnin sigur, at Sverri Sigurðsson, sum seinni gjørdist noregskongur, varð føddur í Sverrisholu í hamrinum oman fyri bygdina.
Tað gamla katólska bispasetrið við bispagarði, kirkjuni Ólavskirkja ella Mariukirkjuni, sum er elsta sóknarkirkja í landinum, er frá 1200-talinum.
Kirkjubøur er landbúnaðarbygd, har Gazet Patursson í nógv ár eisini hevði urtagarð við grønmeti og plantum, sum vórðu seldar, serliga í Havn. Bóndin, poltikarin og yrkjarin Jóannes Patursson búði í bygdini, og tað gjørdi yngsti sonurin, politikarin Erlendur Patursson eisini á gamalsaldrinum. Rithøvundurin og vallarin Sigert Patursson, sum í 1901 skrivaði bókina Sibirien í vore dage varð føddur í Kirkjubø. Listarmaðurin Tróndur Patursson er eisini úr Kirkjubø og býr og arbeiðir har.
Í dag er bygdin eitt av teimum týdningarmestu ferðamálunum í landinum.
Les meira
- Haldórsvík
- Hósvík
- Hvalvík
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kollafjørður
- Kvívík og Kvívíkar kommuna
- Langasandur
- Leynar
- Nesvík
- Norðradalur
- Saksun
- Skælingur
- Streymnes
- Streymoy
- Stykkið
- Sund
- Syðradalur (Streymoy)
- Tinganes
- Tjørnuvík
- Tórshavn
- Úti á Bø
- Válur og Nes
- Velbastaður
- Vestmanna og Vestmanna kommuna
- Við áir
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum