Nátturu- og umhvørvisfyrisiting

Lomvigin (Uria aalge) situr tættur í teimum reystu Skúgvoyarbjørgunum. Reiðrið hava teir á mjáum rókum, har teir verpa 1 egg. Tað uml. 8 cm langa eggið er viggvaksið, og tað minkar um vandan fyri, at tað rullar út av rókini; skuldi tað farið á rull, rullar tað bara runt í runding.
HANS ELI SIVERTSEN, 2009

Síðan 1960-árini hava Føroyar ment seg við rúkandi ferð m.a. viðvíkjandi undirstøðukervi, býti í vinnugreinar, orkunýtslu og ferðafólkavinnu, og hetta setir sjálvandi spor í náttúru og umhvørvi landsins. Sambært Heimastýrislógini er fyrisiting av umhvørvi og náttúru føroyskt málsøki, og tískil standa Føroyar sjálvar fyri lóggávuni, sum skal verja náttúruna og skipa virksemi, ið kann ávirka ella skaða. Í 2020 bygdi náttúru- og umhvørvisfyrisitingin í høvuðsheitum á løgtingslóg um umhvørvisvernd frá 1988, løgtingslóg um vernd av havumhvørvi frá 2005, og løgtingslóg um náttúrufriðing frá 1970.

Umhvørvisverndarlógin

Løgtingslóg um umhvørvisvernd hevur til endamáls at fyribyrgja og avmarka dálking av luft, vatni og jørð við føstum og flótandi evnum umframt luftevnum og haraftrat at tryggja, at ristingar og ljós frá øllum keldum halda seg innan fyri góðkend markvirði. Lógin fevnir fyrst og fremst um virksemi á landi, men røkkur eisini um fiskaaling í alibrúkum.

Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum er hægsti myndugleiki á umhvørvisøkinum. Kommunurnar hava fyrisitingina av nøkrum táttum av umhvørvisøkinum og virka sum umhvørvismyndugleiki á staðnum, og aðrir tættir liggja undir Umhvørvisstovuni, sum landsstýrismaðurin varðar av. Kommunurnar hava umhvørvisligu ábyrgdina av t.d. ruskburturbeining, reinhaldi og spillvatni, eins og tær eisini hava eftirlit við smáum virkjum. Harafturímóti er tað Umhvørvisstovan, sum umhvørvisgóðkennir størri fyritøkur og virki, sum kunnu elva til munandi dálking. Við umhvørvisgóðkenningum fylgja treytir, sum virkini og fyritøkurnar skulu lúka fyri at avmarka dálkingina. Tað eru treytir viðvíkjandi útláti í luft, vatn og jørð umframt útláti av larmi, lukti o.ø. Av øðrum treytum eru at nevna krav um sjálvseftirlit og at lata inn frágreiðingar.

Havbúnaður

Laksaaling á sjónum er nú ein av Føroya størstu vinnuvegum. Árliga framleiðslan hevur í árunum fram móti 2020 ligið um 100.000 tons, og laksaframleiðslan hevur tí stóran týdning í føroyskum búskapi. Útlátið frá alistøðunum av skarni og fóðurleivdum ger, at stórur vandi er fyri, at laksalingin skaðar føðsluviðurskiftini á sundum og firðum.

Fyri at varðveita burðardygga framleiðslu og halda trýstið á umhvørvið í lágmarki er tað umráðandi, at lívrunnið tilfar ikki savnast undir aliringunum, men verður flutt burtur við streyminum ella umgjørt av bakterium og botndjórum. Í umhvørvisgóðkenningini av alibrúki verða tí sett serlig krøv til raksturin, og haraftrat verður javnan havt innanhýsiseftirlit og umsjón. Ein partur av umhvørviseftirlitinum við aliídnaðinum er, at umhvørvismyndugleikarnir m.a. krevja, at fylgt verður við standinum á havbotninum undir og nær aliringunum. Verður dálkingin verri, enn ráðiligt er, skulu virkini laga raksturin til soleiðis, at trýstið á umhvørvið minkar so mikið, at vandi er ikki á ferð. Tað verður gjørt við m.a. at flyta aliringar ella minka um fiskanøgdina.

Vindmyllir

Í 2020 stóðu dieselverk fyri 61,3 prosentum av elframleiðsluni, og vatnturbinur og vindmyllur góvu ávikavist 26,7 % og 11,6 %. Interkommunala elfelagið SEV hevur tó sett sær fyri, at øll elframleiðsla skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, og tað krevur, at tann varandi orkan verður munandi útbygd. Skal tað henda, fara vindmyllur óivað at hava stóran týdning, og fyri 2030 skulu tí nógvar vindmyllur setast upp í Føroyum.

Umhvørviseftirlit

Regluligt eftirlit er við bæði umhvørvisskaðiligum evnum og luftgóðsku. Eftirlitið við umhvørvisskaðiligum evnum hevur verið framt hvørt ár síðan 1997 og leggur serliga dent á langt flutt evni, sum eru fevnd av altjóðasáttmálum, herímillum kyksilvur og seint niðurbrotin lívrunnin evni, tey sonevndu POP’ini (Persistent Organic Pollutants) umframt nýggjari umhvørviseiturevni.

Ein partur av eftirlitinum fevnir um greiningar av innihaldinum av umhvørvis- og heilsuskaðiligum evnum í djórasløgum, sum eru partur av matinum hjá føroyingum. Hesar greiningar verða gjørdar m.a. sum partur av Norðurpóls eftirlits- og metingarverkætlanini (Arctic Monitoring and Asessment Programme – AMAP). Tá ið um ræður ávís djórsløg, røkka greiningarnar langt aftur, og soleiðis eru fingnar til vega langar tíðarrøðir fyri stigini av umhvørviseiturevnum í Føroyum.

Luftgóðskan hevur stóran týdning fyri fólkaheilsuna, og síðan 2014 hevur nøgdin av bitlum umframt av sváviuldioxidi (SO)2 og nitrogen oxidum (NOx) verið máld í luftini umvegis eina málistøð við ein ógvuliga ferðslutungan veg í Havn og eina bakgrundarmálistøð uttan fyri býin, har dálkingarkeldur eru lítlar og ongar. Síðan 2018 hevur ein málistøð eisini verið í nýtslu í Kaldbak, sum er nær við eina stóra dieselrikna orkustøð. Eftirlit er eisini táttur í tilbúgvingini, um álvarslig luftdálking kemur fyri, sum t.d. kann henda í eldgosi. Eitt nú tá ið tað stóra gosið var í Eyjafjallajökli í 2010, var munandi øskufall í Føroyum.

Bæði bakgrundarstøðin og støðin við orkuverkið í Kaldbak hava bara skrásett smáar nøgdir av heilsuskaðiligum evnum. Í Havn hava verið máldar størri nøgdir, sum skifta serliga eftir, nær í samdøgrinum tað er, og hvussu ættin er. Tað er sannlíkt, at tey heilsuskaðiligu evnini her í høvuðsheitum eru frá bilum.

Havumhvørvislógin

Løgtingslóg um vernd av havumhvørvinum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um dálkingina av bæði sjógvi og luft við føstum, flótandi og luftvorðnum evnum. Hon stýrir fyrst og fremst útláti frá skipum og setir krøv um eina røð av tiltøkum til at fyribyrgja og avmarka dálkingina. Hesi krøv byggja í stóran mun á reglur frá altjóða siglingarfelagsskapinum IMO, International Maritime Organization. Til dømis eru reglur fyri burturkasti umborð, eins og tað er bannað at blaka ávís evni og tilfar á sjógv. Allar havnir skulu eisini hava móttøkur til tey ymisku sløgini av burturkasti frá skipunum. Tað er t.d. galdandi fyri alt slag av plasti.

Plast, sum fer í havið, verður ikki niðurbrotið natúrliga, men fer sundur í smærri stykki, sum kunnu valda skaða, um fuglar og fiskar fáa tey í seg. So við og við minka plaststykkini til ørplast og nanoplast, sum smærri og smærri verur kunnu fáa í seg. Hvørjar avleiðingar ørplastið fær fyri dýralív í sjónum og menniskju, sum eta t.d. fisk og skeljar, vita vit ikki enn.

Til at avmarka luftdálkingina frá skipum eru reglur fyri, hvat brennievni tey kunnu nýta. Reglurnar seta serstakliga mark fyri innihald av svávuli í oljuni, sum dálkar luftina við heilsuskaðiligum svávuldioxidi (SO2). Skip, sum liggja í føroyskari havn ella fyri akkeri minni enn tvær sjómílir úr landi, mugu bara nýta olju, sum hevur í mesta lagi 0,1 % av svávuli.

Áður var ofta oljudálking frá skipum, serstakliga í sambandi við, at tey tóku olju. Tí eru strangar reglur fyri bunkring, og bæði veitarar og móttakarar av olju skulu fylgja ávísum mannagongdum og hyggja gjølla eftir sjálvari bunkringini. Oljudálking, sum kemst av vantandi eftirliti, ella av at tann nýtta útgerðin ikki er í nøktandi standi, verður revsað við stórari bót.

Fyri at sleppa undan, at fremmand djóra- og plantusløg ella sjúkuelvandi verur breiða seg frá einum havøki til annað, mugu skip, sum eru barlastað við vatni og koma úr øðrum landi ella havøki, ikki tøma barlastarvatnið úr skipinum, fyrr enn tað er viðgjørt ella reinsað.

Nátturufriðingarlógin

Við løgtingslóg um náttúrufriðing verða tær økisfriðingar ásettar, sum røkka um stórar partar av føroyskum landøki. Bygging ella stór inntriv í náttúru ella landslagi í haga ella í ávísum støðum í dyrkaðum lendi nær sjógvi, vøtnum, áum og viðarlundum krevja tískil undantaksloyvi frá friðingarmyndugleikunum. Í spurningum um undantaksloyvi til at reisa bygningar í friðaðum økjum verður dentur lagdur á m.a. útsjóndina hjá bygningunum, og hvussu teir eru staðsettir í landslagnum. Náttúrufriðingarlógin verður fyrisitin av landsumfevnandi yvirfriðingarnevnd og fleiri staðarfriðingarnevndum.

Lógin gevur eisini møguleika fyri at friða ávís øki annaðhvørt til at verja serstøk landsløg ella viðkvom djóra- og plantusløg. Í dag eru trý náttúrufriðað øki: eitt øki við Leynavatn á Streymoy, eitt við Fjallavatn í Vágum og Mølheyggjar í Sandoy. Mølheyggjar eru eitt av fáum mølheyggjalandsløgum í Føroyum, djóra- og plantulívið har er margfalt, og har er uppvakstrarstað hjá plantusløgum.

Friðingarúrskurðirnir seta krøv um, at økini verða varðveitt í upprunaligum líki. Ein og hvør bygging, uppsetan av hegni ella øðrum, ið kann lýta landslagið, er bannað. Harumframt er bannað at taka steinar, sand, mold, plantur og dýr á økjunum. Harafturímóti avmarka teir ikki framhaldandi nýtslu av økjunum til landbúnaðarendamál, eisini uppdyrking.

Í grasgróna brattanum oman móti sjónum í Mykinesi sita nakrir lundar (Fratercula arcticay), lættir at kenna av litfagra nevinum. Hesin myndaligi sjófuglurin heldur nógv til á víðum havi, men kemur til Føroya um mánaðaskifti mars/apríl, har hann ger sær holu í vallaðum lendi, verpur og klekir pisu. Í Føroyum hevur verður veiddur nógvur lundi – um 1940 varð veiðan mett til um 200.000, men stovnurin hevur verið í støðugari minking.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2008

Altjóða vernd – Ramsarøki

Í 1977 tóku Føroyar og Danmark undir Ramsarsamtyktina, sum er ein altjóða sáttmáli. Hann hevur til endamáls at verja vátlendi. Sáttmálin fevnir haraftrat um fuglabjørg og onnur sjófuglapláss. Nólsoy, Skúgvoy og Mykines vórðu útnevnd til Ramsarøki í 2012. Økini røkka um hesar oyggjarnar í heild umframt økið 500 m úr landi.

Við uml. 50.000 pørum av drunnhvíta (Hydribates pelagicus) er Nólsoy eitt av heimsins størstu drunnhvítaplássum. Drunnhvítin býr m.a. í Urðini á landsynningssíðuni á oynni, har sum eitt skriðulop í forsøguligari tíð hevur myndað eina stóra urð. Umframt drunnhvíta hýsir Nólsoy eisini lundastovni (Fratercula arctica) upp á uml. 30.000 pør.

Í Skúgvoy er somuleiðis ríkt fuglalív við til samans uml. 280.000 pørum av byggjandi sjófugli. Har byggir t.d. Føroya størsti stovnur av skrápi (Puffinus puffinus) umframt 96.000 pør av lomviga (Uria aalge), og tað er uml. helvtin av øllum lomviga í Føroyum. Haraftrat koma uml. 50.000 pør av havhesti (Fulmarus glacialis) og 40.000 pør av lunda. Eisini drunnhvíti og lógv (Pluvialis apricaria) eiga í oynni.

Mykines er tiltikin fyri at hava Føroya størsta lundaland. Uml. 125.000 pør eiga har, og lundi er tískil uml. helvtin av teimum uml. 250.000 sjófuglapørunum, sum eiga í oynni og matskaffa sær har.

Fyri øll trý Ramsarøkini eru fyrisitingarætlanir gjørdar, sum skilmarka hóttanir móti fuglastovnunum og seta fram uppskot til at verja fuglalívið. Ramsar-nevndir á staðnum orða ætlanirnar. Fólk í bygdunum í økinum taka lut og somuleiðis umboð fyri kommununa og landsmyndugleikarnar. Nevndirnar, sum fundast uml. eina ferð um árið, geva myndugleikunum og øðrum áhugapørtum tilmæli, men tær virka ikki sjálvar sum myndugleiki.

Millum tær størstu hóttanirnar móti fuglinum er ófriður í verpingartíðini, t.d. frá skjóttgangandi bátum, sum sigla nær landi, og fólkagongd í fuglalandinum. Tí er ein lóg samtykt, sum avmarkar loyvdu ferðina hjá bátum nær landi, og tiltøk eru sett í verk til at avmarka gongd í fuglalandinum í verpingartíðini. Rotta og ketta eru eisini ein álvarslig hóttan móti fuglinum. Enn er brún rotta ikki funnin í 11 av oyggjunum, og ymisk tiltøk eru sett í verk til at forða rottu at koma til Nólsoyar, Skúgvoyar, Mykines og í hinar átta oyggjarnar, har rotta ikki hevur sæst, t.d. við fóðri og aðrari vøru, sum verður flutt til oyggjarnar. Harumframt eru lógarkrøv um, at kommunurnar regluliga skulu hava eftirlit við, um rotta er á staðnum, og hava tilbúgvingarætlan til reiðar, um rotta verður sædd. Á grannastevnum, har ein bygd undir sýslumansleiðslu kann áseta staðbundnar samtyktir, hevur av fyriliti fyri fuglinum verið avgjørt at banna kettu heilt í Skúgvoy, og í Nólsoy er ásett mark fyri, hvussu nógvar kettur kunnu vera har.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Suni Petersen

    (f. 1956) Kemiverkfrøðingur og MA í umhvørvisog orkurætti. Deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.