Vøtn

Áðrenn Eiðisvatn varð byrgt í sambandi við at byggja vatnorkuverk, vóru fornfrøðiligar leivdir av einum ærgi (summarsetri) úr víkingatíðini funnar á Ærgisbrekku. Síðan hevur kanning av botnsigi í Eiðisvatni tíðarfest komuna av seyði og harvið eisini fólki til umleið ár 500.
JENS CHRISTIAN TOP/RITZAU SCANPIX, 2017

Vøtn eru allastaðni í Føroyum, bæði í neðradølum og í botnum, sum eru í erva. Flestu vøtn eru í Suðuroy, Sandoy, Streymoy og Eysturoy, men tey størstu eru í Vágum. Eftir støddini verður tosað um vøtn, tjarnir, dammar og hyljar.

Av teimum úti við 2.400 vøtnunum eru Sørvágsvatn (Leitisvatn) og Fjallavatn tey størstu. Tey eru ávikavist í sunnara og norðrara enda av dalinum Klovin í Vágum. Sørvágsvatn (Leitisvatn) er tað størra, okkurt um 360 ha til víddar, Fjallavatn um 100 ha.

Onnur vøtn eru Sandsvatn á Sandoy, 82 ha, Toftavatn í Eysturoy, 51 ha og Leynavatn á Streymoy, 18 ha. Afturat eru níggju vøtn, sum eru oman fyri 10 ha og 51 vøtn, sum eru 1-10 ha til víddar. Tey o.u. 2.300 vøtnini, sum eftir eru, eru øll minni enn 1 ha. Hvussu mong vøtn eru á hvørjari oyggj, og hvat sermerki tey hava, valdast í ein mun, hvussu oyggjarnar eru landslagsliga. T.d. eru vøtnini í Norðoyggjum smá, tí fjøllini eru so høg og brøtt. Tað størsta teirra er Vatnið við Hólminum, á Borðoynni, bara 20 ha til víddar. Á Sandoynni eru vøtnini sera grunn, og tað kemst av, at fjøllini eru lægri og ikki so brøtt, vit rópa hetta opin landsløg. So hóast Sandsvatn er triðstørsta vatn í Føroyum, er tað bara tríggjar metrar djúpt. Til samanburðar er Leynavatn á Streymoynni, sum er væl minni, 33 m djúpt. Djúpasta vatnið í Føroyum er Sørvágsvatn (Leitisvatn), sum er úti við 60 m djúpt.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Leivur Janus Hansen

    (f. 1975) Lívfrøðingur. Kuratorur á Tjóðsavninum.

  • Lis E. Mortensen

    (f. 1960) Cand.scient. í náttúrulandafrøði. Vísindaligt starvsfólk á Jarðfeingi.